Símun Oliver Johannesen, málari, 110 ár.Símun Oliver Johannesen, málari, 110 ár 06-09-2010 Símun Oliver Johannesen, málari, 110 ár
Sunnadagin 5. septembur kl. 20:00 letur ein framsýning upp við málningum av Símun Oliver Johannesen í Ribarhúsi. Her verður sangur, tónleikur og røður. Rói Eliasen, ommubeiggjasonurin, spælir, og Ása Dam syngur. Frits, bróðursonur, og Heðin, systursonur, flyta fram røðu.
22. apríl í ár hevði Símun verið 110 ár. Hann var sonur Jóhannu Mariu og Thomas Jóhan Johannesen í Fuglafirði. Tey fingu 11 børn, og var Símun 5. elstur í hesum barnaflokki.
Símun er tann fyrsti fuglfirðingurin, ið fer at mála. Hann er tilkomin, áðrenn hann fer undir henda partin av yrki sínum. Símun var húsasmiður og snikkari. Hann hevði smíðað hjá Petur Snikk í Havnini. Hann var millum annað við til at smíða kirkjuna á Glyvrum, og verður onkuntíð nevndur Kirkju Símun
Símun giftist við Katrinu Lervig, ættað úr Lorvík. Tey fingu tvey børn, Fridu og Kerstin. Hann og Trina settu seg niður skamt frá Sandinum tætt við dansistovuna. Her búðu tey alt sítt lív.
Heimagjørt staffeli
Símun var farbróðir greinskrivaran og morbróðir Heðins. Frá barnaárunum minnist meg, tá stokkið varð inn á gólvið okkurt kvøldið, at Símun stóð í kjallaranum og málaði. Hann stóð og málaði við tað heimara kjallaravindeygað niðaneftir undir einari blankari 100 watts peru. Málningurin stoð á einum heimagjørdum staffelii. Hetta var ikki ein hvønndagssjón, ið tær untist at síggja. Eyðkendi málingalukturin av oljurivnari máling úr tupum, sum lógu á borðinum , førdi teg í ein øðrvísi heim, sum til tíðir kendist sum eitt ævintýr. Tað deyða, oljurivna, gav lív til vøksturin á løriftinum. Tað angaði av einari sjaldsamari urt, ið nam við forkunnugar sjónir, flutti teg burtur frá ítøkiligum, heimføðisligum ímyndum til fjálgar málningar.
Í kjallaranum spíraðu málningarnir, natúrlýsingar av bygdum, bygdaløgum, bergi og fjøllum.
Sandurin og Lorvíksfjall
Sandurin og Lorvíksfjallið var yndismyndin hjá Símuni. Hann hevði palettin uttanfyri. Hetta kunnu føroyskir listamenn sannað, at svá er. Litirnir eru uttanfyri. Teir eru dygst við vindeygað. Lorvíksfjallið gav honum íblástur. Ofta datt skaddan inn um Gøtueiðið, ella hon hekk um tindin í summarløtum.
Hugnaligt og heimligt var tað, tá ið mánin hekk uppi yvir Tyrlunum, og ljósið spældi sær umdir Varmakeldueiðinum og nam við aldurnar á Sandinum, sum drógu ein part av hesum ljósi til sín. Tað kundi tykjast, at hann lat fjallið í ymiskan búna og vildi greiða fólki frá, at eitt fjall var ikki bara eitt fjall, men tað livdi og andaði í ljósi og spæli. Litkornini lyfti tað burtur í ævintýr og eina dreymaverð, skapað undir kønu hond Símunnar.
Símun var tann fyrsti í bygd okkara, ið fór undir at mála málningar og hanga fleiri av hesum málningum víða um og prýða veggir og stovur. Hann var eisini við á Málningaframsýningini á Varmakeldu í mong ár. Hann andaðist 23. mars 1983.
Frits Johannesen
| | | Metmánaði hjá Fuglafjarðar Havn.Metmánaði hjá Fuglafjarðar Havn 01-09-2010 Í august mánaða vóru 106 skipavitjanir á tilsamans 240.000 brutto tons á Fuglafirði.
Hetta var besti mánaðurin í tonnagu nakrantíð.
Annað metið varð sett tá ið stóra farmaskipið M/V Caly Manx tann 14. august kom á Fuglafjørð at bunkra frá Effo Bunkers.
Skipið, ið er 190 metur langt og 32 metur breitt kom úr Canada ígjøgnum Panama veitina via Fuglafjørð til Finlands við 50.000 tonsum av koli.
Hetta man vera størsti farmur, á einum kjøli, ið nakrantíð hevur verið á Fuglafirði.
Við sínum útivið 13 metur djúpgangi var ikki nógv út at geva við oljukaiina í Fuglafirði
| | | Summarfrí.Summarfrí 12-07-2010 Kommunuskrivstovan verður afturlatin frá:
26. juli – 30. juli 2010.
Fuglafjarðar kommuna
info@fuglafjordur.fo
| | | Fuglafjarðar kommuna bjóðar til morgunmat í Mentanarhúsinum 3. juli 2010, sí hjál. Varmakelduskrá..Fuglafjarðar kommuna bjóðar til morgunmat í Mentanarhúsinum 3. juli 2010, sí hjál. Varmakelduskrá. 28-06-2010 Eins og á Varmakeldu í fjørð, bjóðar Fuglafjarðar kommuna til morgunmat í Mentanarhúsinum, har øll eru vælkomin. Morgunmaturin byrjar kl. 9 leygarmorgunin 3. juli 2010 og endar kl. 12.
| | | "Ólavur Halgi" dagur í Fuglafirði."Ólavur Halgi" dagur í Fuglafirði 26-06-2010 “Ólavur Halga – dagur” í Fuglafirði.
Í november í fjør vóru 50 ár liðin, síðan portugalstrolarin, Ólavur Halgi, fyrstu ferð stevndi inn á Fuglafjørð. Hesin trolarin fekk stóran týdning fyri bygdina – og mangir vóru teir unglingar allastaðni frá í landinum, sum fingu sína sjómansuppaling har umborð.
Leygardagin, 7. aug. 2010, verður skipað fyri samkomu á Muntra í Fuglafirði fyri allar teir (tey), sum hava siglt við Ólavi Halga.
Byrjað verður kl. 14, og ætlanin er at vera saman til út á kvøldið og geva høvi at hugleiða og minnast aftur á góðar gamlar dagar.
Í sambandi við tiltakið borðreiðir Muntra við grýturætti og kaffi og køkum.
Fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð, men av praktiskum grundum er neyðugt at melda til. Hetta verður gjørt við at gjalda 150 kr. inn á kontu í Eik Banka nr. 9181 – 9854373.
Vegna fyrireikararnar,
Bernhard Samuelsen, 444664 / 226954
Jógvan á Lakjuni, 444440 / 212440
Tummas Lambastein
| | | Jóansøkuhald í Fuglafirði við eldstað Tórs heimi á Oyruni.Jóansøkuhald í Fuglafirði við eldstað Tórs heimi á Oyruni 22-06-2010 Jóansøkuhald í Fuglafirði við eldstað Tórs heimi á Oyruni.
25. juni 2010, kl 19, verður nýggja felagsgrillin, Hugin & Munin, handað borgarunum til brúks.
Tummas Lambastein bjóðar vælkomin og greiðir frá um eldstaðin og grillina.
Grillin verður heit og til reiðar at leggja steikimat á kl. 19. Í meðan flytur okkara Frits fram røðu fyri at gera eitt sindur av stási burtur úr hesum nýggja elstaði Tórs og grillini Hugin & Munin.
(Fólk mugu sjálvi hava steikimat við).
Fuglafjarðar Hornorkestur setur – sum næstan altíð, tá ið vit eiga okkurt at gleðast um - sín góða dám á løtuna við nøkrum væl blástum løgum.
Annars verður eisini felagssangur.
Øll eru vælkomin!
| | | Hellurnar fingið vatnreinsiverk..Hellurnar fingið vatnreinsiverk. 15-06-2010 Mánadagin 14. juni kl 17:00 var vatnreinsiverkið á Hellunum tikið í nýtslu.
Tað var formaðurin í Hellunevndini Elibert Kerá, ið trýsti á startknøttin.
Umboð fyri Býráðið, býráðsfyrisitingina og vatnmeistarin møttu upp og vóru fleiri Hellufólk eisini til staðar.
Í góðveðrinum høvdu bygdafólkini dekkað kaffiborð í túninum frammanfyri lítlu og snotuligu húsinum, ið hýsir vatnreinsiverkinum.
Borgarstjórin Sigurð S. Simonsen og varaborgarstjórin Dánjal Vang tóku orðið og fegnaðust um, at nú vóru drekkivatns viðurskiftini komin upp á pláss eins og kloakkviðurskiftini komu í rættlag í fjør.
Næsta stigið er at gera ruskplássið nøktandi.
Jórun Eið Johannesen, limur í Hellunevndini, takkaði vegna bygdarfólkið býráðnum fyri, tað ið gjørt var og helt fyri, at nú kundi hon óttaleys seta vatnkannuna á borið, uttan at blanda saft uppí.
Íroknað lendiskeyp er samlaður kostnaðurin fyri vatnreinsiverkið umleið 530.000 kr.
| | | Dagstovnurin nýggjan leiðara.Dagstovnurin nýggjan leiðara 01-06-2010 Fuglafjarðar býrað hevur í farnu viku sett Marius Joensen av Skála sum leiðara á Dagstovninum í Fuglafirði. Marius, ið er 31 ára gamal, er bachelor í námsfrøði, umframt at hann hevur kanditatútbúgving í námsfrøðisligari sálarfrøði. Marius tekur við starvinum tann 1. juli eftir Julionnu Næs úr Leirvík, sum hevur verið leiðari á stovninum síðani 1. desembur 1990.
Kommunan ynskir hervið at takka Julionnu fyri dygdargott arbeiði í hesi mongu ár, samstundis sum vit siga vælkomin til Marius Joensen.
| | | Eldstaður Tórs.Eldstaður Tórs 21-05-2010 Eldstaður Tórs.
Hann er gjørdur heimi á Oyruni, og meiningin er, at hann skal verða til gagns fyri bygdarfólkið.
Bara tey minnast til ikki at koyra ov nógv í hann. Fyri at fáa hugna, er ikki neyðugt við stórum báli; men bara tað logar, so er hugnin har.
Meiningin er at laða grót um hann seinni, soleiðis at hann fellur inn í landslagið.
Kommunan hevur latið tilfar.
Karl og Eyðun hava gjørt hann eftir arbeiðstíð, og Thomas hevur hjálpt til.
Hugskot: Thomas Lambastein
Mai / 2010
| | | Grillin Hugin og Munin.Grillin Hugin og Munin 20-05-2010 Grillin: Hugin og Munin
Ravnarnir hjá Óðini, sum fara út har, ið alt hendur og bera so boðini til Óðin, navnið er valt til grillina, tí at hon er ætlað til at brúka har, ið nakað hendur.
Kommunan eigur grillina Hugin og Munin, og um hon skal lænast, so er bara at spyrja har, hon kemur allarhelst at verða goymd í koksinum, har hon kemur at standa gott.
Einasta treyt er, at hon verður lætin aftur í sama standi - eingin rist brotin - og so skal hon eisini vera rein. Ein máti at reinsa ristina við, er at smyrja hana inn við pensil-reins ella ovn-reins.
Hugin og Munin er gjørd hjá Petur Larsen. Kommunan hevur goldið tilfarið, og tvørstengurnar til ristina hava JT-Eletrik latið.
Atli og Uni eiga meginpartin av arbeiðinum, og Tummas hevur hjálpt teimum.
Hugskot: Thomas Lambastein
Vónandi verður Hugin og Munin til gagns fyri alt bygdarfólkið.
Nyttugar upplýsingar:
40 kg av trækoli vara í umleið 6 tímar.
Hon skal trykkspulast eftir brúk.
Ristirnar til mat gerast reinar, soleiðis at tær eru klárar til næstu ferð.
Fyri at lætta um hettar, er best at smyrja tær inn við pensil ella ovn-reins.
Hugskot: Thomas Lambastein
Mei /2010
| | | Kunnandi fundur um frítíðarskúlan Kambur, verður fyri árgang 2003.Kunnandi fundur um frítíðarskúlan Kambur, verður fyri árgang 2003 20-05-2010 Kunnandi fundur
um frítíðarskúlan Kambur, verður fyri árgang 2003
Mikudagin 26. mai 2010, frá klokkan 16.00 til 18.00.
Børn og foreldur verða boðin til ein kunnandi fund og innskriving til frítíðarskúlan Kambur.
Her fáa tit møguleikan, at vitja og hitta okkum, ið starvast á Kambi.
Vit fara samstundis, at nýta høvi, at kunna um hvørjar ætlanir eru komandi ár, hvørjar tankar vit grunda virksemi á, og hvussu stovnurin er skipaður.
Børn og foreldur eru vælkomin.
Vinarliga
Kambur
Jógvan Philbrow
Leiðari, tlf. 73 77 91
Teldupost: frifugl@fuglafjordur.fo
| | | Frits í Listaglugganum.Frits í Listaglugganum 19-05-2010 Frits Johannesen letur upp málningaframsýning í Listaglugganum í Dr. Jacobsensgøtu 15 í Havn kl 16:00 fríggjadafgin tann 21. Mai.
| | | Siloakórið konsert á hvítusunnu.Siloakórið konsert á hvítusunnu 17-05-2010 Annan hvítusunnudag, 24. mai kl. 20, fer sangkórið í Siloa at hava konsert í Fuglafirði. Konsertin verður í Siloa, ið fyri stuttum er tikið í nýtslu aftur eftir umfatandi nýgerð - ikki minst á tí tøkniliga økinum.
Í Siloakórinum eru einir 25 sangarar. Skráin á konsertini er rættiliga fjølbroytt við bæði yngri og eldri tilfari, og meginparturin er rútmiskir sangir. Tey, sum spæla undir, eru Jóhannes Simonsen, klaver, David Simonsen, bass, Elsa Sevdal, gittar, og Rógvi á Lakjuni, trummur.
Á konsertini fer nýstovnað barnakór í Siloa eisini at syngja nakrar sangir. Eydna Jacobsen skipar fyri saman við Eyðun á Lakjuni, sum eisini stjórnar Siloakórinum.
| | | Myndaframsýning í Ribarhúsi.Myndaframsýning í Ribarhúsi 13-05-2010 Sunnukvøldið 16.mai kl. 19:30 letur ein myndaframsýning (málningar,
áseymaðar myndir og foto ) upp í Ribarhúsið í Fuglafirði. Tey, ið sýna fram eru: Rógvi á Lakjuni, Øssur Mohr, Heðin Kambsdal, Anni Haraldsen, Bjørg Mohr Anderssen og Frits Johannesen. Tónkleikur verður eisini á skránni. Jógvan Joensen, Rúni Hentze og møguliga Bárður á Lakjuni fara at syngja og spæla.
| | | Starv sum havnaumsjónamaður.Starv sum havnaumsjónamaður 11-05-2010
J.nr. F.K. 2010-003-0141
Dato: 11. mai 2010
Okkara ref. JFL/
e-mail: jfl@fuglafjordur..fo
Heimasíða: www.fuglafjordur.fo
Starv sum
havnaumsjónamaður
við Fuglafjarðar havn
Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. juli 2010 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
Førleikakrøv: Útbúgving sum skipsførari og førleika í enskum máli bæði í skrift og talu, somuleiðis sum tú skal duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga í føroyskum og haraftrat hava teldukunnleika á brúkarastøði.
Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafjarðar havn.
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.
Setanarviðurskifti:
starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm.
Starvstreytir: Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hevur tú áhuga
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 02. juni 2010 kl. 16.00.
Fleiri upplýsningar
um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted, havnameistara á telefon 737750, Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.
Fuglafjørður, tann 11. mai 2010
Fuglafjarðar kommuna
| | | Kunnandi fundur um forskúlan Kambur, árgang 2004.Kunnandi fundur um forskúlan Kambur, árgang 2004 06-05-2010
Kunnandi fundur
um forskúlan Kambur, árgang 2004, verður
Mikudagin 19. mai 2010, frá klokkan 16.00 til 18.00.
Børn og foreldur verða boðin til ein kunnandi fund um forskúlan Kambur.
Her fáa tit møguleikan, at vitja og hitta okkum, ið starvast á Kambi.
Vit fara samstundis, at nýta høvi, at kunna um hvørjar ætlanir eru komandi ár, hvørjar tankar vit grunda virksemi á, og hvussu stovnurin er skipaður.
Børn og foreldur eru vælkomin.
Vinarliga
For- og frítíðarskúlin Kambur
Jógvan Philbrow
Leiðari, tlf. 73 77 91
Teldupost: frifugl@fuglafjordur.fo
| | | Upplýsandi fundur um demens verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, 10. mai, kl 19.00.Upplýsandi fundur um demens verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, 10. mai, kl 19.00 05-05-2010
Føroyskir Demenssamskiparar
Hyggið her!
Upplýsandi fundur um demens verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, 10. mai, kl 19.00
Skrá:
Reidun Magnussen, formaður fyri Føroyskar demenssamskiparar, greiðir frá felagnum og bjóðar vælkomin.
Jónvør Christiansen, eldraráðgevi í Tórshavnar Kommunu, greiðir frá, hvat demensur er.
Unn Justinussen, deildarleiðari fyri demensdeildunum á Runavíkar Ellis- og Røktarheimi, greiðir frá samskiftinum við tann demensrakta .
Kaffisteðgur.
Sigrun Mohr, fráfarandi formaður í Alzheimersfelagnum, sigur frá, hvussu tað er at vera avvarðandi til ein dementan persón.
Høvi verður at seta spurningar.
Ætlanin er at verða liðug kl. 21.00.
Vælkomin!
Vegna demenssamskipararnar
Malan, Reidun, Lis og Unna
| | | Árliga Flaggdagshaldið.Árliga Flaggdagshaldið 22-04-2010 Fuglafjarðar Hornorkestur skipar fyri árliga flaggdagshaldinum í Fuglafirði, sum í ár verður á torginum uttanfyri Mentanarhúsið. Flaggdagshaldið byrjar kl. 14 við horntónleiki, síðani verður flaggdagsrøðan, sum í ár verður hildin av Max C. Weihe.
| | | Konsert við studentaskúlanæmingum fríggjakvøldið 23. apríl kl 20.Konsert við studentaskúlanæmingum fríggjakvøldið 23. apríl kl 20 21-04-2010 Stór konsert við rútmiskum tónleiki verður nú fríggjakvøldið kl. 20 í Mentanarhúsinum. Tað eru næmingar í studentaskúlunum í Hoydølum og á Kambsdali, sum fara at framføra rútmiskan tónleik.
Talan er um næmingar, sum hava tónleik á miðstigi ella hástigi.
Ein stórur partur av tíðini verður sum vera man nýttur til at spæla tónleik. Nú próvtøkan stundar til, verður nógv vant, og fríggjakvøldið verður høvi hjá øllum at hoyra, hvussu góð venjingarstøðan er.
Tónleikurin verður býttur upp soleiðis, at av Kambsdali luttaka tríggir bólkar og úr Hoydølum einir 4 – 5 bólkar.
Lærararnir, ið undirvísa í tónleiki í studentaskúlunum eru, Hans Pauli Tórgarð og Eyðun á Lakjuni á Kambsdali, og Hans Olivur Joensen, Hans Pauli Tórgarð og Zacharias Sørensen í Hoydølum.
Almenna konsertin verður fríggjakvøldið klokkan 20 og kostar 80 kr.
| | | Konsert við Duo Modus verður í mentanarhúsinum sunnukvøldið 21.mars kl 19.30.Konsert við Duo Modus verður í mentanarhúsinum sunnukvøldið 21.mars kl 19.30 19-03-2010 UM DUO MODUS:
Í Duo Modus spæla violinleikarin Marta Libalová og Jytte von Rüden, sum spælir á koncert-accordeon. Duoin varð stovnað í 1996 og beinanvegin varð stórur áhugi fyri hesi óvanligu duo. Duoin er sjáldsom í síni instrumentsamanseting og spælir kamartónleik á høgum altjóða støði.
Óvanliga klangkombinatiónin gevur tónleikinum heilt nýggjar hugvekjandi dimensiónir, sum bæði vekja áhuga millum vanligu lurtararnar og tónleika-fakfolk. Ein ummælari í Prag segði: “Tey spæla sum komu tey frá einum fremmandum heimi. Hetta skal ein hoyra, síggja og uppliva. Hetta kann ikki greiðast frá.”
Duoin hevur spælt til konsertir í ymsum londum í Europa og í Asien og hevur verið bjóðað til kenda tónleikafestivalin “Chamber music connects the World” har millum annað Gidon Kremer og Guarneri-kvartettin eisini luttaka. Báðir tónleikararnir eru dómarar við altjóða kamarmusikkappingum og eru lærarar á konservatoriinum í Århus.
Í Danmark hevur Duo Modus fleiri ferðir spælt fyri danska kongahúsinum, statsministaranum, stjórnini og Nordiska Ministararáðnum. Harafturat hevur duoin fingið legat frá Kong Frederik og Dronning Ingrids Fond.
Tvær CD-fløgur hjá teimum verða ofta spældar í radio í Europa. Tann seinasta av hesum, sum hevur heiti “Duo Modus in another way”, var í Danmarks Radio kosin til vikunar CD. Tær hava eisini fleiri ferðir spælt live í Danmarks Radio.
Repertoirið umfatar tónleik af eini langari røð av komponistum. Millum annað Bach, Vivaldi, Schubert, Dvorák, Strawinsky, Debussy, de Falla, Gerschwin, Schnittke og Piazzolla – tónleikur, sum tónleikararnir sjálvir hava skipað, so tey hóska til duoina. Anders Koppel hevur skrivað heimsins fyrstu dupultkonsert fyri akkordeon, violin og symfoniorkestur til Duo Modus og Ole Schmidt tilognaði teimum eisini eitt verk fyri hesi somu instrumentir og kamarorkestur.
Duo Modus brýtur mørk niður innan klassiska tónleikaheimin. Tónleikurin er traditionellur samstundis sum hann er nýggjur. Nýggj ljóðføris-samanseting - nýtt repertiore – ein nýggj tónleikaverð.
Duo modus er ein uppliving fyri oyru og eygu og eftir eru tónleikalig upplivilsi sum røkka langt út um tað vanliga. Ein list sum skapar gleði og fragd.
Marta Libalová er tjekkiskur/danskur violinleikari. Hon varð sett sum docentur á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus í 1993.
Jytte Niendorf von Rüden er danskur accordeonistur. Docentur Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus síðan 1983. Hon hevur vunnið heiðursmerki í nationalum og internationalum tónleikakappingum, spælt á festivalum og er eisini dómari í kappingum í inn- og útlondum.
Tær hava báðar vunnið heiðursmerkir í nationalum og internationalum tónleikakappingum og hildi eitt ótal av konsertum sum solistar og sum kamartónleikarar. Tær hava báðar spælt bæði í radio og TV og á fleiri fløguinnspælingum
| | | Tónleikarar á veg í mentanarhúsinum hóskvøldið 18. mars kl. 20.00.Tónleikarar á veg í mentanarhúsinum hóskvøldið 18. mars kl. 20.00 16-03-2010 “Framtíðin er okkara og vit vísa tykkum, hvat ið tit kunnu vænta, samstundis sum vit fara aftur í tíðina til gomlu meistararnar, ið løgdu grundarlagið, bæði innan rútmiskan-, jazz-, impro- og klassiskan tónleik. Men nú fáa tit framtíðina, at kenna innan føroyskan tónleik!”
Nakað soleiðis kundi verið tikið samanum, nú konsertrøðin “Tónleikarar á veg” hevur sínar seinastu konsertir í hesum konsertárinum.
Væl hevur gingist í hond á konsertunum kring landið hjá teim ungu tónleikaspírunum úr Musikkskúla Miðnámi, ið Hedvig Westerlund-Kapnas í Norðurlandahúsinum, saman við Tórshavnar Musikkskúla, hevur skipað fyri í vetur. Nógvur ymiskur tónleikur hevur verið á skránni og mørk eru brotin niður millum vanligan klassiskan, rútmiskan og improvisatiónstónleik.
Nú fer komandi ættarliðið av tónleikarum at vísa okkum, hvat ið fyriferst hjá tónaskøldunum, ið skriva tónleik í dag. Spildunýggjur tónar, beinleiðis skrivaður til ljóðførini hjá ungu solistunum, framført á palli fyri fyrstu ferð. Einki minni.
Harafturat fara tey at framføra tónleik fyri kór, m.a. eina serstøk útgáva av lagnum “Tú” hjá Terja Rasmussen. Hetta, í spennandi útseting hjá fyrrverandi musikkskúlanæminginum Trónda Bogasyni, ið sum tónaskald hevur miklan framburð uttanlands.
Einki løgið, at ungu tónleikaspírarnir knappliga leggja ljóðførini frá sær og lata røddina ljóma og framføra nakrar kórsatsir. Røddin er fremsta ljóðførið, ið okkum er givið, Sum liður í útbúgving teirra sum tónleikarar, so skulu tey eisini læra at nýta røddina og hevur Musikkskúla Miðnám sjálvandi eitt vælmannað kór við ungum, góðum røddum.
Skráin er fjølbroytt. Ungu tónaskøldini lata seg ikki so lætt binda niður í stíli og heitum, ið vit alt ov ofta royna at smoyggja omanyvir tónleik, so tit kunnu vænta tykkum eina spenandi løtu í Mentanarhúsinum hóskvøldið 18. mars kl. 20.00 og í Norðurlandahúsinum sunnudagin 21. mars kl. 16.00.
Sunleif Rasmussen stjórnar tónleikinum. Konsertin varir í slakan tíma.
Atgongumerki á kr. 80,- og skrá á www.nlh.fo
Tónleikarar: Maria Heinesen, Ragnar F. Andreasen, violin – Pól Jespersen, bratsj - Anna á Váli Smith og Kristina Smith, Rúni Bláfoss, sello – Irena Á. Joensen, klarinett – Sissal Magnussen, fagott – Rúni Hentze, trompet – Birita Mortensen, horn – Jens Knudsen, trombon - Oluf Dam, klaver – Alvi Joensen, guitar - Jan Rúni Poulsen, trummur – Ísak Petersen, bass
Tónaskøld: Sámal Jákup Jakobsen og Ólavur Larsen
Miðnámskórið MUMI
Samskipari: Ólavur Jakobsen
| | | Verkætlan uppisjóvar matvøruvirki -tíðindaskriv borgarstjórin.Verkætlan uppisjóvar matvøruvirki -tíðindaskriv borgarstjórin 11-03-2010 Uppisjóvar matvøruvirki
Fuglafjarðar kommuna ynskir at økja um virksemið í kommununi á øllum økjum, og við atliti til sjóvinnu eru enn ótroyttar leiðir hjá kommununi at fara.
Visión:
Fuglafjørður hevur eitt av sínum langtíðarmálum at verða ein altjóða maritimur depil fyri móttøku, framleiðslu og tænastuveitingar til alla sjóvinnur.
Tann maritimi tænastudepilin í Fuglafirði verður framhaldandi bygdur út í stigum.
Skal Fuglafjørður standa seg í kappingini um tilfeingi úr havinum, er neyðugt at gera karmarnar fyri íløgum í økinum enn meira jaligar.
Seinnu árini er havnalagið útbygt nógv, og í tann mun, ráð eru til tess, eigur kommunan framvegis at stimbra synergi-effektir bæði fyri verandi virksemi og komandi íleggjarar.
Sum er, er ikki møguligt hjá skipum at landa uppisjóvarfisk til matvøruframleiðslu í Fuglafirði. Ein munandi og alsamt vaksandi partur av uppisjóvarfiski, ið verður veiddur í Norðuratlandshavi, verður nú framleiddur til matvøru.
Til tess at útvega grundarlag fyri íløgum í hesa vaksandi framleiðslugrein, ynskir Fuglafjarðar kommuna “at bjóða fram øki til eitt slíkt virki”.
Í hesum sambandi samtykti býráðið 24. september 2009, at brúkast skuldi konsulenthjálp til at gera eina frágreiðing (Prospekt), ið skuldi lýsa partar av grundarlagnum fyri einum uppisjóvarvirki í Fuglafirði.
Farec International v/Óla Samró, búskaparfrøðingi fekk uppgávuna og 25. februar 2010 legði Óli frágreiðingina (Prospektið) fram fyri býráðið. Eisini varð uppskot til eina 20 ára útbyggingarætlan fyri Fuglafjarðar havn, ið hann saman við býráðsfyrisitingini hevði gjørt, løgd fram.
1. mars 2010 varð prospektið saman við útbyggingarætlanini kunnað einum væluppmøttum stjóraliði frá lokalu vinnuni.
4. mars samtykti býráðið at fara víðari við málinum og royna at fáa áhugaðar íleggjarar at koma higar at gera íløgur í eitt nýtt uppisjóvar matvøruvirki á havnalagnum.
Fuglafjørður, tann 11. mars 2010
Sigurð S. Simonsen
borgarstjóri
| | | Klaversnillingurin Alexandro Pirojenko í mentanarhúsinum.Klaversnillingurin Alexandro Pirojenko í mentanarhúsinum 03-03-2010 Sunnudagin 7. mars kl. 16 fer ungi russiski klaverleikarin Alexandro Pirojenko at hava konsert í mentanarhúsinum. Pirojenko er víðagitin og hevur havt konsertir runt um allan heimin. Eisini hevur hann vunnið nógvar altjóða prísir fyri framúrskarandi spæl sítt.
Sunnudagin fer hann her í Fuglafirði at spæla verk eftir pólska tónaskaldinum Chopin og eftir russiska tónaskaldinum Rachmaninoff.
Kostnaður fyri konsertina er kr 100. Musikkskúlanæmingar sleppa inn ókeypis.
| | | Fuglafjarðar sløkkilið nýggjan skimmara..Fuglafjarðar sløkkilið nýggjan skimmara. 25-02-2010 Krøvini til “tilbúgvingina” eru økt munandi, nú síðani oljuterminalurin lat upp fyri hálvum øðrum ári síðani.
Havumhvørvislógin áestur, at tað eru kommunustýrini, ið hava ábyrgd av at basa olju- og kemikaliudálking, herundir fram við bryggjum og havnaløgum og bátahyljum.
Hesa ábyrgd roynir kommunan at liva upp til og hevur útvega sær væl av útgerð í hesum sambandi.
Ein nýggj stór oljusperra kom aftrat í 2009, umframt onnur útgerð, eitt nú ein nýggjur skjóttgangandi innsatsbátur.
Tann seinasta útveganin til okkara sløkkilið og tí kommunalu tilbúgvingina er so hesin oljuskimmarin, ið kann sópa upp tungolju av sjónum. Ikki er slík útgerð bílig, einar 300 túsund krónur kostar skimmarin, men so er hann tann einasti í Føroyum, ið megnar hesa uppgávuna.
Umframt henda nýggja ræður tilbúgvingin yvir einum minni skimmara til lættari olju eisini.
Kommunan hevur samanlagt gjørt íløgur í tilbúgvingarútgerð fyri kr. 2,5 mió. seinastu 2 árini.
Tað er Fuglafjarðar sløkkilið við brunaleiðaranum Jóhann Clementsen á odda og Fuglafjarðar havn við havnameistaranum Rólanti Højsted á odda, ið saman við vinnuni taka sær av lokalu tilbúgvingini.
| | | Tónleikarar á veg í mentanarhúsinum.Tónleikarar á veg í mentanarhúsinum 16-02-2010 Hóskvøldið tann 18. feb. kl. 20 verður konsert í mentanarhúsinum við næmingum úr musikkskúla miðnámi, sum fara at famføra klassiskan tónleik.
Skráin er hendan:
Johannes Brahms:
Klarinett trio 1. satsur
Billa M. Sandoy, klarinett
Kristina á Váli, sello
Oluf Dam, klaver
C.P.E.Bach:
Elsa Maria Dam, floyta
Sissal Magnussen, fagott
Rógvi Dalsgarð, klaver
Joseph Haydn Trio
Maria Heinesen, violin
Anna á Váli Smith, sello
Jósef Olsen, klaver
W.A.Mozart: Trio
Marta Torkilsdóttir Johannesen , floyta
Irena Áarberg Joensen, klarinett
Sissal Magnussen, fagott
Antonio Vivaldi: Andante (ltr. J.O Eriksson)
Alvi Joensen, gittar
Jóhannes Múller, gittar
Maria Olsen, gittar
Tróndur Høgnason, gittar
Abreu/Ferrer: Tico-tico no Fuba (ltr. Tom Roy Nielsen)
Alvi Joensen, gittar
Jóhannes Múller, gittar
Maria Olsen, gittar
Tróndur Høgnason, gittar
| | | Stuðulspolitikkur í Fuglafjarðar Kommunu í 2009.Stuðulspolitikkur í Fuglafjarðar Kommunu í 2009 15-02-2010
| | | Fuglafjarðar Havn egna heimasíðu.Fuglafjarðar Havn egna heimasíðu 08-02-2010 Á www.portoffuglafjordur.com kann ein dagliga fylgja við skipaferðsluni við Fuglafjarðar Havn.
Tær alsamt vaksandi vitjaninar av útlendskum skipum ger, at teksturin verður skrivaður á enskum máli eisini.
| | | Laksaportiónsvirkið letur upp..Laksaportiónsvirkið letur upp. 05-02-2010 Álítandi keldur siga frá, at virkið letur uppaftur einaferð í mars mánaði 2010.
Eini 40 fólk koma í fyrsta umfari at fáa arbeiði á virkinum.
Virkið hevur ligið stilt nú í longri tíð. So tað er at fegnast um, at tað loksins sær út til at fara at eydnast, at fáa gongd á aftur.
Vit á kommununi, ynskja tykkum í vara av virkinum, alt tað besta og góðan byr framyvir.
| | | Tíðindaskriv frá Fuglafjarðar kommunu.Tíðindaskriv frá Fuglafjarðar kommunu 04-02-2010 Vaksandi skipaferðsla í Fuglafjarðar havn.
Januar 2010 setti met.
Bæði í 2008 og í 2009 er skipatalið vaksandi. Men tað er serliga bruttotonsatalið, ið veksur nógv, tað vil siga at tað eru gjøgnumgangandi størri skip, ið koma á Fuglafjørð.
Skipavitjanirnar í 2008 vórðu 728 og tonsatalið 1.105.000 (BT) brutto tons.
Skipavitjanirnar í 2009 vóru 759 og tonsatalið 1.370.000 brutto tons (BT).
Í januar mánaða í ár vóru 61 skipavitjanir, meðan tonsatalið BT vóru heili 202.000 og sosattt besti mánaði nakrantíð.
Stóru skipini, ið javnan vitja Faroe Bunkers, eru høvuðsorsøkirnar til vøksturin.
Fuglafjarðar kommuna
Sigurð S. Simonsen
borgarstjóri
| | | Tónleikarar á veg í mentanarhúsinum hósdagin 21. jan. kl.20.Tónleikarar á veg í mentanarhúsinum hósdagin 21. jan. kl.20 14-01-2010 Bestu næmingarnir í Musikkskúla Miðnámi framføra klassisk, rútmisk og crossover verk, eins og egnar kompositiónir.
Í ár hevur Norðurlandahúsið tikið stig til konsertrøðina “Tónleikarar á veg”. Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fimm hósdagar og í Norðurlandahúsinum ein leygardagur og fýra sunnudagar í vetur.
Konsertrøðin “Tónleikarar á veg” er ein samstarvsverkætlan millum Norðurlandahúsið, Mentanarhúsið í Fuglafirði og “Musikkskúla Miðnámi” í Tórshavnar Musikkskúla; ein fyrireikandi útbúgving til tey, ið verða mett at hava evni at klára upptøku til musikkonseratorium eftir 3 ára intensum lestri á musikkskúlanum.
Hetta gevur ungum tónleikarum ein møguleika at royna seg í konsert undir bestu umstøðum. Samstundis kann áhoyrarafjøldin læra tey at kenna longu nú, møguliga stuðla uppundir og geva teimum flog út í víðu verð.
Tað eru næmingarnir og framførslur teirra, ið eru í andgletti á konsertunum. Tey eru solistar og leika saman. Tey leika í rútmiskum og klassiskum bólkum, umframt at tey saman fara at framføra eitt crossover verk, har ið sjangrur verða tvinnaðar saman. Eisini fara tey at framføra tónleik hjá teimum næmingum, ið hava tónasmíð sum lærugrein.
Flestu næmingarnir, ið hava tikið Musikkskúla Miðnáms-prógv, eru longu ávegis í tónleikaheiminum. Seinnu árini eru næmingar komnir inn á lærdar tónlistaskúlar í Onglandi, Skottlandi, Danmark og Svøríki. Eisini er onkur fyrrverandi næmingur longu nú í ferð við blómandi virkisleið sum útinnandi tónleikari.
Í Musikkskúla Miðnámi ganga í løtuni 24 rútmiskar og klassiskar tónleikarar, umframt tónasmiðir
Skrá
(raðfylgjan kann broytast)
“Opnar huðrar”
“Stórt stykki”
Og nøkur smærri verk:
“Floytutvíkampur”
Marta Johannesen og Elsa Maria Dam á floytu
Remi K. Johannesen, slagverk
“Trio fyri 14 streingir”
Anna á Váli Smith og Kristina á Váli, sello
Ísak Petersen, 6 streingjaður elbassur, Per I. H. Petersen, slagverk
“Guitarduo mekanique”
Maria Olsen og Alvi Joensen, gittarar
“Frá stein til stein”
“Kavi”
Konni Kass Jacobsen, saksofon, Ísak Petersen, 6 streingjaður elbassur,
Búgvi J. Magnussen, slagverk, Kim Kristensen, tangentar
“Stór fet- smá fet”
“Hvør kemur?”
Jóhannes J. Müller, elgittari, Kim Kristensen, tangentar,
Remi K. Johannesen, slagverk, Karl Andrias Stórá, bassur.
Atgongumerki til konsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fáast við dyrnar.
| | | Stórfingin konsert í mentanarhúsinum við trio úr Jerusalem týskvøldið 12. jan. kl. 19.00.Stórfingin konsert í mentanarhúsinum við trio úr Jerusalem týskvøldið 12. jan. kl. 19.00 08-01-2010 Tónleikararnir í hesi trioini vóru allir sera væl kendir í sínum heimlondum, áðrenn teir fluttu til Ísrael. Afturat at spæla í trio virka teir allir sum solistar bæði í Ísrael og aðrastaðni. Trioin var stovnað í 1993 og hevur síðan tá regluliga havt konsertir í Ísrael og í øðrum londum. Repertoirið er stórt frá Haydn, Mozart, Rachmaninov, Ravel, Tchaikovsky, Shostakovich til nútímans ísraelskan tónleik. Í 2004 fekk trioin prísin “Benyamini” og apríl 2004 hevði hon konsert í París.
Limirnir í trio Is Shalem
Yuri Gluhovsky er føddur og uppvaksin í Ukraine. Hann hevur útbúgving frá musikkonservatoriinum í Gorki og varð aftaná lokna útbúgving lærari sama stað. Hann hevur spælt sum solistur við fleiri orkestrum. Hann vann sum solistur eina nationala tónleikarakapping í Ruslandi í 1989 og í 1990 sum fyrsti violinistur í einari strúkikvartet. Hann kom til Ísrael í 1991 og hevur síðan framført sum solistur og sum kamartónleikari í Ísrael og aðrastaðni. Síðan 2004 hevur hann verið konsertmeistari í Jerusalem Symfoniorkestrinum.
Alexander Sinelnikov hevur eina PhD-grad í framførslu á sello frá Rimsky-Korsakov Muskkonservatoriinum í St. Petersburg. Hann var eisini lærari sama stað og limur í Philharmoniska Orkestrinum í St. Petersburg. Hann kom til Ísrael í 1990, varð limur í kamarorkestrinum “Solanei ha Galil” (Galelei Solistarnir) og nøkur ár seinni í Ísraelska Camerata Orkestrinum í Jerusalem sum ein av 1. cellospælarunum. Hann hevur ferðast um alt Ísrael bæði sum orkesturleikari og sum solistur.
Gabriela Talroze – fekk prógv frá Rimsky-Korsakov Akademiinum í tónleiki í St. Petersburg. Aftaná próvtøkuna varð hon læarari sama stað. Áðrenn hon immigreraði til Ísrael í 1990, hevði Gabriela framført við Filharmoniska Orkestrinum í St. Petersborg. Í Ísrael hevur hon spælt saman við Jerusalem Symfoniorkestrinum og í ymiskum kamarorkestrum. Gabriela gevur frálæru í klaver og kamartónleiki á Musikkonservatoriinum í Jerusalem.
Skrá
W.A.Mozart - Trio in C-major K.V.548
Allegro - Andante cantabile - Allegro
Sergei Rachmaninoff-Elegiac Trio n.1 in g-minor (0ne movement)
Peter Brainer-Jazz Trio "To Dear Mr.Bach on His Birthday"
Preludio - Loure - Gavotte - Menuet - Bouree
Johannes Brahms-Trio No.3 op.101 in c-minor
Allegro energico - Presto non assai - Andante gracioso - Allegro molto
| | | Gleðilig jól.Gleðilig jól 17-12-2009 Fuglafjarðar Kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna.
| | | Fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju.Fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju 10-12-2009 Sunnudagin 13. desember kl.19.00 verður fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju.
Tey, sum fara at syngja og spæla, eru: Fuglafjarðar Hornorkestur
Fuglafjarðar Sangkór, Manskórið í Thabor,Teir 8, Bárður á Lakjuni við bólki og Helgi Midjord.
Konsertin verður í tveimum pørtum.
Í steðginum verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum.
Í sambandi við jólakonsertina er ein listaframsýning í kirkjusavninum við bíbilskum myndevnum.
| | | Stanley Samuelsen konsert í Fuglafjarðar kirkju.Stanley Samuelsen konsert í Fuglafjarðar kirkju 10-12-2009 Hósdagin 10. desember kl. 20.00 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju. Stanley Samuelsen syngur og spælir.
Stanley er fuglfirðingur, sum hevur búð í Danmark síðani 1970. Stanley hevur havt nógvar konsertir ymsastaðni í Danmark og í Føroyum. Hann hevur eisini havt konsertir í ymiskum kirkjum í Danmark, men hetta er fyrstu ferð, at hann hevur kirkjukonsert í Fuglafirði.
Á skránni verður eitt úrval av sálmum, sangum og føðilandssangum. Stanley hevur sjálvur gjørt fleiri av løgunum, sum verða framførd.
Konsertin er ókeypis, men høvi verður at stuðla konsertini við eini peningagávu.
| | | Næmingakonsert.Næmingakonsert 09-12-2009 Hóskvøldið 10. des. kl 19.00 fara næmingar úr Fuglafjarðar musikkskúla saman við Fuglafjarðar hornorkestri at hava næmingakonsert í fimleikarhøllini. Øll eru vælkomin at lurta.
| | | Jólatrøini í Fuglafjarðar kommunu verða tendrað.Jólatrøini í Fuglafjarðar kommunu verða tendrað 04-12-2009
| | | Andaktin, ið Eyðgerð Abrahamsen helt við minnisvarðan allahalgannadag 2009.Andaktin, ið Eyðgerð Abrahamsen helt við minnisvarðan allahalgannadag 2009 19-11-2009
| | | Jólahugni á Vesturstovu.Jólahugni á Vesturstovu 29-10-2009 Mánadagin 30 nov. kl 16.30 verður Jólahugni á Vesturstovu
| | | Stuðulstiltakið í Ribarhúsið í Fuglafirði.Stuðulstiltakið í Ribarhúsið í Fuglafirði 23-10-2009 00.01 Leygardagin 24. oktober verður Ribarhús í Fuglafirði karmur um stóra stuðulstiltakið Sahbai, ið hevur til endamáls at hjálpa gentum og kvinnum, sum eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og Thailandi.
Síðsta vikuskifti hevði Sahbai sítt fyrsta stuðulstiltak. Tiltakið, ið var í SMS, var sera væleydnað. Leygardagin verður so aftur møguleiki at keypa sær okkurt forkunnugt plagg ella tinganest úr fjareystri, tá skipað verður fyri asiatiskum marknaði. Møguleiki er at ogna sær turrikløð, silki inniskógvar, buksur, kryddurtir og mangt annað, ið er framleitt í Kambodja. Allur vinningurin fer óskerdur til at stuðla felagsskapum í Kambodja og Thailandi, sum hjálpa gentum og kvinnum at koma burtur úr skøkjulívi.
Hjálpartiltakið við asiatiska marknaðinum byrjar kl. 11 leygardagin og heldur fram til kl. 17.
| | | Innbjóðing til orkuráðstevnu í Fuglafirði 28. og 29. Oktobur.Innbjóðing til orkuráðstevnu í Fuglafirði 28. og 29. Oktobur 23-10-2009 Varandi orka skal gagnnýtast nógv meira, um vit skulu røkka málunum í nýggja veðurlagspolitikkinum og minka oljunýtsluna munandi. Orkudeplin á Kambsdali fær ein virknan leiklut við at vísa hvat ber til og framhaldandi at menna og kunna um loysnir, ið hóska seg til føroyska samfelagið. Orkudepilin verður nú tikin í nýtslu og er longu partur av fleiri millumtjóða verkætlanum um at skipa eina orkuráðgeving og ítøkiliga at fáa gongd á ætlanir um at gagnnýta varandi orku.
Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at tekna seg á http://nordsesil.wikispaces.com/Registration+-+Getting+sustainable+energy+projects+happening+in+small+communities
| | | Húsanummur.Húsanummur 14-10-2009 Tey, ið hava biðið um húsanummur, fáa hesi útflýggjaði á Kommunuskrivstovuni. Opið er frá kl. 10 - 15 gerandisdagar.
| | | Fuglafjarðar kirkja 25 ár.Fuglafjarðar kirkja 25 ár 27-05-2009 Hvítusunnudag 31. mai hevur Fuglafjarðar kirkja 25 ára hátíðardag. Kirkjan varð vígd hvítusunnudag 10. juni 1984. Hátíðargudstænasta verður hvítusunnudag kl.11.00, Jógvan Fríðriksson, biskupur og Uni Næs, sóknarprestur, prædika. Kórini Dacapo og Gospel Kids syngja.
2. hvítusunnudag verður kantata framførd í kirkjuni kl.16.00. Teksturin til kantatuna er úr Sálmi 84. John Høybye hevur skrivað tónleikin, og hann stjórnar eisini teimum trimum kórunum, sum fara at syngja: Fuglafjarðar sangkóri, Kamarkórinum og einum donskum kóri, DaCapo, úr Køge, sum vitjar um hvítsunnuna.
Øll eru vælkomin
Fuglafjarðar kirkja
| | | Heilsu- og rørsludagar í Fuglafirði.Heilsu- og rørsludagar í Fuglafirði 06-05-2009 Í sambandi við at 2009 er rørsluár verður skipað fyri heilsu- og rørsludøgum í Fuglafirði hósdagin 7. og leygardagin 11. mai. Endamálið við tiltøkunum er at varpa ljós á heilsu, rørslu og trivnaðan hjá tí einstaka.
Hósdagin 7. mai kl. 19.30 verður pallborðsfundur í Mentanarhúsinum við hesum luttakarum:
• Álvur Hansen – heilsa og venjing
• Dávur Winter – býarskipan og rørsla
• Heðin Thomsen, hjartalækni – rørsla og hjartasjúkur
• Hjartafelagið – upplýsing um felagið
• Ingunn Gardbo – BMI og at klænking
• Regin Jóanesarson – rørsla og psyka
• Tórmóður Stórá, yvirlækni – rørsla og psyka
• Umboð fyri Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Leygardagin 9. mai kl. 11.00 verður heilsurenning
Dagurin byrjar við at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, flytir fram røðu. Sìðani verður skipað fyri renning, har ymisk rennifeløg eisini eru við. Byrjað verður við Mentanarhúsið og rennast kunnu tveir ymiskir teinar, ávikavist 2,5 og knappar 5 kilometrar
Øll kunnu verða við til renningina, bæði tey sum eru von at renna, og tey, ið ikki eru von at halda seg framat. Eisini ber til at ganga teinarnar.
Øll sum luttaka eru við í lutakasti um 10 vinningar frá handlum í Fuglafirði.
Tiltøkini eru ókeypis.
| | | Flaggdagurin í Fuglafirði.Flaggdagurin í Fuglafirði 27-04-2009 Fitt av fólki var komið saman flaggdagin, tá ið Fuglafjarðar Hornorkestur og ÍF kappróður skipaðu fyri flaggdagshaldi í Fuglafirði.
Sum siður er, var sjálvt hátíðarhaldið við bókasavnið á Bug, har Fuglafjarðar hornorkestur spældi og Kristina T. Larsen flutti fram røðu. Røðan er viðheft í PDF-formi.
Eftir hátíðarhaldið bjóðaði ÍF kappróður øllum oman í kappróðrarneystið í Støð. Kaffi og køka varð sett fyri gestirnar, og hesir fingu høvið at síggja snotuliga og nýinnrættaða neyst felagsins. Aftaná vórðu 5-mannafarið Erla Kongsdóttir og 6-mannafarið Rádni flotað.
| | | Alexandur Kristiansen 60 ár.Alexandur Kristiansen 60 ár 23-04-2009 Týskvøldið 28. apríl 2009 kl. 20 verður heiðurskvøld í Mentanarhúsinum fyri Alexanduri Kristiansen í sambandi við 60-ára føðingardag hansara, sum er 23. apríl.
Á skránni verður upplestur, sangur og tónleikur. Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, og Dánjal Vang, varaborgarstjóri, fara at flyta fram røðu, og Gunnar Hoydal fer at hugleiða um skaldskap Alexandur Kristiansens.
Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin, meðan børn hava ókeypis atgongd.
| | | Rúni Hentze 1. virðisløn í tónleikakapping.Rúni Hentze 1. virðisløn í tónleikakapping 22-04-2009 14-ára gamli trompetleikarin Rúni Hentze av Kambsdali vann um vikuskiftið 1. virðisløn í donsku tónleikakappingini ”Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence.”
Tilsamans 105 luttakarar úr øllum ríkinum vóru teknaðir til kappingina í Keypmannahavn, sum vendir sær til børn og ung undir 17-ára aldur. Treytin fyri at tekna seg er annars, at viðkomandi hevur fingið undirvísing í musikkskúla í minsta lagi í 2 ár. Ein dómsnevnd tekur síðan støðu millum innkomnar umsóknir um upptøku.
Rúni Hentze hevur áður luttikið á Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence. Í 2007 vann hann 2. virðisløn og í 2008 vann hann 1. virðisløn umframt talentvirðislønina.
Meira stendur at lesa um kappingina á heimasíðu Berlingske Tidende, www.berlingske.dk.
| | | Mong skip um páskirnar.Mong skip um páskirnar 15-04-2009 Rættiliga nógv virksemi hevur verið í Fuglafirði um páskirnar, og mong fremmand skip hava verið á fjørðinum.
Av havnaskrivstovuni í Fuglafirði frætta vit, at fýra norsk, tvey írsk og eitt íslandskt skip hava landað tilsamans 7.000 tons av svartkjafti til Havnsbrún umframt 550 tons av frystum til Bergfrost.
Skipini hava eisini nýtt høvið at bunkra olju hjá Faroe Bunkers og at fáa gjørt eitthvørt við trolið hjá Vónini.
| | | Konsert í Mentanarhúsinum.Konsert í Mentanarhúsinum 01-04-2009 Hósdagin 2. apríl kl. 20 verður forkunnug konset í Mentanarhúsinum undir heitinum “Frá Ungarn til Danmarkar.” Tað eru kendi ungverski floytusnillinginum András Adorján og vælumtókti danski klaverleikarin Tove Lønskov, ið koma at framføra.
Í miðlunum er András Adorján nevndur fyri at vera ein tann besti floytuspælari í sínari generatión. Hann hevur verið solistur í symfoniorkestrum í Stockholm, Köln, Baden-Baden og München. Hann varð í 1978 settur sum professari í Musikhochschule i Köln og hevur undirvíst í Musikhochschule i München síðan 1996.
Tove Lønskov hevur undirvíst og hevur virkað nógv sum konsertpianistur – bæði solistur, kamartónleikari og akkompagnatørur. Hon hevur spælt saman við donskum symfoniorkestrum og hevur spælt klaver-duo saman við manni sínum pianistinum Rodolfo Llambias. Tey bæði hava spælt til konsertir nógva staðni í verðini, spælt inn fleiri fløgur og hava eisini fingið virðislønir fyri teirra samanspæl. Sum akkompagnatørur hevur Tove Lønskov spælt saman við kendum solistum sum Leonid Kogan, Jean Pierre Rampal og nú eisini András Adorján.
Skráin er viðheft niðanfyri; annars fáast gjøllari upplýsingar á heimasiðu konsertfelagsins, www.konsertfelag.net.
| | | Kappróðrarneystið tikið í nýtslu flaggdagin.Kappróðrarneystið tikið í nýtslu flaggdagin 27-03-2009 Neystið hjá kappróðrinum í Fuglafirði verður eftir ætlan tikið alment í nýtslu flaggdagin, 25. apríl. Í løtuni eru menn í holt við at mála og leggja seinastu hond á ymiskt smávegis, ið eftir er í 300m2 stóra bygningunum í Støð mitt í býnum.
Í neystinum er pláss fyri fimm bátum, og annars eru vælútgjørd venjingarhøli, skiftingar- og brúsuhøli, fundarhøli og verkstaður. Allur bygningurin er hitaður við hitapumpu. Økið uttanum er asfalterað, og nýggjur, góður dráttur er stoyptur.
Fuglafjørður er annars vælumboðaður í kappróðrinum í ár: 6-mannafarið Rádni er mannaður við monnum, 5-mannafarið Erla Kongsdóttir er mannað við kvinnum og dreingjum, og tvær manningar eru teknaðar til barnaróður.
| | | Fyrilestrar um páparættindi.Fyrilestrar um páparættindi 16-03-2009 Týskvøldið 17. mars kl. 19.30 skipar Javnstøðunevndin fyri fyrilestrarrøð um páparættindi í Mentanarhúsinum. Fyrilestrarhaldarar verða Jørgen Lorentzen, ið fer at tosa um leikluturin sum pápi og rættindi hjá pápum í søguligum og nútíðar høpi, og Lene Moyell Johansen, ið fer at tosa um foreldramyndugleika og samveru.
Endamálið við tiltakinum er at økja kunnleikan til páparættindi í føroyska samfelagnum og til, hvussu støðan hjá pápum í Føroyum er í mun til børnini, tá ið pápin og mamman ikki búgva saman.
Jørgen Lorentzen er søgufrøðingur og granskari við Lærda háskúlan í Oslo og Lene Moyell Johansen er løgfrøðingur og fulltrúi hjá Ríkisumboðnum. Orðstýrari er Solby Eliasen, journalistur.
Tiltøkini eru ókeypis og almenn, og Javnstøðunevndin vónar, at nógv fólk koma til hesi áhugaverdu og viðkomandi tiltøk.
| | | Lívligt kunningarkvøld á Handilsskúlanum.Lívligt kunningarkvøld á Handilsskúlanum 03-03-2009 Hóskvøldið 5. mars millum kl. 18 og 21 verður skipað fyri lívligum og øðrvísi kunningarkvøldi á Handilsskúlanum á Kambsdali.
Á skránni verða hugleiðingar, tónleikur og prát. Tvey fólk koma at hugleiða um lívsval, ungdóm og útbúgving; tey eru Solby Eliasen, journalistur og fyrrverandi handilsskúlanæmingur, og Theodor Olsen, prestur. Møguleiki verður eisini fyri at tosa við lærarar og næmingar um, hvussu tað er at ganga á skúlanum.
Á skránni er sjálvandi eisini góður tónleikur: Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson fara at spæla nøkur løg og kvøldið endar við, at Boys in a Band fara á pallin.
Kunningarkvøldið er ætlað teimum, ið ætla sær í miðnámsskúla eftir summarfrítíðina.
| | | Handilsskúlin aftur ítróttarbreyt í ár.Handilsskúlin aftur ítróttarbreyt í ár 26-02-2009 Komandi skúlaár verður aftur møguligt hjá ungum, dugnaligum fótbóltsleikarum at ganga á ítróttarskúla og miðnámsskúla samstundis.
Í tvey ár hava ungir fótbóltsleikarar havt møguleika at ganga á ítróttarbreytini á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, og komandi ár verður aftur møguleiki at søkja á ítróttarbreytina, samstundis sum søkt verður á FHS, 2 ára HH ella 3 ára HH á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Endamálið við skúlatilboðnum er, aftrat tí bókliga, at geva ungum evnaríkum íðkarum í aldrinum 15 til 18 ár ein serstakan møguleika at mennast enn meira kropsliga og ítróttarsálarliga.
Vant verður tveir fyrrapartar um vikuna umframt sjálvsagt venjingina úti í feløgunum. Samanlagt er talan um 4 tímar um vikuna, sum hvørja viku eru knýttir at ítróttarbreytini. Venjingar verða fyriskipaðar av venjarum við hægstu venjaraførleikum. Afturat hesum verður skipað fyri setursskúla og uttanlandsferð, ið samstundis eru venjingarlegur.
Gjøllari upplýsingar fáast frá Føroya Handilsskúla á Kambsdali ella á heimasíðuni www.fhk.fo.
Sí eisini tíðindaskrivið Handilsskúlanum, sum er viðheft niðanfyri.
| | | Edith Mørkøre í Ribarhúsi.Edith Mørkøre í Ribarhúsi 24-02-2009 Hósdagin 5. mars hevur Edith Mørkøre fernisering í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Við á hesi framsýningini verða hennara nýggjastu akrylmálningar at síggja. Framsýningini hevur hevur hon valt at geva heitið “Árstíðir í lívinum,” og íblásturin til málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum, og hendingum, sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.
Edith Mørkøre er fødd í 1979. Hon er ættað av Argjum, gift við Kristoffur Mørkøre úr Klaksvík og er búsitandi Inni á gøtu í Hoyvík. Edith hevur málað, síðan hon var tannáringur og hevur gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.
Edith hevur eina ferð áður sýnt fram í Ribarhúsi og tað var í 2005. Hon hevur havt sjálvstøðugar framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni, Ribarhús, Gallarí Jinx, Snarskivuni, Leikalund, Eik, á torginum í SMS, Gallarí Oyggini, Gamla handlinum í Heiðinum, Glarsmiðjuni, LM á Kambsdali og Københavns Kulturcenter.
Edith hevur eina heimasíðu har hon vísir sína list fram www.edithart.com, tó verða málningarnir til framsýningini í Ribarhús, ikki at síggja á heimasíðuni, fyrr enn eftir 25. mars.
Framsýningin er opin soleiðis frá 5. – 25. mars 2009:
Hódagin 5 frá kl 17.00 til 20.00
Fríggjadagin 6 frá kl 13.00 til 18.00
Leygardagin 7 frá kl 11.00 til 18.00
Sunnudagin 8 frá kl 14.00 til 20.00
Síðani er framsýningin opin somu tíðir sum Piddasahandil fram til 25 mars: Mána- til fríggjadag frá kl 15.00 til 17.30 og leygardag frá kl 11.00 til 13.00.
| | | Ítróttardagur í Fuglafirði.Ítróttardagur í Fuglafirði 19-02-2009 Leygardagin 21. februar skipar Fuglafjarðar Svimjifelag fyri ítróttardegi í Fuglafirði. Kappingin er fyri svimjifeløg, og aftrat Fuglafjarðar Svimjifelag fara Reki, Ægir, Flot og Havnar Svimjifelag at luttaka.
Kappast verður í hondbólti við forðing, flogbólt við forðing, hockey, togtugan, golffótbólt, fjallarenning (tó í bygdum øki) og svimjing. Stig verða givin í hvørjari grein, og hervið verður funnin ein samlaður vinnari av øllum greinunum samanlagt.
Dagurin endar við døgverða og tunnuslátri. Gjøllari upplýsingar eru annars at finna á www.fsvim.com.
| | | Skeið í drama og sjónleiki.Skeið í drama og sjónleiki 16-02-2009 Farið er nú undir eitt dramaskeið í Mentanarhúsinum í samstarvi við Tjóðpall Føroya og Kvøldskúlan. Á skeiðnum, sum er bæði til ung og vaksin, verður arbeitt við drama og sjónleiki. Birita Mohr fer at standa fyri skeiðnum, og skeiðsluttakararnir eru tí í góðum, ogkønum hondum.
Fyrst verður farið at arbeiða við dramavenjingum, sum eru “portrið” til sjónleikin. Gjørd verða upphitingar og spøl, sum gera leikararnar tryggar hvør við annan, og sum hjálpa teimum til at tora betur at brúka seg sjálvan og at samskifta við hini á liðnum.
Arbeitt verður við røddini og kroppinum, sum eru tey týdningarmestu arbeiðstólini í sjónleiki. Farið verður eisini at arbeiða við teksti, sjónleiki og sangi, sum møguliga kunnu verða framførd í Mentanarhúsinum.
Fuglafjarðar Sjónleikarfelag hevur leingi ynskt at møguleiki skuldi vera fyri at ganga til drama og møguliga seta upp sjónleik í Mentanarhúsinum. Tað er sjálvandi at frøðast um, at eitt nú Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Tjóðpallur Føroya framføra leikir í Fuglafirði, men gott hevði verið at fingið lokalar kreftir á pallinum.
Vant verður hesar tíðir: Vikuskiftini 28. febr.- 1. mars; 7. - 8. mars; 14. – 15. mars; 21. – 22. mars og 28. - 29. mars. Allar dagar millum kl. 14 og 17 (evt. 18). Undirvísari er Birita Mohr, sjónleikari.
Tilmelding er neyðug: Ring á tlf. 234950 ella send eini sms-boð.
| | | ÍF fær fjepparafelag.ÍF fær fjepparafelag 05-02-2009 Leygardagin 7. februar verður skipað fyri drúgvum ÍF-degi í Mentanarhúsinum, har nýggja fjepparafelagið hjá ÍF fótbólti, Red Dragons, verður stovnað.
Á skránni, ið varar allan leygardagin, eru Premier Leauge dystir, avdúking av Formulahópi ÍFs 2009 og uppboðssøla av leikbúnum frá 2008. Endað verður við DJ-showi
Borðreitt verður við grýturætti, og kaffi, te og ísur verður eisini at fáa.
Sí annars hjáløgdu innhjóðing og skrá.
| | | Nógv virksemi í Mentanarhúsinum.Nógv virksemi í Mentanarhúsinum 02-02-2009 Rættiliga fitt av fjølbroyttum virksemi hevur verið í Mentanarhúsinum í seinastuni. Umframt dansirnar og konsertirnar, sum hava verið fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum í fleiri ár, hava í farna ári eisini verið sjónleikur, klassiskar konsertir, kjakfundir, stavikapping, umframt ymsar privatar veitslur. Mest forkunnuga av fyrrnevndu tiltøkunum helst, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum ikki hevur hóskandi leikpall í Klaksvík, hevur vant Emil í Lønnibergi í Fuglafirði og spælt hann 25 ferðir fyri fullum húsum. Hetta hevur merkt Mentanarhúsið og alla bygdina, tí at fólk eru komin úr øllum landinum at síggja leikin í Fuglafirði, og hevur tað verið sera stuttligt at uppliva.
Men eisini konsertirnar hava verið fjølbroyttar. Tað seinasta árið hava verið bæði klassiskar klaverkonsertir, forkunnuga Kvartettin til Tíðarinnar Enda við málningum av Frits Johannesen, fjølbroytta Varmakelduskráin við m.a. fleiri lokalum nøvnum, GBOB, umframt konsertir við Búa Dam, Petur Háberg, Finni Jensen, Høgna Lisberg, Hanusi, Týr og the Dreams. Harafturat hava fleiri ymisk nøvn spælt til dans, t.d. Vit, Synarchy, Ineptus, Anfinn og Co. við Karl Martin Samuelsen, 4ever og Wolfgang. Í næstum spæla Punktum leygarkvøldið og Spaðar 5 á føstulávint.
Við teimum tiltøkum sum hava verið, er virksemi í húsinum økt so mikið nógv, at neyðugt er við einum fulltíðar leiðara í húsinum. Tískil fer skjótt at vera lýst eftir leiðara til húsið, og nevndin hevur góðar vónir um, at hesin fer at økja virksemi og lønsemi í húsinum enn meiri.
Men nú er tíðarskeiði hjá hesari nevndini nærum runnið, og tíð er aftur at halda aðalfund. Í næstum verða limakort send út til limirnar, sum, tá tey hava goldið, hava atkvøðurætt og møguleika fyri at stilla upp til nevndina, um hugur er til tess. Annars ber eisini til at tekna seg sum lim á sjálva aðalfundinum. Um tú hevur áhuga í hvat hendir í Mentanarhúsinum, átti tú kanska at komi á aðalfund og gjørt tína ávirkan galdandi. Aðalfundurin verður mikudagin 18 februar í Mentanarhúsinum.
Sí annars lýsing á www.menthus.fo og á svørtutalvu.
| | | Granskingar- og vitanardepil á Kambsdali.Granskingar- og vitanardepil á Kambsdali 28-01-2009 Farið verður nú undir ein granskingar- og vitanardepil á Kambsdali. Talan er um fyrra av tveimum byggistigum, ið snúgva seg um upphiting við varandi orkukeldum.
Fyrra stig er sólorkuskipan, ið verður knýtt at nýggja barnagarðinum á Kambsdali, meðan annað stig er framleiðsla av vetni við nýggjum ættarliði av vindmyllum.
Talan er um rættiliga víttfevnandi verkætlan, við luttøku av eitt nú Center for Arktisk Teknologi í Sisimiut, Pure Energy í Hetlandi, Náttúruvísindaligu deildin á Fróðskaparsetrinum og studentaskúlin á Kambsdali. Gjøgnum NORA-játtanina er verkætlanin eisini longu knýtt upp í millumtjóða granskingar- og menningarsamstarv.
Vilhjálmur Nielsen, verkætlanarleiðari vísir á, at talan fer at verða um rættiliga áhugaverdan depil fyri føroyskar og útlendskar granskarar:
- Talan verður um eina altjóða fyrimynd, ið fer at gera tað áhugavert hjá ferðafólki sum heild at koma higar, sigur Vilhjálmur Nielsen.
Fuglafjarðar kommuna er millum teirra, ið fíggja verkætlanina. Hetta er m.a. gjørt við at velja sólorkuútbúnað til barnagarðin, ið er áhugaverd í vísundaligum høpi. Spurdur um hví Fuglafjarðar kommuna hevur valt at fara upp í slíka verkætlan, svarar borgarstjórin Sigurð S. Simonsen, at kommunan fyrst og fremst hevur góðar royndir av sólorkuskipanum:
- Vit hava góðar royndir av alternativari orku; vit hava nýtt sólorkuskipan í Eldrasambýlinum Vesturstovu, og hon hevur riggað rættiliga væl. Tí ber til at siga, at valið av útbúnaði til barnagarðin á Kambsdali var náttúrligt, sigur borgarstjórin.
Haraftrat vísir Sigurð S. Simonsen á, at kommunan tekur útlát av vakstrarhúsgassum í álvara. Hann vísir á, at talan er um álvarsmál, har kommunan kann vera við at stuðla gransking av varandi orkukeldum, samstundis sum hon sjálvt ger nakað aktivt fyri umhvørvið.
Gjøllari upplýsingar um verkætlanina fáast við at venda sær til Vilhjálm Nielsen, verkætlanarleiðara, á telefon 604050 ella umvegis teldupost vn@orka.fo.
| | | Ole Jakob Nielsen í Ribarhúsi.Ole Jakob Nielsen í Ribarhúsi 28-01-2009 Í gjár lat listamaðurin Ole Jakob Nielsen upp framsýning í Gallarí Ribarhúsi. Á framsýningini eru lutir, sum skornir eru úr føroyskum viði.
Ole Jakob Nielsen hevur í mong ár arbeitt við føroyskum tilfari, sum er áhugaverdur orsakað av serligu vakstrarviðurskiftunum her á landi.
Høvi er at síggja forkunnugu framsýningina fram til 5. mars. Sí annars heimasíðu Ribarhús www.ribarhus.com.
| | | Lesiringurin á bókasavninum.Lesiringurin á bókasavninum 27-01-2009 Mikukvøldið 3. februar kl. 20 hittist lesiringurin aftur á bókasavninum; bókin hesaferð er “Tema við slankum” eftir Sólrun Michelsen.
Lesiringur hevur verið nøkur ár á bókasavninum í Fuglafirði, og er hann væl umtóktur millum limirnar. Sambært bókavørðinum Suffíu við Stein, eru limirnir annars rættiliga ymiskir:
- ringurin er settur saman av rættiliga ymiskum fólkum; vit kendust ikki frammanundan, og kanska einasti felagsnevnari er, at okkum dámar at lesa, sigur bókavørðurin.
Bøkurnar, sum lisnar verða, eru eisini rættiliga ymiskar. Limirnir skiftast um at velja ella mæla til bøkur, sum eru annaðhvørt føroyskar ella danskar. Temaini eru ymisk, men í seinastuni hava bøkur verið lisnar hjá høvundum, sum hava vitjað á kvøldsetunum, ið eisini verða fyriskipaðar á bókasavninum.
Suffía við Stein vísur á, at lesiringurin leggur dent á at hava eitt hugnaligt umhvørvi.
Tosað verður um tema, persónslýsingar og viðkomandi og áhugaverd viðurskifti annars, og pláss er fyri øllum meiningum og sjónarhornum.
| | | Verkstaðurin hjá Alv reistur.Verkstaðurin hjá Alv reistur 21-01-2009 Í dag varð verkstaðurin hjá Alv á Kambsdali reistur. Verkstaðurin, sum verður bygdur saman við fyrrverandi bygninginum hjá Fuglafjarðar kommunu fer eftir ætlan at vera karmur um gerandisdagin hjá einum 20 – 25 fólkum, ið hava skerdan arbeiðsførleika.
Kristina T. Larsen, stovnsleiðari, sigur, at tað helst vera fólk úr Eysturoy og Norðoyggjum, ið fara at taka av arbeiðstilboðnum, men møguliga koma eisini fólk úr norðara parti av streymoynni.
Á verkstaðnum á Kambsdali fara tey at leggja seg eftir framleiðslu úr endurnýtslutilfari og framleiðslu av lutum úr viði, og møguliga kann talan fara at vera um ein handil eisini, sigur Kristina T. Larsen.
Á myndini standa tey frammanfyri bygningum: Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri, Kristina T. Larsen, stovnsleiðari, og Jákup Frants Larsen, býráðsskrivari.
| | | Kjakfundur um framtíðar pensjónsviðurskifti.Kjakfundur um framtíðar pensjónsviðurskifti 19-01-2009 Mikudagin 21. januar kl. 19.30 verður kjakfundur um ætlaða pensjónsreformin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Við pallborðið sita Sonja Jógvansdóttir, Samtak; Kári Petersen, búskaparfrøðingur; Sigvald Kristiansen, Føroya Pensionistafelag, og Jóannesi Ejdesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Av tí at talan er um rættiliga umfatandi mál, rokna fyrireikararnir við góðari uppmøting eisini frá politisku flokkunum. Høvi verður nevnliga at gera sína støðu kunnuga og at varpa ljós á føroysk pensjónsviðurskifti sum heild.
Enn hevur ikki verið nøkur serlig umrøða alment, men fyrireikarnir vóna, at kjakfundurin fer at seta sjøtul á kjakið um, hvussu okkara pensjónsviðurskifti skulu skipast framyvir.
| | | Nógv virksemi í Fuglafirði.Nógv virksemi í Fuglafirði 19-01-2009 Rættiliga nógv virksemi hevur verið í Fuglafirði seinastu vikuna. 17 skip, serliga føroysk og íslendsk, komu inn at kroka í illveðrinum, og summi nýttu samstundis høvi at leggja veiðuna upp ella at gera eitt hvørt við trolið.
Góð 4.500 tons av svartkjafti og 510 tons av frystum vórðu landað hesar dagarnar.
| | | Nordost í Mentanarhúsinum.Nordost í Mentanarhúsinum 16-01-2009 Týsdagin 27. januar kl. 19.30 framførir Tjóðpallur Føroya leikin Nordost í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Nordost snýr seg um hendingina, tá ið Dubrowka leikhúsið í Moskva varð hersett av tjetjenskum uppreistrarfólki. Leikurin gevur áskoðarunum ein møguleika at kaga afturum og skilja, at tað eru menniskju á báðum síðum í einum og hvørjum stríði.
Leikurin fekk sera góð ummæli, tá hann gekk á Gamla Meiarínum Í Havn í fjør heyst, og var væl vitjaður. Nú verður so møguligt at síggja henda hugvekjandi og hjartanemandi leik í Mentanarhúsinum.
| | | Olivier Messiaen í Mentanarhúsinum.Olivier Messiaen í Mentanarhúsinum 07-01-2009 Kvartett til tíðarinnar enda (Quatuor pour la fin du temps) av Olivier Messiaen verður framførd í Mentanarhúsinum hóskvøldið 22. januar kl. 20.00. Onnur framførslan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. januar kl. 15.30.
Kvartettin, ið er fyri violin, sello og klaver, er mett at vera millum fremstu tónleikaverk í klassiskum stíli í 20. øld, og hon verður framførd av dugnaligum tónleikarum: Lee Morgan spælir klarinett og er soloklarinettleikari í Kongaliga kapellinum; selloleikari er víðagitni pólski sellospælarin Andrezej Bauer, sum undirvísir á tónlistaháskúlanum í Warzava; violin spælir Øssur Bæk, ið virkar burturav sum sololeikari, og Jóhannes Andreassen spælir klaver. Hann undivsísir í føroyska musikkskúlanum og hevur drúgvar royndir frá altjóða virksemi.
Frits Johannesen hevur málað átta málningar til hesa konsert - ein til hvønn satsin, og verða teir sýndir fram, meðan spælt verður.
Í viðheftu fíluni er stutt frágreiðing um Oliver Messiaen umframt skrá til framførsluna.
| | | Nýggj heimasíða.Nýggj heimasíða 23-12-2008 Vælkomin á nýggju heimasíðu okkara! Nýggja síðan hevur heilt øðrvísi snið enn hon, sum var, og vit vóna, at lesarar okkara fáa gleði av broytingunum.
Tíðindini hava fingið størri pláss á forsíðuni; mynd og fyrsti partur av tekstinum er sjónligur. Í erva hava vit býtt innihaldið í fýra skiljibløð, og í einum teirra, “sjálvavgreiðsla” hava vit savnað øll oyðubløð, reglugerðir o.a., sum ger tað lættari hjá lesaranum sjálvir at avgreiða viðurskifti síni. Í neðra eru eisini trý temaportur til øki, sum eyðkenna Fuglafjarðar kommunu: Nevnliga mentan, vinna og útbúgving.
Svartatalva, sum hevur verið fastur táttur á undanfarnu heimasíðum okkara, er nú at finna á forsíðuni. Hugaligt er, at hon nú aftur ber brá av gomlu talvunum, sum eitt nú henni á Ribarhúsi. Niðanfyri Svørtutalvu er kalendari, har øll tiltøk í Fuglafjarðar kommunu eru at finna.
Svartatalva og kalendarin er ætlaður øllum borgarum í kommununi, og er okkurt tiltak, sum lesarar kundu hugsað sær at sett í, kunnu teir skriva okkum ein teldupost á info@fuglafjordur.fo ella við at venda sær til skrivstovuna.
Formula hevur ment nýggju heimasíðuskipanina, og Ikon hevur sniðgivið.
| | | Jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju.Jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju 17-12-2008 Sunnudagin 21. desember kl. 21 verður jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju við Fuglafjarðar Sangkóri undir leiðslu av Frits Johannesen.
Heðin Kambsdal, Eyðun á Lakjuni og Rói Eliasen hava ávikavist orgul- og klaverfylgispæl. Blásarar verða eisini við, Rúni Hentze og Eliseus Johannesen spæla trompet, Sandy í Lambanum basstrombone, Kjell Orset valdhorn og Morid Simonsen floytu.
Hetta verður onnur konsert higartil í desember mánaði. 13. desember varð skipað fyri stórari konsert við hornorkestri, bólkum og solistum. Stórur áhugi var fyri hesari konsertini, og rættiliga nógvir áhoyrarar vórðu komnir saman hetta kvøldið.
| | | Helgi Midjord í LM-Handlinum.Helgi Midjord í LM-Handlinum 12-12-2008 Í dag lat fuglfirðingurin Helgi Midjord upp málningaframsýning í LM-Handlinum á Kambsdali.
Á framsýningini, ið ber heitið “Um gáttina,” verða sýnd verk úr olju á lørifti. Heitið á sýningini er somuleiðis heitið á størsta máliningum, sum er við hesaferð.
Leygardagin 13. desember er opið millum kl. 10 og 17, annars hava áhugað møguleikan at koma inn á gólvið í LM-Handlinum fram til 12. januar.
Sí annars heimasíðuna www.helgimidjord.com
| | | Úrslit frá Urtagarðskappingini.Úrslit frá Urtagarðskappingini 11-12-2008 Hóskvøldið 11. desember vóru úrslitini av urtagarðskappingini 2008 kunngjørd. Kunngerðin fór fram á hugnaligari samkomu í Mentanarhúsinum, har borðreitt varð við kaffi og køku.
Vinnarin av bólki 1 (reint og ruddiligt rundan um húsini) var Marna Olsen, nr. 2 vórðu Judy og Petur við Gjónna og nr. 3 gjørdust Arnleyg og Jákup Mohr.
Í bolki 2 (vakrir blómugarðar) gjørdust Malan og Petur Jensen nr. 1, nr. 2 gjørdust Dina og Eivind Toftegaard og nr. 3 gjørdust Olga og Johannes Hansen.
Bólk 3 (reint og ruddiligt og vakrir blómugarðar) vunnu Vilborg og Jóhan Ellendersen, nr. 2 gjørdust Judith og Finnur Olsen og nr. 3 gjørdist Katrin Haraldsen.
Umframt kekk, fingu nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki heiðursbræv frá Mentamálanevnd Fuglafjarðar býráðs og runn ella træ, at seta í urtagarðin.
Í dómsnevndini í ár sótu Gunnvør og Signar á Brúnni, sum vunnu bólk 3 í kappingini í 2006, Hildur Nielsen, gartnari, og Jóan Petur Berg, býargartnari í Fuglafirði.
| | | Hugnaløta í Høvdahúsunum.Hugnaløta í Høvdahúsunum 04-12-2008 Mánakvøldið 1. desember kl. 19 skipar Fuglafjarðar fornminnisfelag fyri hugnaløtu í Høvdahúsunum.
Jóna Lindenskov, Jóna hjá Skómakaranum, fer at hugleiða um farnar dagar í Fuglafirði, og 'tíðarhóskandi' drekkamunnur verður at fáa.
Hjá teimum, ið hava áhuga fyri søgu, verður hetta eitt gott høvi at hoyra um tilveru føroyinga í gomlum døgum.
| | | Jól í Ribarhús og Piddasahandli.Jól í Ribarhús og Piddasahandli 04-12-2008 Gomlu húsini nirði á Støð eru dagliga karmur um ymisligt virksemi, og nú jólini standa fyri durum, eru hølini á tremur við hugna.
Í Gallarí Ribarhús hevur Urtagarðurin úr Sandavági sett upp jólastovu. Jólastovan er framsýning og søla av alskyns dekoratiónum, stakum og plantum, ið hava tilknýti til jólini. Vælumhugsaða uppsetingin og góðu ljósviðurskiftunum ger breiða úrvalið enn meira spennandi.
Mong eru helst vorðin ovfarin av at koma inn á gólvið í Piddasahandli. Søguligu handilshølini, við mongu gomlu tólunum og slitnu gáttunum og trappunum, vitna um virksemi í mong ættarlið. Haraftrat bjóðar handilin rættiliga nógvar ymiskar vørur úr ull og klæði umframt prýðislutir.
Hetta fram til jóla er at kalla óviðgjørda ovastaloftið gjørt um til atalier, har Eydna Jacobsen tekur myndir í jólaligum umhvørvi, sum kunnu nýtast til eitt nú jólakort.
| | | Jólatrøini verða tendrað.Jólatrøini verða tendrað 04-12-2008 Jólatrøini í Fuglafjarðar kommunu verða í tendrað fyrsta sunnudag í advent, 30. november.
Byrjað verður á Hellunum kl. 14.30, síðan á Kambsdali kl. 16 og í Fuglafirði kl. 16.30.
Fuglafjarðar hornorkestur spælir og Frants Jensen heldur røðu. Vættrar hava okkurt gott til børnini.
Eftir at trøini eru tendrað, skipar Fuglafjarðar kommuna saman við nýggja handilsfelagnum fyri hugnaløtu í Mentanarhúsinum.
Heitt kakao og bollar verða at fáa, og jólasangir verða sungnir. Handilsfelagið avdúkar nýggja navnið og búmerkið, sum valt varð í sambandi við kappingina, ið skrivað varð út herfyri.
| | | Sjáldsama nógv tilboð í desember.Sjáldsama nógv tilboð í desember 04-12-2008 Einstaklingar, felagsskapir og handilsfyritøkur í Fuglafirði hava veruliga spent seg í jólamánaðinum, og desemberkalendarin í býnum er tætt pakkaður við tilboðum.
Handilsfelagið Torg, ið annars skipaði fyri stórum tiltaki saman við kommununi 30. november, hevur longdar upplatingartíðir tunnilsdagin 13. og annars í døgnum 17. – 23. Ítróttarfeløgini skipa fyri tombola og hugnaløtu, og rættiliga áhugaverd konsert verður í kirkjuni 13.
Mentanarhúsið er annars karmur um rættiliga mong tiltøk so sum cafékvøld, konsertir og dans. Tey luttakandi í desember eru m.o. Annfinn og Co., Karl Martin Samuelsen, Ragnar, The Dreams, Mark og James, 4ever og Wolfgang. Sí annars heimasíðu mentanarhúsis www.menthus.fo
Nýggjasta útgávan av Mentanarhúskalendaranum er altíð tøk á svørtutalvu, men er eisini viðheftur í neðra.
| | | 30-ára starvsdagur.30-ára starvsdagur 01-12-2008 Pætur Joensen, býarverkfrøðingur, hevur í dag starvast hjá Fuglafjarðar kommunu í 30 ár.
Dagurin varð hátíðarhildin á middegi saman við starvsfeløgum á býráðsskrivstovuni. Borgarstjórin, Sigurð S. Simonsen, helt røðu vegna býráð og starvsfelagar, og hann handaði eisini Pæturi eina gávu frá býráðnum.
Eftir røðuna var lættur døgverði á býráðsskrivstovuni.
| | | Handilsfelagið nýggjan samleika.Handilsfelagið nýggjan samleika 01-12-2008 Eini 350 fólk vórðu komin saman í Mentanarhúsinum í gjár, tá ið nýggi samleiki Fuglafjarðar handils- og mentanarfelags varð avdúkaður. “Torg” er nýggja navnið.
Eftir at jólatræið við bókasavnið varð tendrað, varð farið heim í Mentanarhúsið, har Fuglafjarðar kommuna saman við handils- og mentanarfelagnum skipaði fyri hugnaløtu. Heitt kakao og bollar vóru at fáa og Eyðun á Lakjuni spældi jólatónleik á flyglinum.
John Allan Midjord og Maibritt Bærendsen, ið umboðaðu ávikavist kommununa og dómsnevndina, avdúkaðu nýggja samleikan, og Maibritt røddi vegna nevndina. Anita Mortensen, forkvinna handils- og mentanarfelagsins, handaði vinnarunum blómutyssi og kekk.
Suffía við Stein og Jens Kjartan Feilberg, bæði úr Fuglafirði, luttóku við hvør sínum uppskoti, men dómsnevndin gjørdi av at seta uppskot teirra saman. Suffiá átti navnið og Jens Kjartan búmerkið.
Dómsnevndin var annars sett saman av nevnd Fuglafjarðar handils- og mentanarfelag og Maibritt Bærenden, grafikara, ið dagliga starvast hjá Sansum.
| | | Fyrilestrarrøð við Óla Samró í Mentanarhúsinum.Fyrilestrarrøð við Óla Samró í Mentanarhúsinum 29-08-2008 Mánadagin 8. september er Fuglafjarðar kommuna vertur fyri øðrum parti av seminarrøðini við Óla Samró, “Pelagiska vinnan 2010-2025.” Hesin partur, sum ber heitið “Business-umhvørvið,” verður hildin í Mentanarhúsinum frá kl. 14 til18.
Sambært Óla Samró standa týðandi avbjóðingarnar fyri framman hjá pelagisku vinnuni í Føroyum. Landfrøðiliga plaseringin gevur føroyingum møguleika at gerast pelagiskur miðdepil í Norðuratlantshavi, men neyðugt er við miðvísum íløgum og strategiskum viðspæli frá samfelag og kommunum.
Fyrsti partur, ið var um tilfeingi, var hildin á Kambsdali í juni mánað, var væl vitjaður av fólki í vinnuni, politiska myndugleikanum og fíggingarstovnunum.
Fyrilestrarrøðin er fyri innbodnum.
| | | Konsert í Mentanarhúsinum.Konsert í Mentanarhúsinum 29-08-2008 Leygarkvøldið 30. august verður eitt spennandi konserttiltak í mentunarhúsinum í Fuglafirði ið Pulse entertainment skipar fyri.
Bólkarnir ið koma at framføra eru Grandma´s basement og Pitstain. Dj Caveman (Henning Konráðsson) kemur at standa fyri tónleikinum áðrenn, ímillum og aftaná settini hjá bólkunum.
Grandma´s basement og Pitstain eru bólkar ið ikki hava nógv ár á bakið, tó so hevur GB spælt til fleiri stór tiltøk seinasta árið, og seinasta konsert teir høvdu var á sjálvum Summarfestivalinum. Umframt fleiri konsertir, hevur manningin í GB eisini spælt í Rás 2 og í ÚF har teir hava framført egin løg so sum Bangna beisti. So alt í alt ein níggjur spennandi bólkur, ið vit uttan iva koma at hoyra nógv til í framtíðini.
Seinasta konsertin ið Pitstain hevði var í Klaksvík á Norðoyastevnu, og fingu teir tá heilt góðan respons frá áhoyrarunum. Nú Pitstain skal spæla á Project Pulse 30.aug hava teir okkurt yvirraskilsi til áhoyrarnir í Fuglafirði. So alt í alt ein spennandi konsert við Dj show í Mentunarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 30. august.
| | | Skip á land á Fuglafirði.Skip á land á Fuglafirði 23-08-2008 Talan var helst um hendiligt óhapp, tá ið kyrpiotiskt skrásetta skipið Forline 1 bar við land á Fuglafirði um middagsleitið í dag.
Av onkrari orsøk kom Forline 1 ov langt inn á fjørðin, áðrenn tað eftir ætlan skuldi venda og leggja bakborðs síðu at skipi, ið lá við kei. Meira ferð varð sett á fyri á tann hátt at fáa skipið runt, men ov seint var, og skipið rendi kúlustevnið inn í keiina undir Vónavirkinum, innast í havnini í Fuglafirði.
Nakað av skaða kom á kúlustevnið av stoytinum, og sjógvur sprændi úr einari rivu. Talan var um fremsta barlasttangan, sum var vorðin hol og trýstið, sum komið var skaðanum har frammi, var atvoldin til sprænin. Vatntætt skotti er har frammi, og vandi var tí ikki fyri, at sjógvur skuldi koma inn í skipið haðani. Forline 1 rak síðan móti grótkastinum, og lá har til tað var sleipað frá aftur, klokkan gott 17.
Skipið hevur annars ligið á Pollinum uttanfyri Fuglafjørð síðan í gjárkvøldið. Bíðað hevur verið eftir einum øðrum skipi, haðani farmur skuldi takast umborð. Forline 1 liggur nú við kei, men enn ber ikki til at siga, um skipið verður tikið upp.
| | | Konsert við Hanusi og Týr í Mentanarhúsinum.Konsert við Hanusi og Týr í Mentanarhúsinum 20-08-2008 Fríggjadagin 22. august kl 21 verður konsert við Hanusi G. Johansen og Týr í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Síðan nýggjan fløgan hjá Týr, Land, kom út í mei mánað í ár, hevur bólkurin spælt nógvar konsertir uttanlands, bæði í Evropa og í Norðuramerika. Leiðin verður nú løgd til Fuglafjarðar, og er hetta fyrsta høvið fjepparar í Føroyum fáa at síggja bólkin síðan apríl mánað í fjør.
Altíð aktuelli og sera vælumtókti fólkatónleikarin Hanus G. Johansen, sum eitt nú hevði eina framúr konsert á Summarfestivalinum, byrjar konsertina og fær áhoyrarnar í rætta hýrin at hoyra fólka-metall.
Atgongumerki fáast í forsølu á Kunningarstovunum kring landið. Í forsølu er kostnaðurin kr. 200 og við dyrnar kr. 250. Bussur koyrir frá Steinatúni í Havn kl. 19.30, um nóg nógv tekna seg; tekning fer fram á tlf. 595959.
Mentanarhúsið roknar við, at nógvir glaðir Týr fjepparar og Hanus-elskarar vera at síggja til eitt brak av einari dupultkonsert í Fuglafirði.
| | | Stórir gestir á Fuglafirði.Stórir gestir á Fuglafirði 20-08-2008 Í gjár fekk Fuglafjarðar havn vitjan av tveimum rættiliga stórum skipum, sum komin vóru at bunkra olju.
Fyrst kom norska bulkskipið “Utviken,” sum við sínum 190 metrum er longsta skip, sum verið hevur á fjørðinum. Í gjárkvøldið kom síðan kinverska “Taokas Wisdom,” ið er 175 metrar til longdar. Hóast 15 metrar styttri, er Taokas Wisdom, ið er merkt 19.000 bruttotons (BRT), 2.000 BRT størri enn Utviken, sum er merkt 17.000 BRT.
| | | Faroe Bunkers fingið fyrstu lastina av tungolju.Faroe Bunkers fingið fyrstu lastina av tungolju 04-07-2008 Á middegi í dag fekk Faroe Bunkers í Fuglafirði fyrstu lastina av tungolju, tá ið tangaskipið “Besiktas Halland” legði at nýggju oljukeiini.
Á fyrsta túri sínum til Fuglafjarðar hevði 120 metrar langa tangaskipið 7.000 tons av tungolju, sum verða pumpað niðan í bjálvaðu tangarnar omanfyri oljukeiina. Samlaði goymslukapasiteturin hjá Faroe Bunkers er annars tilsamans 19.000 tons; tveir tungoljutangar, sum taka 7.000 tons hvør og ein ráoljutangi á 5.000 tons.
Fuglafjarðar kommuna fór undir arbeiðið við oljuhavnini í 2006, og í dag tá ið “Besiktas Halland” legði at, var økið nossligt og nýasfalterað.
| | | Fuglafjarðar sløkkilið nýggjan brunastjóra.Fuglafjarðar sløkkilið nýggjan brunastjóra 04-07-2008 Fuglafjarð sløkkilið hevur fingið nýggjan brunastjóra; tað er Jóhan Clementsen úr Fuglafirði, sum er settur í starv frá 1. juli at rokna.
Jóhann er 48 ára gamal, og hevur verið knýttur at sløkkiliðnum í góð fimm ár.
| | | Varmakelduskráin 2008 og koyring á Varmakeldu.Varmakelduskráin 2008 og koyring á Varmakeldu 03-07-2008 Varmakelduskráin 2008 kann takast niður her. Møguligar broytingar verða lagdar út alt fyri eitt, soleiðis at skráin altíð er dagførd.
Gjørt verður eisini vart við, at ongin koyring verður í miðbýnum frá leygarmorgni kl. 09.30 til mánamorgun kl. 06.00. Vegforðingar verða settar upp ávikavist niðanfyri Handilin hjá Haraldsen og heimanfyri Toftagøtu.
| | | Helgi Midjord í Ribarhúsi.Helgi Midjord í Ribarhúsi 01-07-2008 Hetta fram til 1. august hevur fuglfirðingurin Helgi Midjord framsýning í Gallarí Ribarhús. Við á sýningini hesaferð eru fjúrtan málningar; tveir teirra eru symbolskir ella surrealistiskir, meðan hinir tólv eru natúralistiskir. Motivini eru Fuglafjørður, oyggjarnar og Djúpini.
Á Varmakeldunstevnuni fer Helgi Midjord saman við Niels Midjord og Róa Eliasen at hava konsert í Ribarhúsi. Fyrra konsertin verður leygarkvøldið 5. juli kl. 19.30 og hin seinna sunnudagin 6. juli kl. 16. Atgongumerki á kr. 100 kunnu keypast við dyrnar.
Í vár sýndi Helgi Midjord fram í Århus, og mong av verkum hansara eru seld av landinum, bæði til Norðurlond og eitt nú Týskland.
| | | Arbeiðsbólkur viðvíkjandi framtíðar skúlaskapi settur.Arbeiðsbólkur viðvíkjandi framtíðar skúlaskapi settur 25-06-2008 Í mei mánaða gjørdi Mentamálanevndin í Fuglafjarðar kommunu av at seta ein bólk, ið skuldi endurskoða skúlaskapin í kommununi.
Bólkurin, ið kallast “Arbeiðsbólkur viðvíkjandi framtíðar skúlaskapi í Fuglafjarðar kommunu,” hevur nú haft innleiðandi fundin, har bólkurin varð skipaður, og arbeiðssetningurin varð greiddur.
Eyðun á Lakjuni er formaður í bólkinum, sum annars er mannaður við politikarum og umboðum úr dagrøktini, fólka- og frítíðarskúla, skúlastýri og kommunalu fyrisitingini.
| | | Fyrsti partur av seminarrøðini “Pelagiska vinnan 2010-2025” hildin á Kambsdali.Fyrsti partur av seminarrøðini “Pelagiska vinnan 2010-2025” hildin á Kambsdali 20-06-2008 Mikudagin 18. juni var sjøtul settur á seminarrøðina “Pelagiska vinnan 2010-2025” við Óla Samró. Fyrsti parturin, sum var hildin á Studentaskúlanum á Kambsdali, var væl vitjaður av fólki í uppisjóvarvinnuni, embætisfólki og avvarandi politiskum myndugleikum. Sjálvur vísti Óli Samró á, at í áhoyrararfjøldini vóru mangir stórir leikarar, ikki bert í føroyskum, men eisini í Evropeiskum og altjóða høpi.
Fyrsti parturin av seminarrøðini snúði seg um tilfeingi, og tí var Jan Arge Jacobsen frá Fiskirannsóknarstovuni við sum gestarøðari. Jan Arge Jacobsen greiddi frá uppisjóvarfiskasløgunum í norðuratlantshavi, hvussu tey ferðast, og hvar tey verða fiskað. Hóast veiðitrýstið seinastu árini hevur verið nakað høgt, so skert ikki burtur, at Føroyar liggja rættiliga væl fyri landfrøðiliga, serliga tá ið talan er um svartkjaft.
Óli Samró vísir á rákgongdina í heiminum innan matvørur, og leggur aftrat at neyðuga rávøran er í Føroyskum sjógvi. Kortini er neyðugt við miðvísum íløgum: “Samfelag og kommunur mugu vera strategiskir viðspælarar, um Føroyar skulu gera álvara av at gerast pelagiskur miðdepil. Aktivitetirnir fara at vera har sum karmarnir eru.” Segði Óli Samró.
Næsti partur av seminarrøðini, sum hevur heitið “Business-umhvørvið,” verður í september í ár.
| | | Sparkivøllurin á Hellum verður alment tikin í nýtslu.Sparkivøllurin á Hellum verður alment tikin í nýtslu 20-06-2008 Mikudagin 25. juni 2008 kl. 19.00 verður sparkivøllurin á Hellunum alment tikin í nýtslu. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi, har umboð fyri Fótbóltssamband Føroya og Fuglafjarðar kommunu fara at flyta fram røðu. Fuglafjarðar hornorkestur spælir, og ein kaffimunnur verður at fáa.
| | | Ung í arbeiði.Ung í arbeiði 20-06-2008 Fuglafjarðar kommuna hevur í summarfrítíðini eitt tilboð, ung í arbeiði, fyri næmingum í 7. – 10. flokki.
Møguleiki verður at arbeiða í eina viku ella 14 dagar, og arbeitt verður ætlandi í tveimum tíðarskeiðum:
07.07 -18.07
21.07-01.08
Næmingar kunnu boðað frá á skrivstovuni hjá Fuglafjarðar skúla tlf. 73 77 60 millum kl. 09.00 – 12.00. Eisini kann boðast frá á Kommunuskrivstovuni tlf. 73 77 00.
Seinasta freist at boðað frá er hósdagin 26. juni 2008
| | | 25. juni er ruddingardagur í Fuglafjarðar kommunu.25. juni er ruddingardagur í Fuglafjarðar kommunu 19-06-2008 Nú stundar til Varmakeldu, og í Fuglafirði eru endaligu fyrireikingarnar so smátt farnar í gongd. Ein nátturligur partur av fyrireikandi arbeiðinum er at síggja til, at býurin er reinur og nossligur, tá ið gestirnir koma.
Mikudagin 25. juni seta næmingar í Fuglafjarðar skúla nakrar tímar av, har teir rudda áir og økini fram við vegunum. At hjálpa sær hava teir menn frá kommununi, sum taka upp tað, sum næmingarnir hava savna saman.
Hendan dagin verður eisini møguleiki hjá privatfólki at sleppa av við tilfar, ið liggur á privatum øki rundan um húsini. Bræv er sent í hvørt hús í kommununi, sum vísir á savningarstøð, har fólk kunnu leggja burturkastið. Bilar koma til savningarstøðini at taka upp seinnapartin hendan dagin.
| | | Gamli Skúli (1936-skúlin) kannaður fyri sopp.Gamli Skúli (1936-skúlin) kannaður fyri sopp 13-06-2008 Nakað herfyri varð Fuglafjarðar kommuna gjørd varug við, at inniluftin í stovu 202 í 1936-skúlanum ikki var góð, og at fólk høvdu illgruna um, at stovan kundi vera fongd við soppi. Nýggj fyribilshøli vórðu útvegað alt fyri eitt, og kommunan setti seg síðan í samband við serfrøðingar á økinum.
Serfrøðingar hava síðan gjørt soppakanningar av øllum 1936-skúlanum, og úrslitini vísa, nøgdin av soppi í stovu 202 er væl omanfyri markvirðið. Hinvegin vístu kanningarnar, at hinar stovurnar og gongin í skúlanum eru væl niðanfyri markvirðið, og hava so at siga onki av soppi.
Í Fuglafjarðar skúla hevur leingi verið arbeitt við at umvæla eldru partnar av skúlabygninginum. Valt varð at byrja við tí partinum, sum er frá 1964, og ætlanin var at skifta øll vindeyguni haðani og norð í endan av bygninginum frá 1936.
Arbeiðsætlanin er kortini endurskoðað nú, og orkan verður nú løgd í at umvæla 1936-skúlan. Øll vindeygu verða skift og leitað verður eftir møguligum lekum, sum roknað verður við hava verið atvoldin til soppavøksturin.
Stova 202 verður ikki tikin í nýtslu aftur fyrr enn vissa fæst fyri, at viðurskiftini aftur eru í lagi.
| | | Vegagerð frá brandstøðini og norð til Lonina.Vegagerð frá brandstøðini og norð til Lonina 13-06-2008 Í eina tíð hevur verið arbeitt við vegagerð frá Brandstøðini og norð um Lonina. Arbeiðið hevur verið umfatandi, og fólk hava fregnast eftir, hvussu endaliga úrslitið mundi fara at síggja út.
Á myndini sæst, at arbeitt verður við at sleppa undan trupla krossinum, har Traðarvegur, Myllugøta og vegurin Norður norð í Bø runnu saman í tronganum omanfyri Lonina. Traðarvegur verður í staðin beindur heim um Skarðsá, og Mylnugøta fer einans at ganga inn á vegin Norð í Bø.
Samsundis sum trupli krossurin verður beindur burtur, verður økið omanfyri spælipláss skúlans betrað. Steðgipláss verður gjørt fyri bussi og bilum, ið seta fólk av ella taka fólk upp í. Haraftrat verður gongubreyt niðanfyri steðgiplássini, soleiðis at fólk ikki skulu ganga millum bilarnar.
Arbeiðið hevur verið eitt sindur drúgt. Vit eru greið yvir at ferðslan í økinum er nakað tarnað, men vit fara at biðja fólk um at halda okkum til góðar hetta, sum eftir er av arbeiðinum.
| | | Fuglafjarðar kommuna vertur fyri seminari um pelagisku vinnuna.Fuglafjarðar kommuna vertur fyri seminari um pelagisku vinnuna 09-06-2008 Mikudagin 18. juni verður Fuglafjarðar kommuna vertur fyri seminari hjá Óla Samró, ið kallast “Pelagiska vinnan 2010-2025.”
Stórar avbjóðingar standa fyri framman hjá pelagisku vinnuni í Føroyum. Sambært Óla Samró hava føroyingar møguleikan at nýta strategisku staðseting sína í miðjum Atlantshavi, og kunnu á tann hátt gerast kjarnin í menningini av pelagisku vinnuni komandi 20 árini.
Hinvegin er vandi fyri, at skeivar ella ongar íløgur verða gjørdar í hesari vinnu í Føroyum, og at hon tí kann verða sigld afturúr ella dettur niðurímillum. Tískil er neyðugt hjá vinnuni, fíggingarstovnunum og politiska myndugleikanum at kunna seg um útlit, møguleikar, hóttanir og avbjóðingar sum heild.
Seminarið, sum verður í Studentaskúlanum á Kambsdali, er fyri innbodnum luttakarum, ið hava tilknýti til pelagisku vinnuna.
| | | Elisabeth Pike málningaframsýning í Ribarhúsi.Elisabeth Pike málningaframsýning í Ribarhúsi 05-06-2008 Í dag, 5. juni, letur listakvinnan Elisabeth Pike upp málningaframsýning í Ribarhúsi. Á framsýningini eru fleiri enn 20 verk; motivini eru ymisk, men tey flestu eru kortini av kvinnum.
Elisabeth Pike er ættað úr Føroyum, men hevur búð í Kanada síðan 1970. Hon hevur havt mangar framsýningar runt um í heiminum, og hevur eisni sýnt fram í Føroyum áður.
| | | Grivið verður út fyri barnagarðinum á Kambsdali.Grivið verður út fyri barnagarðinum á Kambsdali 04-06-2008 Nú sæst fyrsta úrslitið av avgerð býráðsins um at byggja barnagarð á Kambsdali.
Mánadagin 2. juni varð byrjað at grava út fyri nýggja barnagarðinum, sum ætlandi skal standa heilt liðugur á vári 2010.
Tað eru Fuglø arkitektar við Jákup Paula Johannesen á odda, ið hava teknað, og vit kunnu lova, at hetta verður ein prýðiligur og dygdar bygningur.
Rúm verður fyri 78 børnum. 3 barnagarðsstovur til 18 børn og 2 vøggustovur til 12 børn vera á stovninum Bruttogólvvíddin verður 1200 m2.
Stórarbeiðstøkuna hevur Heildarverk SP/F úr Fuglafirði um hendi.
Farið inn á heimasíðuna hjá Fuglø arkitektum: www.fuglark.fo og síggi fleiri myndir av nýggja barnagarðinum.
| | | Bátarnir hjá róðrarfelagnum í Fuglafirði flotaðir flaggdagin.Bátarnir hjá róðrarfelagnum í Fuglafirði flotaðir flaggdagin 26-04-2008 Sum siður hevur verið, vórðu bátar Fuglafjarðar róðarfelags flotaðir flaggdagin, men hesaferð var dámurin kortini meira veitslukendur enn vanligt. Í sambandi við, at 10-mannafarið Fuglfirðingur nú er høvuðsumvælt, var skipað fyri hátíðarhaldi í neystinum. Dánjal Vang, býráðslimur, og Dávur Juul, limur í stuðulsfelagnum hjá kappróðrinum, hildu røðu, og kaffi og køka vórðu sett fyri gestirnar.
Fuglfirðingur hevur ikki verið á sjónum síðan seinast í 70-árunum, men hendan dagin, tá ið hann varð drigin úr neystinum saman við 6-mannafarinum Rádna og 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir, sá hann út sum spildurnýggjur.
Tað er stuðulsfelagið hjá kappróðrinum, við Jóhan Clementsen og Steingrími av Vollanum á odda, ið hevur tikið stig til at umvæla Fuglfirðing, og sum støðugt arbeiðir við at betra umstøðurnar hjá kappróðrinum í Fuglafirði. Stórt neyst varð reist fyri nøkrum árum síðan, og nógv orka hevur verið løgd í at inrætta hølini, soleiðis at tey kunnu hýsa at kalla øllum virksemi kappróðursins.
Kappróðrarfelagið og stuðulsfelagið hava eisini tikið stór stig til at betra útgerð og mannagongdir í sambandi við FM-róðrar á Varmakeldu og aðrastaðni, og úrslitini av menningararbeiðinum hava verið frammi í fleiri umførum, eitt nú á aðalfundi Róðrarsambandsins í ár.
| | | Kórsangur í Fuglafjarðar kirkju.Kórsangur í Fuglafjarðar kirkju 17-04-2008 Sunnudagin 27. apríl kl. 16 verður stór kirkjukonsert í Fuglafjarðar kirkju við luttøku av kórum úr Eysturoynni.
Sungnir verða sálmar, várløg og klassisk løg við eitt nú orgulfylgispæli og trompet. Heðin Kambsdal spælir orgul og Rúni Hentze trompet.
Tey fimm kórini, ið tilsamans hava 150 sangarar, eru Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni undir leiðslu av Mikael J. Heinesen, Kór Glyvra kirkju undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð, Kórið hjá Jóhan, undir leiðslu av Jóhan Mortensen, Eystanljóð (Gøta/Leirvík) undir leiðslu av Petur Martin Johannesen og Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Frits Jóhannesen.
| | | Skeið í tøving, seyming og máling í Mentanarhúsinum.Skeið í tøving, seyming og máling í Mentanarhúsinum 10-04-2008 Tey, ið kundu hugsa sær at lært gamla hondverkið tøving, og tey, sum hava áhuga í seyming og máling fáa høvi at royna seg, nú skipað verður fyri skeiði í Fuglafirði.
Hetta er triðja árið á rað, at Mentanarhúsið verður karmur um skapandi skeiðini, sum tær tríggjar, Unn E. Petersen, Randi M. Gunnarsdóttir og Odvør á Lakjuni, skipa fyri. Skeiðini undanfarin ár hava verið so væl umtókt, at fyrireikararnir nú hava valt, at hava tað í trimum umførum, soleiðis at pláss verður fyri fleiri luttakarum. Fyrsta umfar verður í døgunum 2.-4. mei.
Unn E. Petersen sigur, at luttakararnir í fjør komu úr øllum Føroyum, og at hetta gjørdi skeiðsumhvørvið enn meira áhugavert. Stemningurin var merktur av arbeiðshugi og kreativiteti, og fólk tyktust at gloyma tíð og stað: “Summi høvdu langt at koyra til Fuglafjarðar, men tey vórðu so upptikin av arbeiðinum, at tey vildu ikki leggja amboðini fyrr enn seint á kvøldi. Men longu tíðliga morgunin eftir vóru tey farin aftur til verka,” sigur Unn.
Skeiðið endar við framsýning, har luttakarar kunnu sína fram tað, sum tey hava latið úr hondum hesar dagarnar. Í dýrdarveðrinum í fjør var framsýningin flutt út á torgið við Mentanarhúsið, og var hon sera væl vitjað.
Av tí at luttakaratalið er avmarkað, er neyðugt at tekna seg; hetta verður gjørt við at ringja til Unn á telefon 224253 ella til Randi á telefon 266575. Freistin at tekna seg til fyrsta skeiðsumfar, 2.-4. mei, er úti 26. apríl. Seinnu skeiðini verða ávikavist 18.-20. juli og 26.-28. september.
| | | Christina Bjørkøe í Mentanarhúsinum.Christina Bjørkøe í Mentanarhúsinum 09-04-2008 Hósdagin 24. apríl kl. 19.30 verður forkunnug klaverkonsert í Mentanarhúsinum. Talan er um ein av fremstu klaverleikarum í Norðurlondum, Christinu Bjørkøe, sum kemur at framføra verk eftir Carl Nielsen, Schubert, Ravel og Oliver Messiaen.
Christina Bjørkøe hevur vunnið mangar virðislønir fyri spæl sítt; í 2005 vann hon Danish Grammy Awards og harumframt hevur hon vunnið heiðursløn Victor Borges og Carl Nielsens Rejselegat.
Christina Bjørkøe, ið byrjarði at spæla klaver longu sum 5-ára gomul, hevur lisið á navnframa skúlanum Julliard School of Music í New York og á Kongaliga Danska Tónlistaskúlanum í Keypmannahavn. Aftrat yrkinum sum tónleikalærarinna á Tónlistaskúlanum í Odense hevur hon ferðast víða í konserthøpi.
Atgongumerki, ið fáast á heimasíðu konsertfelagsins, www.konsertfelag.net, og við dyrnar, kosta kr. 100. Skúlanæmingar hava ókeypis atgongd.
| | | Trupulleikar við ruskmóttøku á Klovningi.Trupulleikar við ruskmóttøku á Klovningi 09-04-2008 Í hesum døgum eru trupulleikar við móttøku av ruski á innsavningarplássum IRFs, herundir eisini á ruskøkinum á Klovningi.
Brennistøðin á Hagaleiti var umvæld herfyri, og meðan arbeitt hevur verið, hevur nógv rusk hópað seg upp á goymslunum. So mikið nógv er niðurfyri, at IRF ikki megnar at brenna undan í løtuni.
IRF heitir tí á fólk um ikki at koma út á Klovning við ov stórum nøgdum, tí bingjuarnar verða ikki tømdar so ofta sum vanligt. Í ringasta føri kann ikki sleppast av við brenniburturkast.
Kunngjørt verður, tá ið viðurskiftini aftur eru í rættlag.
| | | Nýggja familjumynstrið og trivnaður í fokus í Fuglafirði.Nýggja familjumynstrið og trivnaður í fokus í Fuglafirði 04-04-2008 Í døgunum 7. og 8. apríl skipa stovnar, skúli og kommuna fyri evnisdegi og fyrilestri í Fuglafirði, har ljós verður varpað á broytta familjumynstrið. Endamálið er at fáa í lag orðaskifti um, hvussu nýggja tíðin ávirkar gerandisdagin hjá barnafamiljum og samstarvið millum foreldur og stovnar.
Í hinum Norðanlondunum hevur nógv verið at hoyrt um hvussu nýggju tíðirnar hava ávirkað gerandisdagin hjá fólki, og hvussu krøvini til og fortreytirnar hjá familjunum eru broyttar. Hóast tað hevur verið ført fram, at Føroyar í ein ávísan mun hava eitt meira traditionelt familjumynstur, so skert ikki burtur, at nýggja tíðin eisini er komin til okkara.
Julianna Næs, leiðarin á dagstovninum í Fuglafirði, vísir á, at nýggja tíðin hevur við sær, at foreldur og børn eru minni saman nú enn fyrr. “Ein alsamt størri partur av uppalingini fer í dag fram á stovni og í skúla, og hetta setir heilt onnur krøv til starvsfólkið,” sigur Julianna Næs.
Irena Olsen, leiðari á Sosialu deild hjá Fuglafjarðar kommunu sigur, at tørvur hevur verið á orðaskifti um nýggju tíðina: “Tørvur er fyrst og fremst á størri forstáilsi millum stovnar, skúla og foreldur, tó er eisini tørvur á størri forstáilsi millum ymisku fakbólkarnar,” sigur Irena Olsen.
Fyrireikararnir vilja, at fundurin skal gera allar bólkar meira tilvitaðar og betri skúlaðar um nýggja familjumynstrið. Haraftrat er ynskið eisini, at foreldrini fáa amboð til at eftirmeta tíðina, sum tey hava saman við børnunum.
Evnisdagurin, sum verður hildin í Mentanarhúsinum 7. apríl, er fyri starvsfólk á stovnum og býráðspolitikarum í Fuglafirði. Fyrilesturin, sum verður í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Kamsbdali 8. apríl kl. 19 er fyri øll, sum hava børn í dagrøkt, dagstovni, frítíðarskúla og skúla í Fuglafirði.
Danski lærarin og sálarfrøðingurin Jens Andersen luttekur báðar dagarnar. Jens Andersen starvast á Pædagogisk Psykologisk Rådgivning har hann eitt nú undirvísir á diplom- og kandidatstøði. Hann hevur hann virkað sum ráðgevi fyri eitt nú danska undirvísingarmálaráðið, kommunur og stovnar, haraftrat hevur hann skrivað mangar greinar og er kendur fyrilestrarhaldari.
| | | Sangleikurin Smáttan og rúmdarferðin.Sangleikurin Smáttan og rúmdarferðin 31-03-2008 Í vikuni verður sangleikurin Smáttan og rúmdarferðin framførdur í Mentanarhúsinum. Tað eru næmingar úr 4. flokkunum úr Fuglafjarðar skúla, ið framføra nýggja leikin.
Innihaldið er bæði álvarsamt og skemtiligt; eitt nú verður bæði nomið við Skarðsbygd vanlukkudagin í 1913 og eina ferð til Mars. Temaið í leikinum er annars kærleikin til heimstaðin og heimlongsul.
Sýningarnar verða hesar dagar: Hósdagin 3. apríl kl. 20, fríggjadagin 4. apríl kl. 20, og leygardagin 5. apríl kl. 16.
Frits Johannesen hevur skrivað leikin og hevur gjørt løgini. Tónleikarar eru Rói Eliasen, klaver, og Jan Rúni Poulsen, slagverk. Ella á Dalbø hevur gjørt tjøldini og búnarnar.
| | | Fundarfrásøgn.Fundarfrásøgn 28-03-2008 Fundarfrásøgn frá býráðsfundinum 27. mars 2008 er løgd út undir Fuglafjarðar kommuna/býráðsfundir
| | | Det syngende selskab í Mentanarhúsinum.Det syngende selskab í Mentanarhúsinum 11-03-2008 Hósdagin 27. mars kl. 19.30 verður forvitnislig konsert í Mentanarhúsinum við operasangarum, ið nevna seg "Det syngende selskab".
Við í Det syngende selskab eru tenorurin Erst Sondum Dalsgarð, sopranurin Merete Sveistrup, mezzosopranurin Pia Schnack og klaverleikarin Vagn Sørensen.
Fjølbroytta skráin, sum er sett saman til júst hetta høvið, inniheldur brot úr operum, operettum, og musicals.
Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðu konsertfelagsins, www.konsertfelag.net
| | | Fundarfrásøgn.Fundarfrásøgn 28-02-2008 Fundarfrásøgnin yvir fundin sum var 28. feb. er løgd út á heimasíðuna www.fuglafjordur.fo, undir Fuglafjarðar kommuna/Býráðsfundir.
| | | Kunngerð um býráðsfund.Kunngerð um býráðsfund 26-02-2008 Kunngerð um býráðsfundin sum verður 28. feb., er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Fundarfrásøgn.Fundarfrásøgn 13-02-2008 Fundarfrásøgnin fyri 31. januar, er nú løgd út á heimasíðuna.
| | | Kunngerð.Kunngerð 14-01-2008 Í samband við at Løgtingvalið 19.01.2008 fer fram í Mentanarhúsinum, verður mint á, at ikki er loyvt at hanga valplakatir upp á Mentanarhúsið ella á økið rundanum húsið.
Fuglafjørður, 14.01.2008
Fuglafjarðar Býráð
| | | Kunngerð um løgtingsval í Fuglafjaðar kommunu..Kunngerð um løgtingsval í Fuglafjaðar kommunu. 14-01-2008 Til veljarar til løgtingsvalið 19. januar 2008 í Fuglafjarðar kommunu.
Atkvøðugreiðslan fer fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 19. januar 2008 fyri bygdirnar Fuglafjørð og Kambsdal, og í Bønhúsinum á Hellunum fyri Hellurnar.
Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg.
Minnist til at hava valkortið við.
Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð. Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 73 77 00 innan kl. 15.00 tann 17.01.2008.
Seinasta dagur fyri brævatkvøður er fríggjadagin 18.01.2008.
Fuglafjørður, tann 07.01.2008.
Fuglafjarðar býráð
| | | Skattalistin.Skattalistin 03-01-2008 Skattalistin fyri Fuglafjarðar Kommunu fyri árið 2006 liggur frammi til alment eftirlit á Kommunu-skrivstovuni frá 4. januar til 18. januar 2008, báðir dagar íroknaðir.
Fuglafjarðar Kommuna
| | | Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina..Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina. 20-12-2007 Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina verður býráðsskrivstovan
afturlatin frá og við leygardegi 22. desember 2007.
Opið verður aftur mikudagin 2. januar 2008.
Borgarar, sum hava átrokandi ørindi hesa tíðina,
kunnu ringja til hesar telefonir:
Vaktskipan Jól og nýggjár 2007/2008
Desember/Januar telefon
Leygardagur 23. Jóan Petur 737722
Jólaaftan 24. Karl 737727
1. Jóladag 25. Jan Erik 737721
2. Jóladag 26. Jóan Petur 737722
Hósdag 27. Jan Erik 737721
Fríggjadag 28. Jóan Petur 737722
Leygardagur 29. Jan Erik 737721
Sunnudagur 30. Sam 737720
Nýggjársaftan 31. Karl 737727
Nýggjársdag 1. Sam 737720
Áku Jólatrøð + Vøllur 737730
Býráðsskrivstovan hevur telefon 73 77 00, har ein sjálvvirkandi
telefonsvarari veitir upplýsingar um omanfyri nevndu og onnur
telefonnr., har borgarar kunnu ringja í áleikandi ørindum.
| | | Avgreiðsla av brævatkvøðum..Avgreiðsla av brævatkvøðum. 19-12-2007 Í sambandi við løgtingsvalið hevur Býráðsskrivstovan opið leygardagin
tann 29. desember 2007 frá kl. 14:00 til 18:00, har fólk kunnu
koma inn og avgreiða brævatkvøður.
| | | Umsókn um upptøku á løgtingsvallistan.Umsókn um upptøku á løgtingsvallistan 10-12-2007 Umsókn um upptøku á løgtingsvallistan rt løgd inn á okkara heimasíðu, inn á Svørtutalvu.
| | | Vallistar til løgtingsvalið 2008.Vallistar til løgtingsvalið 2008 10-12-2007 Sagt verður frá, at vallistar til løgtingsvalið tann 19. januar 2008 í Fuglafjarðar kommunu eru til skjals á Kommunuskrivstovuni fyri veljarar í Fuglafirði og hjá Eli Jensen fyri veljarar á Hellunum frá 14. til 27. desembur 2007.
Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast býráðnum í seinasta lagi 4 dagar eftir, at framløgufreistin er úti.
Fuglafjarðar Kommuna
| | | Fundarfrásøgn.Fundarfrásøgn 03-12-2007 Fundarfrásøgnin yvir býráðsfundin sum var 29. nov. er løgd út á heimsíðuna undir Fuglafjarðar kommuna/býráðsfundir.
| | | Jólatræið í Fuglafirði 2007, røða.Jólatræið í Fuglafirði 2007, røða 03-12-2007 Her er røðan sum Leila Solmunde helt tá jóltrøðini í kommununi blivu tendrað.
Enn einaferð stendur jólahátíðin fyri durum. Í ár fall tær mær í lut at siga nøkur orð, hesa løtuna træið skal tendrast.
Tá jólatræið verður tendra í bygdini, tá byrjar jóla stákanin av álvara. Tá byrja fólk at pynta, ljós hómast í hvørjum glugga, og børnini telja dagarnar til jólaaftan.
Vit eru í myrkastu tíð á árinum, og tað var eisini í eini myrkari tíð fyri meiri enn 2000 árum síðani , at nakrir hirðar á markini fingu boð um at ein frelsari skuldi føðast. Tað stendur skriva at eingil Harrans lýsti rundan um teir. Guds sonur skuldi føðast og verða ljós heimsins.
Ljósið ber boð um vón og framtíð. Ljósið vísir fólki á leið, í øllum lívsins viðurskiftum, bæði tá tað er myrkt í lívinum og er eisini trygd tá tú gongur í myrkri. Myrkri hevur ikki vald á ljósinum, tí er ljósið altíð gagnligt fyri øll. Og ljósið lýsir á okkum øll, stór sum smá, óansæð hvør vit eru.
Ùr føroysku handicapsøguni er sagt frá gomlum døgum um stakkalastjørnuna. Tey fólkini sum ongan góðan áttu, tað vóru fólk sum høvdu brek ella sum vóru einsamøll av øðrum ávum, tá ið “stakkalastjørnan sást á himli, tá fingu tey innivist og mat. Ljósið sum skein av himli frá eini stjørnu var teirra einasta vón. Rættuliga óhugsandi í dag í okkara vælferðarsamfelagi.
Jólahátíðin er tann hátíðin á árinum sum samlar fólk flest. Jólini eru kærleikshátíð, har vit geva hvørjum øðrum og vit fáa frá hvørjum øðrum. Kanska er størsta gávan vit geva hvørt øðrum, at vit geva rúmd fyri hvørjum øðrum, at vit vísa virðing mótvegis hvørjum øðrum at vit øll hava rætt til at vera líka viðgjørd og ongin útihýstur.
Vit kenna stuttligu søguna um reinsdjórið Rudolf, sum hevði eina so sera reyða nøs. Hann var annarleiðis enn hini. Øll reinsdjórini flentu eftir honum, og hann var so keddur um sína reyðu nøs.
Men ein dag tá myrkt var í veðrinum kom jólamaðurin og bað hann koma at lýsa fyri seg, so hann kundi síggja at koma fram. Rudolf lat ikki hesi boðini sita á sær, og fór glaður avstað at lýsa fyri jólamanninum. Vit halda at søgan er stuttlig, men fyri Rudolf var hon fyrst syrgilig, tí hann var settur uttanfyri, fyri síðan at enda gott, tí onkur hevði brúk fyri honum.
Kenna vit kanska hesa søguna frá okkara dagliga degi. Fokus verður sett á reyðu nøsina heldur enn at hyggja eftir hvat Rudolf kundi brúkast til. Onkur er sum heldur at ongin hevur brúk fyri mær, tí eg eri soleiðis ella soleiðis.
Er veruleikin ikki tann at øll kunnu brúkast til okkurt og øll eiga rætt at vera sum tey eru, soleiðis sum tey eru skapt. Og at møguleikar eru allastaðni.
Tað verður sagt at tað fer onki av einum ljósi, um tað verður brúkt til at tendra eitt annað við. Og soleiðis eigur at verða millum menniskju, at vit hjálpa hvørjum øðrum. Tað fer onki av okkum sum menniskju um vit dyrka tann eginleikan.
Árið er við at halla og ymist er hvat fólk hava verið fyri í árinum. Mín vón er at fólk finna ljós og framtíð í komandi døgum tá tað aftur fer at ljósna. Tíðin vit sum menniskju eiga saman er dýrabær, tí eiga vit at stremba eftir at verða nakað fyri hvørt annað, og ikki brúka orku at útihýsa.
Træið skal tendrast nú, ljós hómast á hvørji grein, sum lýsir upp í myrku tíðini. Mítt ynski til tykkum øll er at vit fáa eina jólahátíð har vit hava tíð til hvønn annan, og at rúm er fyri øllum.
Eg fari at enda við einum versi úr yrkingini “Menniskjum bórust boð” hjá Ismar Joensen.
Funnu teir Hann á krubbustrá
Og tilbóðu Hann av hjarta,
Tí hirðum í barmi birtist tá
Hitt himmalska ljósið bjarta.
Lovandi Gudi hildu teir
Avstað tá, fullir av gleði.
Ta gleð, vil Gud, at fleir og fleir
her finna á sínum vegi.
| | | ALV á Kambsdali, fjølmiðlafundur.ALV á Kambsdali, fjølmiðlafundur 27-11-2007 Alv á Kambsdali 6.11.2007
Fjølmiðlafundur
Eg eiti Dánjal Vang og umboði Fuglafjarðar Býráð.
Hetta er gleðiligt, at tit eru farin undir at gera tann “Rúmliga arbeiðsmarknaðin – enn rúmligari”.
Eg haldi ikki, at ávís almenn arbeiðspláss hava verið rúmlig mótvegis teimum fólkum, sum hava skerdan arbeiðsførleika.
Frásagnir, um tvørrandi forstáilsi fyri nevndu fólkum, hava verið bornar fram í
fjølmiðlunum, og øtast vit um óneyðugu og harðrendu framferðina.
Hóast alt, so eru sólskinssøgur, har almenn og privat arbeiðspláss hava fólk við skerdum arbeiðsførleika í arbeiði, og hava partarnir stóra nyttu og gleði av hvørjum øðrum.
Í Danmark ger t.d. IBM eitt stórt arbeiði fyri teirra arbeiðsfólk, sum gerast sjúk.
Teir gera alt, so viðkomandi, ið gjørdist sjúkur kann koma aftur í sitt gamla starv til fulla tíð ella við niðursettari tíð, ella verður settur til at røkja eitt annað starv
Tey 25 fólkini, ið koma at arbeiða her, hava eina realkompetencu, sum tey ella onnur ikki hava fingið eyga á.
Tí er alneyðugt, at ávís fólk gera sær ómak at finna fram til realkomtépetencurnar hjá teimum 25 arbeiðsfólkunum, sum skulu manna arbeiðsplássini.
Eftir at hesi fólk eru ment teoretiskt og praktiskt, er ikki óhugsandi at tey fara víðari til eitt starv hjá tí almenna ella privata ella gera sítt egna virkið.
Alv hevur góðar møguleikar at menna fólk teoretiskt við Áir og praktiskt her á Kambsdali.
Og tað gevur fólki uppaftur betri møguleikar úti á arbeiðsmarknaðinum.
Eg ivist ikki í, at vinnulívið og tað almenna fer at taka væl ímótur tykkum, og at allir partar fara at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum.
Tað skal vera okkara bøn og vón, at virkir av hesum slag, verða sett á stovn aðrastaðni í Føroyum, so at fólk verða tikin úr teirra einsemi, myrkri og vónloysi og fáa ein innhaldsríkan dag, og at sólin letur sínar geislar fløva teirra sál og sinn og lýsa upp á vegnum, sum fyrr var myrkur.
Fuglafjarðar Býráð fer av øllum alvi at gera sítt til, at hetta verk fer at eydnast.
Býráðsins kall og vilji er at vera beinasamir og hjálpsamir í øllum lutum, vera við til at lyfta hetta verk og flyta tað longur fram á vegin.
Takk fyri
| | | Færøblues í Ribarhús.Færøblues í Ribarhús 23-11-2007 Tíðindaskriv:
Lisbeth Nebelong vitjar nú aftur í Fuglafirði.
Lesiringurin á Fuglafjarðar Bókasavni hevði tann framíhjárætt, tá tey lósu ‘Når engle spiller Mozart’, at fáa vitjan av Lisbeth Nebelong. Tá lovaði hon at koma aftur, tá tann nýggja bókin var liðug.
Nú verður so skipað fyri tiltaki í Galleri Ribarhus undir heitinum:
’Færøblues í Ribarhus’, sum verður mánakvøldið 26.november kl. 19.30.
Har fer Lisbeth Nebelong at signera nýggju skaldsøguna hjá sær 'Færøblues - drengen med celloen' , sum er framhald av 'Når engle spiller Mozart'.
Tónleikur verður eisini á skránni, um ikki beinleiðis blues.
Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen tulka Evert Taube saman við serstaka gittarspælinum hjá Nielsi. Hetta er teirra ’live’ framførsla av nøkrum av løgunum av fløguni, sum júst er útkomin. Teir signera sjálvandi eisini fegnir hesa fløguna, eins væl og fløguna við Kingoløgum, sum kom út fyri eini tíð síðan.
Sum vant, tá tiltøk eru í Galleri Ribarhús, verður drekkamuður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Til ber at lesa um ta nýggju bókina á http://www.hovedland.dk/bog/faeroblues.htm
| | | Fólkatingsvalið.Fólkatingsvalið 12-11-2007 Vegna Fólkatingsval týsdagin 13.11.2007 er Kommunuskrivstovan afturlatin
| | | Røðan hjá Sigurð í samband við fjølmiðlafundin í ALV húsinum á Kambsdali 6. nov. 2007.Røðan hjá Sigurð í samband við fjølmiðlafundin í ALV húsinum á Kambsdali 6. nov. 2007 07-11-2007 Móttøka í ALV-húsinum á Kambsdali 6. novembur 2007 kl. 10:00.
Góðan morgun øll somul og vælkomin til Kambsdal, bæði tit frá nær og fjar.
Eg skal vegna Fuglafjarðar Býráð ynskja Sjálvsognarstovninum ALV og stýrinum fyri stovnin hjartaliga tillukku við keypinum av fyrrverandi kommunuhúsinum á Kambsdali. Vit eru longu byrjaði at kalla húsið fyri ALV-húsið á Kambsdali, so um stýrið hevur í hyggju at kalla húsið nakað annað, er at bera skjótt at.
Eg vil eisini nýta høvi til at ynskja ALV at vera hjartaliga vælkomin á Kambsdal til at útinna sítt virksemi útfrá. Hetta mannavinarliga virksemi, ið hevur sum endamál, at hjálpa teimum okkara ímillum, ið eru førleika skerd og geva teimum ein betri møguleika at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa eina størri lívsdygd. Hetta átak hevur allan heiður uppiborðið og eru vit fegin um, at vit gjørdust partur av hesum.
Nú havi eg skilt tað soleiðis, at henda verkætlanin skal umfata fólk úr Norðuroyggjum, Eysturoy og partvís Norðstreymoy og at stýrið í hesum sambandi hevur verið runt í hesum økjunum og hugt eftir hóskandi umstøðum hjá Stovninum at búleikast á í hesum partinum av landinum. Valið fall á Kambsdal.
Landafrøðiliga er húsið í hesum høpinum rímiliga væl staðsett og við í keypinum fylgir eitt stórt og slætt grundstykki við góðum møguleikum fyri útbyggingum.
Nærmastu grannarnir eru framleiðslu-, tænastu- og handilsvirkir.
Næstu grannanir fyri sunnan eru Miðnámsskúlarnir og Ítróttarhøllin. Óivað kann okkurt samstarv spyrjast burturúr, tá ein slíkur stovnur sum ALV liggur mitt ímillum vinnu-, skúla- og ítróttarumhvørvið, sammstundis sum sethúsabyggingin stendur í besta blóma bert eitt steinkast higani. Jú, sannaliga liggja møguleikarnir tøkir at troyta.
Síðan vil eg bera fram tøkkir. Til Kristinu Larsen, fyristøðukvinna fyri sera gott samskifti og samstarv. Stýrið fyri ta stutta, men góða samskifti okkara millum. Almanna- & Heilsumálaráðið fær tøkk fyri jaligu støðu sína til verkætlanina.
Til seinast vil eg ynskja tykkum í ALV góða eydnu við umbyggingini og klárgerðingini, soleiðis at húsið kann takast í brúk um ikki ov langa tíð. Tykkum øllum, ið varða av hesi verkætlan og øllum teimum, ið koma at virka her í húsinum, ynski eg alt tað besta og góðan byr framyvir.
Takk fyri
| | | Konsertfelagið.Konsertfelagið 05-11-2007 Konsert við Johan Hentze, trompet og Christopher Baxter, klaver, verður í Mentanarhúsinum hóskvøldið 8. novembur kl. 19:30 og í Norðurlandahúsinum 11. novembur kl. 16:00. Atgongumerkir á kr. 80, næmingar ókeypis.
| | | Býráðfundurin 25. okt..Býráðfundurin 25. okt. 26-10-2007 Fundarfrásøgnin yvir fundin sum var 25. okt. er løgd út á heimsíðuna, undir Fuglafjarðar kommuna/ Býráðsfundir.
| | | Kunngerð um býráðsfund.Kunngerð um býráðsfund 22-10-2007 Kunngerð um býráðsfund er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Nýtt høvuðstelefonnr..Nýtt høvuðstelefonnr. 22-10-2007 Kommunan hevur fingið nýtt høvuðstelefonnr., sum er 73 77 00
| | | Nýggj fundarfrásøgn..Nýggj fundarfrásøgn. 28-09-2007 Fundarfrásøgnin yvir fundin sum var tsann 27. sept. liggut nú á heimasíðuni.
| | | Skeiðsvirksemi kvøldskúlans..Skeiðsvirksemi kvøldskúlans. 28-09-2007 Skrá yvir skeiðsvirksemi kvøldskúlans er lagt út á Svørtutalvu.
| | | Kunngerð um býráðsfund.Kunngerð um býráðsfund 21-09-2007 Kunngerð um býráðsfund er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Størv sum havna-umsjónarmenn leys.Størv sum havna-umsjónarmenn leys 12-09-2007 størv sum havnaumsjónarmenn við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. november 2007 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
Førleikakrøv: Útbúgving sum navigatørur og førleika í enskum máli bæði í skrift og talu, somuleiðis sum tú skal duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga í føroyskum máli og haraftrat hava teldukunnleika á brúkarastøði.
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluna fær møguleikar fyri at menna havnina.
Setanarviðurskifti:
starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm.
Starvstreytir: Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hevur tú áhuga
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 03. oktober 2007 kl. 16.00.
Fleiri upplýsningar
um starvið fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.
Fuglafjørður, tann 12. september 2007
Fuglafjarðar kommuna
| | | Søkt verður eftir sløkkiliðsfólki.Søkt verður eftir sløkkiliðsfólki 12-09-2007 Sløkkiliðsfólk til Fuglafjarðar sløkkilið
Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 1 leysum sløkkiliðsfólki M/K til Fuglafjarðar sløkkilið til setan 1. november 2007 ella skjótast eftir hetta.
Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu hava heilsuváttan, revsiváttan og stóra koyrikortið. Tó kunnu persónar, sum ikki lúka krøvini fyri koyrikorti, søkja størvini við teirri treyt, at hetta verður fingið til vega skjótast, um teir verða settir í starv.
Somuleiðis verður kravt, at umsøkjarar antin hava ella skulu taka neyðugt grundskeið í 1. hjálp. Neyðuga víðari útbúgving sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsfólkum skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri.
Nærri upplýsningar um starvið eru at fáa frá brunastjóranum William S. Askham á telefon 737800.
Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 28. september 2007 kl. 15.00.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 07. september 2007
| | | Fundarfrágreiðing.Fundarfrágreiðing 07-09-2007 Fundarfrágreiðingin yvir fundin sum var 6. septembur, er løgd út á heimasíðuna, undir Fuglafjarðar kommuna, Býráðsfundir.
| | | Kunngerð um býráðsfund.Kunngerð um býráðsfund 31-08-2007 Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hósdagin tann 06. september 2007 kl. 16.30 í býráðssalinum við niðanfyri standandi dagskrá:
1. Mál viðvíkjandi umsókn frá Turið og Inga á Tórgarði um byggiloyvi til bilhús á matr.nr. 143ct.
2. Mál viðvíkjandi uppskoti til viðtøku- og bygnaðarbroytingar hjá SEV.
Mál fyri afturlatnum hurðum:
3. Mál viðvíkjandi starvsetan av mentanar- og menningarleiðara.
4. Mál viðvíkjandi starvsetan av bókavørði at avloysa Vónbjørt Linjonsdóttir, sum hevur fingið farloyvi í 2 ár.
Fuglafjørður, tann 31. august 2007
Fuglafjarðar býráð
| | | Byggisamtykt, Kambsdalur 2007.Byggisamtykt, Kambsdalur 2007 20-08-2007 Kunngerð um framløgu av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu.
Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21.mai 1954 við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu, verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 21.08.2007 til .01.10.2007 allar gerandisdagar uttan leygardag frá kl 10 - 15.
Sambært uppskotinum verður patrur av landbúnaðarøki, øki K, í bygdini Kambsdalur í Fuglafjarðar kommunu, umleið 10.000 m2 broytt til sethús/bústaðarøki. øki B.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 29. november 2007. kl. 16.00.
Fuglafjørður 20-08-2007
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ
Váttað verður at hendan lýsing er umbiðin av Fuglafjarðar kommunu.
Pætur Joensen
býarverkfrøðingur
| | | Nevndir býráðsins 2005 - 2008.Nevndir býráðsins 2005 - 2008 25-07-2007 Skipan av býráðum, nevndum og umboðum valskeiðið 1. januar 2005 til 31. desember 2008:
• Formansskapur:
Borgarstjóri: Sigurð S. Simonsen
Varaborgarstjóri: Jann Toftegaard
2. varaborgarstjóri: Dánjal Vang
• Fíggjarnevndin:
Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri fastur limur og formaður
Eyðun á Lakjuni
Elisabeth D. Eldevig
Nevndin varð vald av nýggjum á býráðsfundi tann 23. mei 2007 og tók við tann 23. mei 2007..
• Tekniska nevndin:
Dánjal Vang, formaður
Eyðun á Lakjuni, næstformaður
Elisabeth D. Eldevig
Nevndin varð vald av nýggjum á býráðsfundi tann 23. mei 2007 og tók við tann 23. mei 2007.
• Havnanevndin:
Dánjal Vang, formaður, formaður
Eyðun á Lakjuni, næstformaður
Jann Toftegaard
Nevndin varð vald av nýggjum á býráðsfundi tann 23. mei 2007 og tók við tann 23. me 2007.
• Mentamálanevndin:
Elisabeth D. Eldevig, formaður
Dánjal Vang, næstformaður
Jann Toftegaard
Nevndin varð vald av nýggjum á býráðsfundi tann 23. mei 2007 og tók við tann 23. mei 2007.
• Sosiala nevndin:
Eyðun á Lakjuni, formaður
Elisabeth D. Eldevig, næstformaður
Dánjal Vang
Nevndin varð vald av nýggjum á býráðsfundi tann 23. mei 2007 og tók við tann 23. mei 2007.
• Brunanevndin:
Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri fastur limur og formaður
Jann Toftegaard, næstformaður
Tórfríður Abrahamsen
Kristian Martin Joensen, sýslumaður fastur limur
Gordon M. Petersen, brunastjóri fastur limur
• Barnaverndarnevndin:
Í hesi nevnd sita 5 limir og 5 varalimir. Grundað á óvissu um nýggju barnaverndarlógina, varð valbólkurin samdur um, at verandi barnaverndarnevnd heldur fram við sínum arbeiði, til endalig greiða er fingin á hesum málsøki.
Annars er nýggj barnaverndarlóg samtykt í Løgtinginum við gildiskomu fyri meginpartin av lógini tann 1. januar 2006.
Fuglafjarðar- og Leirvíkar kommunur hava gjørt avtalu um felags barnaverndartænastu undirskrivað partanna millum á fundi tann 16. november 2005, og hesi viðurskifti bera við sær, at Fuglafjarðar kommuna fær 3 limir í nevndina, meðan Leirvíkar kommuna fær 2 limir.
Nevndin hevur skipað seg á fundi tann 07. desember 2005.
Fastir limir: Varalimir:
Malena í Lambanum, formaður Herdis Nybo Justesen
Kári Nolsøe Olsen, næstformaður
Hans Jacob Poulsen Elibert Kerá
Ásla Sevdal Kristbjørg Petersen
Sólrun Poulsen
• Ráðgevandi Umhvørvisnevndin:
Sofus S. Gregersen, formaður
Petur Abrahamsen
Tórfríður Abrahamsen
• Valstýri til løgtingsval fyri Fuglafjarðar valdømi umfatandi Fuglafjørð og Kambsdal:
Fastir limir: Varalimir:
Hanus M. Hansen Kristian Petersen
Borghild Hansen Edmund Abrahamsen
Jógvan Finnur Poulsen Símun Fornagarð
Bjørghild Arnholdtsdóttir Helle H. Poulsen
Steintóra H. Nesá Símun Abrahamsen
Hanus M. Hansen er formaður í valstýrunum
• Valstýri til fólkatingsval fyri Fuglafjarðar valdømi umfatandi Fuglafjørð og Kambsdal:
Fastir limir: Varalimir:
Hanus M. Hansen Kristian Petersen
Borghild Hansen Edmund Abrahamsen
Jógvan Finnur Poulsen Símun Fornagarð
Bjørghild Arnholdtsdóttir Helle H. Poulsen
Steintóra H. Nesá Símun Abrahamsen
Hanus M. Hansen er formaður í valstýrunum
• Valstýri til løgtingsval fyri Hellurnar valdømi:
Fastir limir:
Eli Jensen
Atli Johannesen
Símun Hans Jacobsen
Hansina Kerá
Kristina Jensen
Eli Jensen er formaður í valstýrunum
• Valstýri til fólkatingsval fyri Hellurnar valdømi:
Fastir limir:
Eli Jensen
Atli Johannesen
Símun Hans Jacobsen
Hansina Kerá
Kristina Jensen
Eli Jensen er formaður í valstýrunum
• Kommunuvalnevndin fyri Fuglafjarðar kommunu:
Fastir limir: Varalimir:
Arnold Abrahamsen Edva Jacobsen
Ditlev Róin Fritleiv Joensen
Eli Jensen Terji á Lakjuni
Arnold Abrahamsen er formaður í kommunuvalnevndini
• Umboð í Hallarnevndini:
Fastir limir: Varalimir:
Dánjal Vang Eyðun á Lakjuni
Sigurð S. Simonsen Jann Toftegaard
Fríðgerð Heinesen fyri Leirvíkar kommunu
Hans Mourits Foldbo fyri Gøtu kommunu, formaður
Dánjal Vang er vadur limur av býráðnum tann 12. apríl 2007 fyri Jón Nolsøe Olsen, sum skrivliga hevur biðið um at sleppa úr nevndini. Býráðið samtykti eisini at velja Jann Toftegaard sum varalim fyri Sigurð S. Simonsen (varaborgarstjóri í borgarstjórans stað) og Eyðun á Lakjuni fyri Dánjal Vang.
• Kommunala ferðslunevndin:
Tórfríður Abrahamsen, formaður
Jann Toftegaard, næstformaður
Kristian Martin Joensen
• Hellunevndin:
Elibert Kerá, formaður
Jórun Eið Johanneesn, næsrformaður
Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri fastur limur
• Hegnsýnisnevndin:
Fastir limir: Varalimir:
Samson Mikkelsen Jørgen Miðgerð
Mortan Berjastein Hans Chr. Midjord
Bjarni S. Joensen
• Umboð í stýrið fyri Kommunusamskipan Føroya:
Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri fastur limur sambært viðtøkurnar
Sambært galdandi viðtøkum fyri felagsskapin frá 10. juni 1999, broyttar 22. mars 2001 og 26. mars 2004, er borgarstjórin sambært § 6 fastur limur í stýrinum fyri KSF, meðan býráðsskrivarin sambært § 8 somuleiðis luttekur saman við borgarstjóranum á stýrisfundum og er limur í starvsbólkinum, sum er tilmælandi yvir fyri stýrinum.
• Umboð í S.E.V.:
Fastir limir: Varalimir:
Dánjal Vang Jann Toftegaard
Jóannes Thomsen Jón Nolsøe Olsen
• Umboð í Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin:
Borgarstjórin hevur atkvøðurætt á aðalfundi og eykaaðalfundum. Annars stendur tað øllum býráðslimum frítt at møta á omanfyri nevndu fundum.
• Umboð í Ráðið fyri ferðslutrygd:
Jann Toftegaard
• Umboð og varaumboð í stýrið fyri Eysturoyar Røktar- & Ellisheim:
Fastur limur: Varalimur:
Eyðun á Lakjuni Elisabeth D. Eldevig Olsen
• Upptøkunevndin fyri eldrasambýlið Vesturstova:
Sambært kunngerð nr. 67 frá 18. mei 2006 um eldrasambýli, skulu 5 limir manna nevndina. 3 uimboð við røktarfakligari útbúgving tilnevnd av kommununi, avvarðandi økisleiðari og ein kom munulækni tilnevndur av landsstýrismanninum í almannamálum..
Víst verður annars til Viðtøkurnar fyri Vesturstovu § 5, stk. 3 um hesi viðurskifti.
Fyri Heimarøktina: Ása Hanusson, økisleiðari
Kommunulæknin: Pól Jóhs. Í Horni
Fyri kommununa: Marianna Hansen, sjúkrarrøktarfrøðingur
Fyri kommununa: Unna Næs Petersen, sjúkrarrøktarfrøðingur
Fyri kommununa: Kristbjørg Petersen, sjúkrarrøktarfrøðingur
Kommunalu umboðini í nevndina eru vald av býráðnum tann 14. desember 2006 og avgerðin fráboðað landsstýrismanninum í almannamálum.
• Ferðavinnan fyri Eysturoy:
Fastur limur: Varalimur:
Dánjal Vang Jann Toftegaard
• Umboð í nevndina fyri Næmingaheimið á Kambsdali:
Fast umboð: Varaumboð:
Eyðun á Lakjuni Petur Abrahamsen
• Eygleiðari í nevndini fyri Fuglafjarðar sjónleikarafelag (Mentanarhúsið):
Dánjal Vang
• Skattakærunevndin fyri Eysturoy:
Fastur limur: Varalimur:
Kristian Martin Petersen Óluva Bærentsen
• Nevnd standmynd Victor Danielsen:
Jóhan Heri Joensen
Ditlev Róin
Øssur Mohr
• Gøtunavnanevndin:
Ditlev Róin
Petur Martin Petersen
Petur Abrahamsen
• Skúlastýrið fyri Fuglafjarðar skúla:
Kommununar umboð:
Dánjal Vang
Elisabeth D. Eldevig Olsen
Hinir limirnir eru:
Uni Næs, formaður
Lillian Johannesen
Sonja á Líðarenda
Edmund Jacobsen
Vísandi til § 50, stk. 2,1 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um “fólkaskúlan, seinast broytt við L.L. nr. 128 frá 22. desember 2000 skal kommunustýrið velja 2 umboð.
• Nevnd í sambandi við skipan av uttanumøki skúlans:
Signar á Brúnni, valdur av býráðnum
Sonja á Líðarenda, umboðandi skúlastýrið
Jastrid á Dalbø, umboðandi Námsfrøðiliga ráðið
Súni í Hjøllum, umboðandi skúlaleiðsluna
Uni Reinert Petersen, umboðandi næmingaráðið
Nevndin vald av nýggjum á býráðafundi tann 12. apríl 2007.
• Bygginevnd í sambandi við út- og umbygging av Fuglafjarðar skúla:
Pætur Joensen, býarverkfrøðingur
Dánjal Vang, formaður í mentamálanevndini
Súni í Hjøllum, skúlastjóri
Ann Mari Hentze, skrivari
Nevndin vald á býráðsfundi tann 12. apríl 2007.
• Fuglafjarðar søgu nevnd:
Arne Nørrevang
Freydis Poulsen
Ditlev Róin
Petur Martin Petersen
Nevndin vald á býráðsfundi tann 12. apríl 2007.
Fuglafjørður, tann 23. mei 2007
Fuglafjarðar býráð
| | | Eykabýráðsfundurin 05.07.2007.Eykabýráðsfundurin 05.07.2007 05-07-2007 Fundarfrásøgn, frá eykabýráðsfundinum, sum var 5. juli, er løgd út á heimasíðuna hjá kommununi á: http://www.fuglafjordur.fo/index.asp?pID={26C34854-6556-471D-908E-5C4A9AA4B1FB}
| | | Varmakeldu-skráin 2007.Varmakeldu-skráin 2007 29-06-2007 Miku- hósdagur 27-28. juni
Mikudag
17:00 Smádreingir ÍFa-LÍFa
17.30 Smádreingir ÍFb-LÍFb
18:00 Smádreingir ÍFc-LÍFc
Hósdag
17:00 Pinkur ÍF-GÍ
17.00 Gentur 10-12 ÍF-LÍF
18:00 Piltar ÍFa-LÍF
18:00 Piltar ÍFb-NSÍb
19:00 Smágentur 12-14 ÍF-LÍF
20:00 Smádreingir ÍF-KÍa
Fríggjadagur 29. juni
10:00-23:00 Restaurant Muntra hevur opið
15:00-22:00 Piddasa handil hevur opið
16:00-20:00 Málningaframsýning í Arbeiðsmanafelagshúsinum
17:00 ÍF - Skála undir skúlaaldur
17:00-23:00 Pizzaria Primavera á Kambsdali hevur opið
17:00-22:00 Cafe við livandi tónleiki í Mentanarhúsinum
18:00-24.00 Paintball á havnaøkinum
19:00-23:00 Tivoliøkið við Mentanarhúsið er opið
21:00-22:00 Varmakelduvøka í kirkjuni
- Tónleikur, upplestur, solosangur og felagssangu
22:00 Ungdómsmøti í Thabor
- Alfred Petersen talar
- Opið Hús á midnátt
00:00 Diskotek í Mentanarhúsinum
- DJ Sleize
Open by night – Handlarnir í Fuglafirði hava opið til kl. 22:00
Leygardagur 30. juni
11:00-22:00 Piddasa handil hevur opið
11:00-20:00 Fuglafjarðar Fornminnisfelag hevur opið í Høvdahúsinum
10:00-23:00 Restaurant Muntra hevur opið
13:45 Skrúðgonga frá fótbóltsvøllinum oman til Mentanarhúsið
14:00 Setan á økinum omanfyri Mentanarhúsið – Egon Øregaard setur stevnuna
14:00-23:00 Tivoliøkið við Mentanarhúsið er opið
14:00-24.00 Paintball á havnaøkinum
14:00 Barnaróður
15:00 FM-kappróður - steypahandanin verður eftir róðurin á økinum við Mentanarhúsið
16:00-21:00 Cafe við livandi tónleiki í Mentanarhúsinum
17:00-04:00 Pizzaria Primavera á Kambsdali hevur opið
18:00 Barnatiltak í Mentanarhúsinum – Gyklarin Ásbjørn Bertelsen
20:00 Brotssparkskapping
22:00 Siloa - opið hús
23:00 Miðnáttarrøða verður við Mentanarhúsið
– Høgni Hoydal heldur røðu, felags sangur og fýrverk verður skotið
23:30 Diskotek í høllini á Kambsdali
- bussur koyrir millum Fuglafjørð og Kambsdal
23:30 Dansur í Lonini
- 25 ár aldursmark
23:30 Ársins Varmakeldudansur í Mentanarhúsinum – Showmenn spælir fyri allar seinastu fer
- 18 ár aldursmark
Handlarnir í Fuglafirði hava
opið til kl 14:00
Sunnudagur 1. juli
11:00 Gudstænasta v/ Una Næs
10:00-23:00 Restaurant Muntra hevur opið
14:00-20:00 Fuglafjarðar Fornminnisfelag hevur opið í Høvdahúsinum
14:00-22:00 Piddasa handil hevur opið
14:00-24.00 Paintball á havnaøkinum
14:30 Fólkafundur á økinum omanfyri Mentunarhúsið - Dánjal Vang heldur røðu og hornorkestri spælur
15:00 Skipalistin
- Vinnuvitan skipar fyri kapping
15:00-19:00 Cafe í Mentanarhúsinum
15:00-19:00 Framsýning við uppboðsølumálningunum í Mentanarhúsinum
15:00-23:00 Tivoliøkið við Mentanarhúsið er opið
16:00-20:00 Málningaframsýning í
Arbeiðsmanafelagshúsinum
17:00 Thabor – útimøti á økinum omanfyri Mentanarhúsið
- mannskórið Thabor, ung í thabor syngja, felagssangur og vitnisburður
17:00-23:00 Pizzaria Primavera á Kambsdali hevur opið
18:00 Siloa - møti
18:00 Motorsúkklur vitja á tivoliøkinum
20:00 Varmakeldukonsert í Mentanarhúsinum
v/Hans Hjalti Skaale og Helgi Midjord
- atgongumerkini fáast við dyrnar
22:00 Málningauppboðsøla verður í Mentanarhúsinum eftir konsertina
- Torbjørn Jacobsen
| | | Svimjihylurin.Svimjihylurin 25-06-2007 Svimjihylurin verður afturlatin í summarfrítið Skúlans. Latið verður uppaftur 20. august 2007.
| | | Ung í arbeiði.Ung í arbeiði 25-06-2007 Til øll ung í Fuglafjarðar kommunu í 7., 8., 9. og 10 flokki!
Treytað av endaligari góðkenning býráðsins og avtalu við arbeiðarafeløgini, ætlar Fuglafjarðar kommuna í summarfrítíðini at hava eitt tilboð – UNG Í ARBEIÐI – fyri næmingum úr 7. – 10. flokk.
Møguleiki er at arbeiða í eina viku ella í 14 dagar.
Arbeitt verður í tveimum tíðarskeiðunum:
09. – 20. juli og
23.juli – 03. august
Fyri at tryggja sær, at áhugi er fyri hesum tiltakinum, kunnu næmingar boða frá á skrivstovuni í Fuglafjarðar skúla tlf. 737760 millum kl. 09.00-12.00. Eisini kann boðast frá hjá Fuglafjarðar Kommunu tlf. 444006. Tilmeldingin er bindandi. Seinasta freist at boða frá er mánadagin 2. juli kl.12.00.
Fuglafjørður 15. juni 2007
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA
| | | UNG Í ARBEIÐI.UNG Í ARBEIÐI 20-06-2007 Til øll ung í Fuglafjarðar kommunu í 7., 8., 9. og 10 flokki!
Treytað av endaligari góðkenning býráðsins og avtalu við arbeiðarafeløgini, ætlar Fuglafjarðar kommuna í summarfrítíðini at hava eitt tilboð – UNG Í ARBEIÐI – fyri næmingum úr 7. – 10. flokk.
Møguleiki er at arbeiða í eina viku ella í 14 dagar.
Arbeitt verður í tveimum tíðarskeiðunum:
09. – 20. juli og
23. – 03. august
Fyri at tryggja sær, at áhugi er fyri hesum tiltakinum, kunnu næmingar boða frá á skrivstovuni í Fuglafjarðar skúla tlf. 737760 millum kl. 09.00-12.00. Tilmeldingin er bindandi. Seinasta freist at boða frá er týsdagin 26. juni kl.12.00.
Fuglafjørður 15. juni 2007
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA
| | | Avloysari fyri bókavørð.Avloysari fyri bókavørð 12-06-2007 Fuglafjarðar kommuna søkir eftir avloysara fyri bókavørð, sí meir í Svørtutalvu.
| | | Nýggj fundarfrásøgn..Nýggj fundarfrásøgn. 05-06-2007 Nýggj fundarfrásøgn er løgd út á heimasíðuna, fyri fundin ið var 4. juni og hon liggur inni á Fuglafjarðar kommuina, undur fundarfrásøgnir.
| | | Kunngerð um flytan av býráðsfundi.Kunngerð um flytan av býráðsfundi 30-05-2007 Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almenni býráðsfundurin, sum lýstur er at verða hósdagin 31. mei 2007, er fluttur til mánadagin 4. juni 2007 kl. 16:30 í býráðssalinum við somu dagsskrá, sum lýst er í kunngerð frá 26. mei 2007
| | | Eykabýráðsfundurin 23. mai.Eykabýráðsfundurin 23. mai 24-05-2007 Fundarfrásøgnin, frá eykabýráðsfundinum 23. mai, er løgd út á heimasíðuna, undir Fuglafjarðar kommuna og býráðsfundir.
| | | Býráðssamstarvið í Fuglafirði skrædnað.Býráðssamstarvið í Fuglafirði skrædnað 18-05-2007 Eftir seinasta býráðsval avgjørdu teir 9 býráðslimirnir í Fuglafirði at skipa eina breiða samgongu. Ta seinastu tíðina hevur samgongustevið kortini haltað eitt sindur. Og nú skal samstarvið sigast upp!
Mikudagin í næstu viku verður eyka býráðsfundur í Fuglafirði har bert eittans málið er á skránni: Uppsøgn av verandi býráðssamstarvi.
Uppskotið kemur frá einum valbólki sum umboðar 5 av 9 býráðslimum, og sum nú eru farin í ein valbólk. Í hesum valbólki er borgarstjórin, Sigurð Simonsen, umframt Dánjal Vang, Eyðun á Lakjuni, Jan Toftegaard og Elisabeth D. Eldevig.
- Nei, vit halda ikki at samstarvið er nóg gott í løtuni. Vit høvdu ynskt at tað var munandi betri, sigur borgarstjórin við Sosialin.
Samstarvið eftir seinasta býráðsval var grundað á eina semju um eitt veruligt samstarv, har ein ikki skuldi tosa um meiriluta ella minniluta. Men hetta gekk altso ikki longur enn til fyri kortum.
Mikudagin kl. 16:30 verður tí eyka býráðsfundur, har uppsøgnin av samstarvinum kemur fyri. Ætlanin er somuleiðis at velja tær fimm føstu nevndirnar av nýggjum fyri tað, sum er eftir av verandi valskeiði.
| | | Kunngerð um eyka býráðsfund..Kunngerð um eyka býráðsfund. 18-05-2007 Kunngerð um eyka býráðsfund er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Almenn samkoma á Brandstøðini.Almenn samkoma á Brandstøðini 16-05-2007 Frá Fuglafjarðar býráð
Í sambandi við at Gordon M. Petersen, sløkkiliðsleiðari og Edmund Abrahamsen, varasløkkiliðsleiðari eru farnir úr starvi verður skipað fyri almennari samkomu á Brandstøðini í Fuglafirði fríggjadagin tann 18.mai 2007 kl. 14.00.
Í hesum sambandi verður eisini høvi at at heilsa upp á nýggja sløkkiliðsleiðaran William S. Askham og varaleiðaran Jóhan Clementsen.
Fuglafjørður, tann 16. mai 2007
Fulafjarðar býráð
| | | Fundarfrásøgn.Fundarfrásøgn 27-04-2007 Fundarfrásøgnin frá 26. apríl, er løgd út á heimasíðuna, undir Fuglafjarðar kommuna/Býráðsfundir.
| | | Skrivstovan verður afturlatin Flaggdagin 25. apríl 2007.Skrivstovan verður afturlatin Flaggdagin 25. apríl 2007 23-04-2007 Skrivstovan verður afturlatin Flaggdagin 25. apríl 2007.
Vinarligar heilsanir
Fuglafjarðar Kommuna
| | | CORDELIA på Færøerne, april 2007..CORDELIA på Færøerne, april 2007. 20-04-2007 I et samarbejde mellem Nordens Hus og Tórshavnar Musikkskúli er der planlagt et besøg, 26. - 30. april 2007, hvor CORDELIA giver koncerter i Mentanarhúsinum i Fuglafirði, fredag den 27. april kl. 21.00 og i Nordens Hus søndag den 29. april kl. 16.00. Desuden skal gruppen afholde workshop i Tórshavn primært med elever, der går på miðnámskeið i musikskolen.
Medlemmerne af gruppen kommer fra vidt forskellige baggrunde - klassisk musik, jazz, pop/rock, folk, tango o.m.m. CORDELIA forener elementer fra disse forskellige stilarter til et udtryk, som det er svært at kategorisere. Gruppen har optrådt ved en lang række forskellige arrangementer i Danmark, bl. a. Copenhagen Jazz Festival 2005 og Aarhus International Jazz Festival 2005. CORDELIAs debut-cd, “Cordelia”, udkom i 2004 på Cope Records. Hjemmeside: www.cordelia.dk
I løbet af foråret 2007 optræder CORDELIA ved en række arrangementer i flere nordiske lande udover besøget på Færøerne - den 13. apr. JessJazz, Jessheim, Norge, 24. apr. LiteraturHaus, København, 1. maj Musikhögskolan Malmö, Sverige og 21. maj MusikCaféen, Århus.
Turnéen er støttet af bl. a. Nordisk Kulturfond, Dansk Jazzforbund, Dansk-Færøsk Kulturfond og Mentanargrunnur Landsins.
Elever i Føroya Musikkskúli, primært fra miðnámskeið i Tórshavnar Musikkskuli, deltager under besøget i en workshop med CORDELIA: Andreas T. Restorff , Anna Katrina Olsen, Bárður R. Poulsen, Benjamin Petersen, Búgvi J. Magnussen, Greta Svabo Bech, Heiðrun Petersen, Ingmar B. Mikkelsen, Jákup Lützen, Konni K. Jacobsen, Mia Káradóttir, Niklas Mouritsen, Pól Nolsøe Jespersen. Workshoppen afsluttes søndag eftermiddag kl. 16.00 med fælleskoncert i Nordens Hus.
I Cordelia's stue hænger en gammel skrøbelig violin ved siden af en bakelit-stikkontakt. Tegneserieænder flyver over det naturalistiske landskabsmaleri i skæret fra en udtjent standerlampe...
Orkestret Cordelia spiller fortællende og billedskabende musik, som uden varsel svinger fra det følsomme og intime til det storladne og svulstige. Strygekvartetten er et bærende element i det 9 mand store orkesters lydbillede, som af anmeldere er blevet karakteriseret så forskelligt som "avant-pop", "cabaret-musik" og "ambitiøs strygerjazz". Sangene er hudløse stemningsbilleder og underfundige historier, f.eks. om den lille pige i den forheksede karusel, om kunstnernørden der ikke kan lave mad, eller om kærlighed og kortspil i 1700-tallet.
Cordelia's debut-CD, kort og godt betitlet "Cordelia", udkom i 2004. Den fik bl.a. følgende ord med på vejen:
...Cordelia er en flot, færdigudviklet, lille århusiansk perle. ...Bare sangerinde Stinne Henriksens lille satanisk-teatralske komposition "The Carousel" er hele pladen værd. Ligesom det er en fryd at følge hovedkomponisten Kasper Bai´s eksistentielle genvordigheder i sørgmodige sindsbilleder som "What if I Can´t Be Happy" og "Sadness Without Reason". Det er en meget flot debut fra et meget specielt band.
-LineOut
...Cordelias udtryk er på en gang følsomt, underfundigt og frembrusende. Det ene øjeblik stilfærdigt, det næste voldsomt. Og som helhed overraskende originalt og i særdeleshed præget af 1) Stinne Henriksens udtryksfulde, til tider papir-tynde, til andre tider barberblads-skarpe stemme og af 2) de fire markante strygere, der om nogen tilfører udtrykket noget fornyende og overvældende.
- Gaffa
Det er en bemærkelsesværdigt vellykket debut, den århusianske ni-mands-gruppe, Cordelia, har skabt. ...Lynbech viser et betydeligt arrangørtalent i sin evne til at bringe strygergruppen ind i musikken som en levende bestanddel af orkestrets lyd og kunstneriske udtryk. ...Det er både forfriskende og overbevisende.
- Netmagasinet Flix
Cordelia er: kongedatteren i Shakespeare's King Lear, som både er følsom og skrøbelig - og stærk og modig.
Cordelia er også
Stinne Henriksen
Vokal
komponist og tekstforfatter
Født i 1976, uddannet sanger med diplomeksamen fra Det Jyske Musikkonservatorium i 2002. 'Jeg kommer fra en lille landsby, fra "et hjem med klaver" og har sunget hele mit liv'. Stinne har sunget professionelt siden 98 som studiesanger, korsanger og især lead-sanger i forskellige sammenhænge. Hun har bevæget mig inden for mange stilarter, men karakteriserer sig selv som 'jazz-sanger med smag for niche-pop og viser'.
Stinne siger om Cordelia: 'Idéen til orkestret opstod i løbet af år 2000. Jeg var på det tidspunkt meget af fascineret af Bjørks album 'Homogenic', hvor strygekvartetten har en fremtrædende rolle. Jeg kunne ikke forestille mig noget skønnere at synge til sådan en lyd (- og det er skønt!). På det tidspunkt var strygere meget brugte på konservatoriet til eksaminer og projekter, men hvorfor ikke et orkester hvor strygegruppen spillede en mere markant rolle, hvor strygerne var medlemmer. Sådan et orkester havde jeg aldrig hørt om før. Vi havde vores første 'øver' i aug. 2000 og har udviklet os til et orkester, som både er nyskabende, men også kan lide at fremhæve klichéerne'.
For mig er det meget sjovere og mere inspirerende at skrive fiktion. Dog har sangteksterne altid udgangspunkt i noget sandt. Persongalleriet er stille eksistenser, men deres følelser er store og heftige. Sangene er 'hverdag' tilsat en smule magi og en hel del drama.
'At synge er for mig at fortælle. Jeg elsker historier. En god bog, en god film, en tekst eller et musikstykke. Jeg bliver nemt opslugt og lever med i historien. Jeg føler mig løftet ud af denne verden og hensat til en ny, hvor alt kan ske. Det er denne følelse, jeg håber at kunne videregive, når jeg synger, hvad enten det er jazz, viser eller repertoiret i Cordelia, som bestemt har fortællingen i centrum. Fortælling både i ord, komposition og arrangement'.
Sofia Olsson
Cello
Født i Munkfors i hjärtat av Värmland i Sverige. Begyndte at spille cello i otte års alderen för att det var att så vackert instrument att titta på'.
Gik på musikkonservatoriet i Falun, Sverige og mødte Emil. Emil flyttede til Århus og Sofia flyttede som den 'lydiga flickvän' hun er efter. Fra 2000-2005 uddannet på Det Jyske Musikkonservatorium hos cellisten Henrik Brendstrup.
Sofia kom med i Cordelia i 2001, først som afløser for den daværande cellist Karin Dalsgaard. Sofia 'fastnade för den schyssta stämningen av att spela i ett band' og blev fast medlem, da Karin valgte at forlade bandet.
Kjell-Håkon Aalvik
trommer og percussion
Født og opvokset på Skjernøy, vest for Kristiansand i Norge. Har musikalsk baggrund i pop, jazz og gospel. Har de sidste ti år arbeidet som freelance trommeslager, percussionist og underviser i Norge og Danmark.
Kjell-Håkon Har arbejdet med mange spændende projekter, med kunstenere fra forskellige steder : bl.a Silje Neergård(N), Jan Werner Danielsen(N), Bernard Purdie(USA),
Fra 1996-2001 boede Kjell i Danmark hvor han bl.a studerede på Det Jyske Musikkonservatorium, hvor han var med til at danne Cordelia
Bor for tiden i Norge, nærmere bestemt Jessheim, udenfor Oslo.
Kjell siger om Cordelia: 'Gleden ved å spille i dette bandet er, at her forenes det meste av musikkgenre på tvers av hverandre. Det finnes ingen regler, det er lov og meningen at man utfolder sin kreativitet. På en eller annen måte går det hele sammen i en høyere enhet. Det er et spennende og utfordrende band hvor man må ofte er ute kjenner på sine egne grenser. Dessuten er det jo noen deilige mennesker å være sammen med :-)'
Morten Møller
bratsch
Født 1978 i Hjørring. Begyndte at spille violin som 5-årig, og startede som violinist på Det Jyske Musikkonservatorium som violinist. Skiftede i 2000 til bratsch, og er uddannet bratschist med diplomeksamen i 2004.
Har turneret med bl.a. Lis Sørensen og Laila og Symfobiorkestret.
Kasper Bai Andersen
akustiske og elektriske guitarer, direktion,
komponist, arrangør og co-producer
Født 1974 i Hjørring. Uddannet 2001 på konservatoriet i Århus med Rytmisk Musiklæreruddannelse og Musiker Diplomeksamen. Fra 2005-07 solistklassestuderende i komposition og guitar ved konservatoriet.
Spiller og komponerer endvidere i grupperne Järv, Løgn og ACE, samt komponerer og arrangerer til bigbands, symfoniorkestre, kor, kammerensembler m.m.
Sagt og skrevet om Kasper Bai:
"Kasper Bai Andersen är en duktig gitarist och en mycket spännande kompositör og arrangör"
Lars Jansson, svensk pianist og komponist
"Kasper Bai er en guitarist med en personlig tilgang til instrumentet. Han stiller sig ikke tilfreds med de lette løsninger, men afsøger nye og ikke prøvede veje både som guitarist og komponist"
Uffe Steen, guitarist (og Kaspers lærer på konservatoriet)
"Kasper Bai Andersen besidder ualmindelige kreative evner og formår at omsætte sine meget personlige ideer til en lang række overbevisende og velproportionerede kompositioner".
Udtalelse i forb. med diplomeksamen på konservatoriet
Emil Carlsson
2. violin
Født 1980 i Lindome udenfor Göteborg i Sverige.
Begyndte at spille violin som 4-årig som en undskyldning for at komme væk fra sin storebror Tobias som var noget voldsom mod sin yngre bror. (Idag er de dog gode venner...)
Spillede mest for sjov indtil 16 års alderen, hvor han bestemte sig for at satse på musikken og startede på musikkonservatoriet i Falun, Sverige. Der gik han i 2 år.
Uddannet 1999-2004 på Det Jyske Musikkonservatorium i Århus på klassisk violin.
Af andre interesser nævner han snowboard, snabelsko, astrofysik och heavy metal. - 'Och förstås klassisk musik'.
Signe Gjesing
kontrabas
Født 1974, uddannet el- og kontrabassist 2003 fra Det jyske Musikkonservatoriums rytmiske linie, hvor hun bl.a. fik undervisning af Bo Stief, Kaspar Vadsholt og Jens Jefsen. Herudover har hun studeret klassisk bueteknik hos Mette Hanskov, bassist i Det Kgl. Kapel, og tangoteknikker hos bassisterne Oscar Giunta og Sergio Rivas i Buenos Aires. Spiller i tangokvartetten Tango Marplata og duoen Che Tango samt i en række funk-, pop- og jazzsammenhænge.
Henrik Lynbech
Klaver, rhodes, keyboards, harmonika, elektronik,
arrangør og co-producer.
Født 1975 i Thisted, og viste efter sigende tidligt interesse for musik ved i tide og utide at klimpre på klaveret eller hamre med knive og gafler på alle nærværende ting på spisebordet. Begyndte at få klaverundervisning som 8-årig på Thisted musikskole i klassisk klaver, men fattede mere interesse for rytmisk musik, da han som 11-årig kom med på et begynder-sammenspilshold. Spillede siden med forskellige bands i Thisted. Henrik flyttede til Århus i 1995, med en ambition om at læse datalogi på universitetet. Men da det tørre universitetsstof oftest måtte vige for musikken, besluttede han i 1996 at søge ind på Det Jyske Musikkonservatorium, og studerede der indtil 2000. I slutningen af konservatoriestudiet begyndte han at interessere sig for at arrangere, især for strygere. Så da Kasper, Stinne og Signe begyndte at snakke om at danne et orkester netop med strygere var han straks med på idéen, og snart efter så Cordelia dagens lys.
Sideløbende har han lavet arrangementer til bla. den amerikanske singer-songwriter Kevin Welch og Ann-Mette Elten, og medvirket som både arrangør og co-producer på Maria Guttesens 'Divided Minds' og På Slaget 12.
Kirsten Riis-Jensen
1. violin
Kirsten er født i 1978 og kommer fra Broby på Fyn. Uddannet med diplomeksamen fra konservatoriet i Århus (klassisk afd.) i 2004, studeret i Oslo 2004-05, og studerer fra 05-07 i solistklassen i Malmö.
'Da Kasper, Stinne og Henrik, der alle gik på konservatoriet dengang, luftede en ide om at etablere et fast ensemble (band med strygekvartet), med deres egen musik og arrangementer, slog jeg til. Det viste sig at blive ligeså udfordrende og udviklende, som jeg håbede!’
Strygerne Stinne Henriksen
| | | Ruskøkið á Klovningi..Ruskøkið á Klovningi. 04-04-2007 Ruskøkið á Klovningi verður stongt páskaaftan.
Fuglafjarðar kommuna
| | | Tíðindaskriv frá Kvøldsetusamtakinum.Tíðindaskriv frá Kvøldsetusamtakinum 22-03-2007 Felagið kvøldsetusamtakið byrjaði í novembur í fjør við tí høvuðssetningi at skipa fyri einum tiltaki í Mentanarhúsinum um mánaðan. Sí annars heimasíðuna hjá felagnum www.123hjemmeside.dk-kvoldsetur.
Fríggjadagin 23. mars kl. 20.00 verður fimta tiltakið hjá samtakinum við trimum innsløgum á skránni.
Kl. 20.00 fer Poul Jacob Breiðaskarð at spæla harmoniku.
Poul Jacob er fuglfirðingur. Sum ungur fór hann í 1973 til Ísafjarðar í Íslandi at arbeiða, har giftist hann og gjørdist hann limur í Harmonikufelag Vestfjarðar. Í 2001 fluttu Poul Jacob og konan aftur til Føroya. Hetta er fyrstu ferð, Poul Jacob spælir alment her á landi, so tað verður forkunnugt at hoyra.
Kl. 20.30 spæla og syngja Lylli og Niels.
Teir báðir fara at syngja nakrar Taube umsetingar, millum annað ein nýggjan grakarismessusang, sum er umyrktur av "Vals i Gøkotten" hjá Evert Taube. Og við tað at vit eru mitt í føstuni, fara teir eisini at syngja tveir føstusálmar, ein við lagi úr Tjørnuvík, og ein við lagi úr Oyndarfirði.
Kl. 21.00 fer Manskórið í Tabor at syngja og spæla.
Manskórið í Tabor varð stovnað í vetur, og tað er Poul Jacob Lundsbjerg, sum leiðir kórið. Poul Jacob er kendur sum tann harmonikuspælarin um okkara leiðir, sum dugur best at fáa lív í løgini, hann spælir. Saman við honum taka Evert Jacobsen á gittara og Jacob Eliasen á ljómborði sær av fylgispælinum. Manskórið syngur mest góðar gamlar missiónssangir.
| | | Listaframsýning í Ribarhus.Listaframsýning í Ribarhus 15-03-2007 Listaframsýning við Heðin Kambsdal letur upp í dag, hósdag, 15.mars, kl.1700 í Gallarí Ribarhus.
Framsýningin er opin til 28.mars.
| | | Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla á Kambsdali 28. februar 2007.Tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla á Kambsdali 28. februar 2007 06-03-2007 OPIÐ HÙS við mótsýning og tónleikaframførslum
OPIÐ HÙS verður á Handilsskúlanum á Kambsdali mikukvøldið 7. mars millum 18 og 22. Á skránni verður kunning um skúlan, tónleikaframførslur, mótasýning, v.m.
Sætta árið á rað verður skipað fyri hesum tiltaki, ið er blivið alsamt størri og betur vitjað.
Lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar fara sum vanligt at kunna um útbúgvingar skúlans og tær lærugreinir og tey tiltøk, sum eru á skúlanum.
M.a. verður kunnað um nýggju møguleikarnar við 3 ára HH og um ítróttarbreytina.
Sum vanligt verður mótasýning har næmingar á skúlanum fara at sýna fram nýggjasta mótan, og livandi tónleikur er eisini á skránni.
Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22. Møguleiki verður í hesum tíðarskeiðinum at kunna seg um skúlan og útbugvingar skúlans á kunningarvásunum. Ymisku framførslurnar fara fram frá 19 til 21 í matarhøll skúlans.
Miðnámsútbúgvingar á Handilsskúlanum
Á Handilsskúlanum á Kambsdali eru útbúgvingartilboðini FHS-útbúgvingin og HH-útbúgvingin. FHS er ein eitt ára støðisútbúgving, ið er neyðug hjá lærlingum innan skrivstovu- og handilsyrki og samstundis neyðug fyri at sleppa inn á 2 ára Hægri Handilsskúla (HH).
Sum nakað nýtt verður í ár møguligt hjá næmingum at velja seg beinleiðis inn á eina 3 ára HH-útbúgving eftir 9. ella 10. flokk.
Handilsskúlin á Kambsdali bjóðar eisini evnaríkum ítróttarfólki á ítróttarbreytina, sum í fyrsta umfari umfatar fótbólt.
Aðalmál skúlans er at veita eina dygdargóða og nútímans útbúgving í einum mennandi og livandi umhvørvi.
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fjølmiðlarnir eru eisini vælkomnir á skúlan hetta kvøldið at fáa eitt prát við næmingar, lærarar ella leiðslu. Sjálvsagt eru fjølmiðlarnir eisini altíð vælkomnir at kunna seg um onnur viðurskifti á skúlanum.
blíðar heilsanir
v/ Føroya Handilsskúla á Kambsdali
Páll Isholm, deildarstjóri
| | | Archi Black í Ribarhúsi.Archi Black í Ribarhúsi 27-02-2007 Fríggjadagin 23. febr. lat Archi Black upp forvitnisliga listaframsýning í Ribarhúsi.
Umframt oljumálningar, eru eisini tusch, kol-, svart- og reyðkritstekningar at síggja.
Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag kl 15.00 – 17.30 og leygardag frá 11.00 – 13.00
Myndirnar hanga uppi fram til 7. mars.
| | | Kunngerð um býráðsfund.Kunngerð um býráðsfund 26-02-2007 Kunngerðin um býráðsfundin, sum verður 1. mars, er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Nýggjur barnagarður á Kambsdali.Nýggjur barnagarður á Kambsdali 25-02-2007 Gongst sum tað verður vónað og roknað við, so verður nýggjur barnagarður liðugur at taka í nýtslu á Kambsdali 1. august í 2008.
Fuglø arkitektar í Klaksvík sita við uppgávuni at tekna og rokna. Í mai mánað er ætlanin, at teir skulu vera lidnir. So verður arbeiðið boðið út, og tað verður lagt upp til, at barnagarðurin skal verða liðugur at taka í nýtslu eitt stórt ár eftir, at tað verður farið undir byggingina.
Barnagarðurin verður bygdur í nánd av skótahúsinum á Kambsdali. Talan verður um 700 fermetra stóran bygning. Stovnurin verður bygdur til 74 børn í tveimum stovum til vøggustovubørn og trimum stovum til barnagarðsbørn. Hetta er sama barnatalið, sum er í Dagstovninum, sum Fuglafjarðar kommuna eigur inni í Fuglafirði.
Fuglafjarðar kommuna eigur økið, har nýggi barnagarðurin skal byggjast.
Eingin skal bíða
Í løtuni eru 64 á bíðilista at sleppa í ansingarstovn í Fuglafirði. 34 av hesum ganga í dagrøkt. Foreldrini hjá hesum børnum hava givið til kennar, at tey heldur vilja hava børnini í barnagarð enn, at tey skulu vera í dagrøktini, sum annars hevur riggað og riggar væl í Fuglafirði.
- Vit hava staðfest gongdina, sum er, at foreldur heldur vilja hava børnini í stovn enn í dagrøkt. Tí byggja vit ein barnagarð afturat. Málið hjá okkum er, at eingin bíðilisti skal vera til barnaansing í Fuglafjarðar kommunu. Tá ið ynski verður um ansing, skal tað altíð bera til at fáa barnið í dagrøkt. Í nýmótans samfelagnum eigur barnaansing saman við tøkum grundøkjum, góðum skúla og frítíðarskúla at vera eitt sjálvsagt tilboð, sum kommunan til eina og hvørja tíð skal syrgja fyri, heldur Eyðun á Lakjuni, sum er formaður í sosialu nevnd í Fugjafjarðar býráð.
Býráðið í Fuglafirði hevur valt bygginevnd, sum fyri býráðið skal taka sær av byggingini av nýggum barnagarði. Í nevndini eru Eyðun á Lakjuni, sum er formaður, Pætur Joensen, býarverkfrøðingur, Julianna Næs, leiðari í dagstovninum í Fuglafirði, Irena Olsen, leiðari í sosialu deild hjá Fuglafjarðar kommunu og Sigurd S. Simonsen, borgarstjóri.
Kostnaðurin fyri nýggja barnagarðin ætlast at verða 12 milliónir krónur. Býráðið samtykti fyri einum ári síðani, at tað skuldi farast undir nýggjan barnagarð. Á fíggjarætlanini fyri 2007 eru fýra milliónir settar av til barnagarðin. Restin verður fíggjað í 2008.
Menning
Á Kambsdali eru umleið 40 hús, og har búgva umleið 180 fólk. Nýggj sethús stinga seg støðugt upp á dalinum. Fólkatalið kvinkar uppeftir í Fuglafjarðar kommunu. Á nýggjárinum búðu 1585 fólk í kommununi. Á nýggjárinum 2006 var fólkatalið 1559 fólk í kommununi.
- Øll børn í kommununi – uttan mun til hvar tey búgva – fara at hava møguleika at sleppa í stovnin á Kambsdali, har vit rokna við stórum vøkstri og menning. Har er ídnaðarøki, og har eru fleiri miðnámsskúlar. Fyrispurningar eru støðugt eftir økjum at byggja sethús og vinnubygningar á. Kommunan hevur fyri stuttum søkt landsmyndugleikan um loyvi at fara undir tunnil millum Kambsdal og Skálabotn. So talan er og verður um sentralt øki, har vit nú fara undir at byggja nýggjan barnagarð, sigur Eyðun á Lakjuni, formaður í sosialu nevnd í Fuglafjarðar býráð.
Kelda: Sosialurin
| | | Sangleikurin Nykurin í Mentanarhúsinum..Sangleikurin Nykurin í Mentanarhúsinum. 19-02-2007
6.b í Fuglafjarðar skúla framførir sangleikin Nykin í Mentanarhúsinum
Hóskvøldið 22. febr. kl 20:00
fyri abbum og ommum, foreldrum og systkjum
Fríggjakvøldið 23. febr. kl 20:00
og
leygardg. 24. febr. 16:00 og kl.20:00 fyri almenninginum
kostn. vaksin kr. 80, og børn kr. 30,-
Atgongumerkini verða seld 1 tíma undan framsýningini.
| | | Mynd frá tá egningarmiðstøðin bleiv tikin í nýtslu..Mynd frá tá egningarmiðstøðin bleiv tikin í nýtslu. 15-02-2007
| | | Signar á Brúnni heldur røðu..Signar á Brúnni heldur røðu. 15-02-2007 ÚTRÓÐUR
Myndina, ið vit síggja her á vegginum, hevur Kristian hjá Benadikt tikið, einaferð tíðliga í seksti árunum. Myndin hevur hugtikið meg. Tankarnir leita aftur til barna – og ungdómsárini, har stórur partur av tíðini eftir skúlagongdina, var nýttur niðri á kajini. Her var hópur av skipum at síggja, og okkurt teirra helt tú teg eiga ein part í, tí pápin sigldi við tí – hesi skip síggjast á myndini.
Á myndini eru eini 18 skip, og flestu av teimum róðu út. Um vit t.d. siga, at eini 13 -14 róðu út, so er talan um eina manning uppá tilsamans 100 til 130 mans, ið allir eru úr Fuglafirði, Leirvík og nakir úr Oyndarfirði.
Á myndini síggjast nógvir leirvíksbátar, ið” førtoyaðu” í Fuglafirði, tí umstøðurnar vóru ikki til tað í Leirvík um hetta mundi.Vit smádreingir vóru serliga hugtiknir av leirvíksbátunum, tí teir vóru snøggari enn sluppurnar.
MAZEPPA
Pápi mín – ella rættari sagt- fosturpápi mín førdi í nógv ár Mazeppu, og júst hetta skip, ið sæst á myndini fylti so nógv í mínum hugaheimi. So skjótt skipið legði at kaj, var eg umborð, inn í stýrhúsið at tosa við pápa. Og serliga spennandi var at koma umborð, tá ið teir komu aftur av útróðri, fregnast um fiskiskap o.s.fr., so í land aftur, fyri at frætta, hvat hini skipini høvdu fiskað. Kappingarhugurin varð vaktur í okkum.
ÙTRÓÐRARBOÐ
Eg hevði eisini ta stóru og ábyrgdarfullu uppgávu, at ganga við útróðrarboðum – eitt fyribrigdi, ið er farið í søguna. Bert tey fæstu, høvdu telefon, og tí varð gingið við boðum. Eg minnist leiðina, ið eg gekk ella rættari sagt rann, og eg minnist hesar menn, ið eg skuldi geva boðini.: Tríggirr blaðungir menn Henning Antoniussen, sáli. Etleif Petersen, sáli, ogi Hilmar Antoniussen – Hilmar hjá Eynu og síðani teir eldru : Jóhan Jákup Toftegaard, sáli, Esmund Øre,sáli Richard Poulsen sáli,Haldur Nielsen, sáli, Olei Thomsen, sáli, Jógvan Andreas Poulsen, mammubeiggi, sáli, John á Brúnni, sáli, Jógvan à Brúnni, Karl Midjord- Karl á Høvdanum, Kristian Vígdá, sáli og Viggo Johannesen, sáli.
Eg síggi fyri mær enn hesar menn standa og egna í egningarskúrunum umborð, meðan pápi og Jógvan Andreas skóru agn. Minnist somuleiðis hvussu teir kundu skemta, meðan egnt varð – hugnaligir og stuttligir menn at vera saman við. Sum longu nevnt, eru flestir teirra farnir hiðani.
Fiskiskapurin varð ójavnur, eins og nú, men serliga væl minnist eg ta vikuna, tá ið øll útróðrarskipini høvdu fiskað so væl. Mazeppa hevði fingið 81.000 pund ta vikuna, ið mundið vera ein roktúrur, tí í bygdini varð tosað um tann stóra manningarpart, ið teir á Mazeppu høvdu fingið.
À BRETSKA MARKNAÐIN
Tíðin, tá ið skipini fóru á bretska marknaðin við fiskinum, var spennandi og ógloymandi, tí skipini kundu gera góðar sølur, men so hendi tað eisini, at tey gjørdu “bummtúrar,” og hýrurin var í botni á manningi og skiparanum..
Sum smádreingir gáaðu vit eftir hesum, men tað ið lá fremst í okkara huga, var tá ið skipini komu heimaftur úr Grimsby, Aberdeen, Hull o.a.tí tað vistu vit við vissu, at okkurt tinganest og góðgæti varð keypt okkum, – líkamikið hvussu sølan verið.
Tær ensku karamellurnar komu á borðið hjá útróðrarmonnunum, tær fysrtu jólaperurnar í alskyns litum áttu útróðrarmenninir, og í kjallaranum, lá posi elli posar við enskum seyðarhøvdum, ið skuldu svíðast. Á jú, hetta vóru góðar tíðir hjá børnunum og nógv gott at minnast aftur á..
Tíðir og siðir broytast – eisini útróðrarviðurskiftini broytast, og tíbetur aloftast tann tann rætta vegin. Ikki verður siglt á bretska marknaðin longur, tí vit hava fingið okkara egnu uppboðssølur, ið hava økt inntøkurnar hjá útróðrarmanninum munandi.
Egningarskúrarnir, sum fyrr vóru umborð á skipunum, eru fluttir í land, har egnarar rekjarar kunnu standa turrir og fjálgir. Egningarmaskinan hevur somuleiðis lætt munandi um og soleiðis kundi eg hidið fram og nevnt fleiri framstig. Framburðurin hevur tó borið í sær, at talið av útróðrarmonnum er lækkað munandi, um vit t.d. sammeta við talið av teimum, ,ið vóru við skipunum, sum vit síggja á myndini.
Tá ið vit hava umrøtt egningarskúrarnar á havnanevndarfundum –t.e. Tórfríður, Dánjal og Pætur, skrivarin í nevndini, so varð hildið, at orðið skúrar hóska ikki væl til henda snotuliga bygning, tí skúrar eru bygningar, ið verða gjørdir í skundi, tí teir møguliga um stutta tíð, skulu takst niðuraftur ella flytast, tí hava vit verið samdir um at nýta orðið EGNINGARMIÐSTØÐ – EMS- heldur enn egningarskúrar.
.KOMIN À MÀL
Í mong Harrans ár, hava fuglfirðingar tosað um at fara undir at gera tíðarhóskandi egningarskúrar, men smátt hevur gingið. Meg minnist ein teirra, sum í so mong ár tosaði um hesar skúrar, men sum ikki fekk undirtøku fyri sínum sjónarmiðum, tað var
Símun Pauli Poulsen, ið er staddur her í dag.Men soleiðis er tað so mangan, at tað ganga so nógv ár frá tí tankin varð skaptur um eitthvørt, til tað gerst veruleiki.
Nú er tað so loksins eydnast at fáa tey hølir, ið so nógvir útróðrarmenn hava longst eftir. Eftir mínum tykki eru tey prýðulig, væl gjøgnum hugsað og væl gjørd, har útróðrarmenn sjálvandi hava verðið teir, ið hava vegleitt og eru komnir við góðum hugskotum – og tøkk eiga teir fyri tað.
TØKK !
Sum formaður í Havnanevndini fari eg at takk øllum tykkum, ið hava havt við hesa bygging at gera.
Fyrst av øllum ein tøkk til útróðrarmenninar, ið áttu hugskotið um EGNINGARMIÐSTØÐ, sum nú er veruleiki.
Takk til Eyðun Petersen arkitekt, ið hevur teknað, henda snotuliga bygning, ið helst gerst ein fyrimynd hjá øðrum, ið hava tílíkar ætlanir,
Tøkk til Leif Mokr, Jóanes Thomsen og Petur Larsen, ið hava gjørt elarbeiðið/hita og kulda, ið er nakað serstakt í hesum føri, tí dentur hevur verið lagdur á, at rakstrarútreiðslurnar fyri at reka húsið, skulu verða so lágar sum gjørligt..
Tøkk til Jann Mohr og hansara fólk fyri timburarbeiðið.
Tøkk til Petur Larsen.
Tøkk til Sam Jacobsen fyri tær kommunalu installatiónirnar,
H.J.Asfalt Søldarfirði fyri fríðkan av uttanumøkinum
Jjørleif Petersen og Bernhard Samuelsen fyri málaraarbeiðið
Arbeiðsuppgávur, ið allar eru væl úr hondum greiddar.
Tøkk til havnamfútan Jón Nolsøe Olsen, sum frammanundan mær var formaður í havnanevndini, og sum brendi fyri hesi sak, fyri gott samstarv.
Takk til havnaumsjónarmenninar Símun Jacobsen og Óla Olsen fyri gott samstarv.
Tøkk til býarverkfrøðingin Pætur Joensen, ið hevur verið hollur í ráðum, meðan byggingin er farin fram.
Tøkk til Ann Mari Hentze og Helle Poulsen , ið hava borðreitt fyri okkum, ið her eru komin saman.
Tøkk tit útróðrarmenn, ið vit hava samráðst við um hølir, fyri tykkar jaliga og sømiliga máta, tit hava sýnt, tá ið tosað var um hølisynskir.
Vit í havnanevndini hava roynt okkara besta fyri at fáa so nógvir útróðrarmenn sum gjørligt innivist í Egningarmiðstøðini. Vóni, at teir, ið enn ikki hava fingið høli,
finna loysnir, í samráð við teir, sum hava ognað sær hølir, soleiðis sum havnanevndin hevur mælt til og hevur samráðst um.
HUGNI OG FRAMBURÐUR
Eg nevndi í innganginum, at mangan var tað skemtiligt og hugnaligt í egningarskúrunum á Mazeppu – løtur, ið gera alt lættari.
Tað eru tveir menn, ið hava sagt soleiðis við meg, at hugnaligasta fólk at vera ímillum eru útróðrarmenninir. Teir eru Jón og Tórfríður, sum m.a. hava tað til felags, at teir eru fyrrverandi fiskimenn og núverandi býráðslimir, sum ávikavíst hava havt og hava sæti í havnanevndini.
Vónandi verður hetta hugnaliga umhvørvið uppaftur hugnaligari, tá ið komið verður í nýggju Egningarmiðstøðina, samstundis sum eg vóni, at hetta tiltak – saman við næsta stignum um gerð av bryggju við Egningarmiðstøðina, fer at gera sítt til, at útroðurin í framtíðini gerst eina sterkari vinna, við fleiri fólkum, ið kemur býnum og øllum samfelagnum til góðar.
Signar á Brúnni
| | | Røða, hildin í samband við Egningarmiðstøðin bleiv tikin í nýtslu..Røða, hildin í samband við Egningarmiðstøðin bleiv tikin í nýtslu. 12-02-2007 Egningarmiðstøðin
Fyrst vil eg ynskja okkum øllum, bæði kommunustúri, teknisku deild, Fuglafjarðar Havn, ja býnum sum heild, tillukku við hesum sera snotuliga húsið. Men, mest av øllum vil eg ynskja útróðrarmonnunum hjartaliga tillukku við tykkara egningarmiðstøð. Vónanadi fer hon at roynast væl, lætta um og hækka støðið á arbeiðsumstøðum tykkara. Vit kunnu í dag fegnast um, at vit eru komin enn eitt stig longur í strembanini eftir at fáa eina so fullkona útróðrarhavn sum gjørligt.
Enn er langt á mál, men allur bati bøtir.
Í hesum sambandi kundi tað havt áhuga, at vita nær arbeiðið við at gera útróðrarhavnina, (ella skipa og bátahavnina, sum hon eisini verður nevnd) byrjaði og hvussu gongdin hevur verið upp til dagin í dag.
Í 1971 kom grótkastið út frá arbeiðsmannafelags-húsinum og í vinkul peikandi móti sandinum, ikki fyrr enn 10 ár seinni í 1981 varð atløgusíða gjørd á innsíðuni á grótkastinum. Hesin bryggjukantur var 40 + 40 metrar, ella 80 metrar íalt, við 4 til 5 metra dýpið.
Hetta var eitt ómetaliga stórt framstig, tá útróðrarbátarnir loksins kundu liggja tryggir innanfyri verjugarðin í sínari egnu havn og sluppu frá at hava teymin sum einasta álit, tá á leikaði.
Nú gingu heili 12 ár, áðrenn nakað serligt hendi í útróðrarhavnini, hvat útbygging viðvíkti.
Men, í 1993 fór kommunan í holt við fyrsta tunnilin inn í fjallið aftanfyri havnalagið. Ein partur av grótinum úr tunlinum kom heim her, í útróðrarhavnina og var lagt út á tað grunna vatnið, frá bakarín og heim móti bedingini.
Hendan planeringin, ið tá var gjørd, er júst tann sama ið millum annað egningarmiðstøðin er bygd á.
Frá 1993 til 2002 vóru ikki nakrar beinleiðis útbyggingar gjørdar í útróðrarhavnini, men hendu nógvir batar á tænastustøðinum til útróðrarflotan.
Kommuna leigaði gomlu brandstøðina til landingarmiðstøð, havnakrani lætti um avreiðingina, oljulevering kom á Piddasabrúgv, egningarbyngjur komu á havnalagið o.s.f.
Í 2004 varð so avgerð tikin, um at byggja eina egningarmiðstøð og vóru3 mill. kr. settar av á fýggjaætlanini fyri 2005. Einans 500.000 kr. vóru nýttar í 2005 og vóru ónýttu 2,5 mill. fluttar fram til 2006. Nú húsið er mestsum liðugt og alt verður gjørt upp, man prísurin fara at liggja um 3,5 mill kr.
Altso byrjaði útbyggingin av útróðrarhavnini fyri 36 árum síðani, vónandi ganga ikki so nógv ár, til við hava fingið eina fullfíggjaða útróðrarhavn í Fuglafirði.
Eftir er so at takka Eyðuni Petersen arkitekti, sum í samarbeiði við okkara fólkið, serliga Jón Nólsøe Olsen og Pætur Joensen, hevur innrætta og teknað húsið. Eyðun Petersen hevur eisini havt byggi eftirlit.
Jan Mohr hevur bygt húsið, tað vil siga, jørð, betong og timburarbeiðið.
Samtakið JT.elektric, Leif Mohr pg P/F Petur Larsen hava gjørt el, kulda og hita. Jørleif Petersen oh Bernhard Samuelsen hava mála.
Alt í alt eitt væla verk og hava tit mikið rós uppiborðið.
Takk fyri
Sigurð S. Simonsen
Borgarstjóri.
| | | Ítróttarbreyt á miðnámsskúla.Ítróttarbreyt á miðnámsskúla 08-02-2007 Komandi skúlaár verður møguligt hjá ungum dugnaligum fótbóltsleikarum at ganga á ítróttarskúla og miðnámsskúla samstundis. Eitt royndarsamstarv millum Føroya Handilsskúla á Kambsdali, Ítróttarsamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya fer komandi ár at geva leikarum møguleika at venja tveir fyrrapartar um vikuna og ogna sær ástøðiligan kunnleika um viðkomandi evni ein fyrrapart. Talan er um eina royndarverkætlan, sum í framtíðini kann víðkast til at umfata fleiri ítróttargreinir og miðnámsskúlar.
Føroya Handilsskúli á Kambsdali, Ítróttarsamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya hava avgjørt at fara undir eina royndarverkætlan, ið byggir á somu skipan, ið feløg í hinum norðurlondunum nýta í samstarvi við miðnámsskúlarnar fyri at menna evnarík ítróttarfólk enn meira.
Avgerandi ungdómsár
Endamálið við nýggja skúlatilboðnum er at geva ungur evnaríkum leikarum ein serstakan møguleika at mennast enn meira í aldrinum 15 til 18 ár. Í ítróttarligu menningini hjá ungdómi eru árini, tey vanliga ganga í miðnámsskúla, avgerandi. Likamliga menningin er stór hesi árini, og kann røtt og nógv venjing geva góð úrslit.
Ítróttasálarliga hava árini eisini stóran týdning. Rættur liviháttur kann vera avgerandi fyri, um tey seinni kunnu standa seg sum yrkisítróttafólk. Rættur liviháttur og miðvís venjing eru treytað av, at tey ungu tilvitað velja at liva sum ítróttafólk.
Venjing og ástøði
Ætlanin er, at næmingarnir tveir fyrrapartar um vikuna hava venjingar og ein fyrrapart hava ástøðiliga frálæru um m.a. venjingar-, krops- og kostlæru. Samanlagt er talan um 6 tímar um vikuna, sum vera knýttir at ítróttarpartinum, ið verður tilrættarlagdur í tøttum samstarvi við feløgini hvaðani leikararnir koma.
Afturat hesum er ætlanin at fyriskipa setursskúlar, ið samstundis eru venjingarlegur og uttanlands námsferð.
Fólk við royndum stíla fyri
Dentur er lagdur á, at tað er fólk við dyggum førleikum og royndum, ið koma at standa fyri verkætlanini.
Samskipari av verkætlanini verður Sølvi Reinert Hansen, ítróttar og ungdómsráðgevi hjá ÍSF. Sølvi hevur áður starvast á Handilsskúlanum og hevur eisini nomið sær útbúgving innan lestrarvegleiðarayrki. Sølvi hevur harumframt drúgvar royndir sum virkin íðkari inni frælsan ítrótt.
Høvuðsvenjari verður Eyðun Klaksstein, ið hevur UEFA A-venjaraprógv og drúgvar royndir sum ungdómsvenjari. Í ár er hann hjálparvenjari hjá Formuladeildarliðnum hjá KÍ. Eyðun hevur eisini drúgvar royndir sum leikari á hægsta stigi í Føroyum.
Harafturat er ætlanin at bjóða fólki uttanífrá inn at skipa fyri einstøkum venjingum ella einstøkum pørtum av ástøðiligu frálæruni. Hetta kunnu t.d. vera verandi ella fyrrverandi yrkisítróttarfólk og serfrøðingar av ymiskum slagi.
Kann víðkast
Talan er um eina royndarverkætlan, ið umfatar eina ítróttargrein og ein skúla, men ætlanin er, at verkætlanin skal kunnu útbyggjast til at umfata fleiri skúlaskipanir og fleiri ítróttargreinir í framtíðini.
Fótbóltssamband Føroya hevur stuðla verkætlanini fíggjarliga við venjarapartinum, Ítróttarsamband Føroya við samskiparapartinum og Føroya Handilsskúli á Kambsdali við tí útbúgvingarliga partinum.
Verkætlanin verður lutvíst fíggjað við stuðli og lutvíst við brúkaragjaldi. Brúkaragjaldið er ikki endaliga ásett, men væntast kann, at tað kemur at liggja millum 6000,- og 8000,- krónur um árið.
Áhugaði kunnu venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali ella www.fhk.fo um fleiri upplýsingar. Umsóknarblað og vegleiðing fæst somuleiðis á heimasíðuni.
| | | Umsøkn um tunnilsgerð..Umsøkn um tunnilsgerð. 06-02-2007 Fuglafjarðar Kommuna hevur latið umsøkn inn, um tunnilsgerð ímillum Kambsdal og Millum Fjarða, les meir um tað á Svørtutalvu.
| | | Ein nýggjur útbúgvingarmøguleiki - 3-ára HH.Ein nýggjur útbúgvingarmøguleiki - 3-ára HH 02-02-2007 Føroya Handilsskúli í Tórshavn og á Kambsdali fara komandi ár undir 3-ára handils¬gymnasiala útbúgving stytt 3-ára HH. Tað merkir, at næmingar, ið hava lokið frá¬far¬ingar¬roynd fólkaskúlans, umframt FHS og síðani 2 ára HH, nú eisini kunnu søkja beinleiðis inn á HH. Endamálið við nýggja møguleikanum er betri at fyrireika næm¬ingar skúlans til hægri lestur.
Sum liður í menningini av útbúgvingartilboðum Handilsskúlans hevur Føroya Handilsskúli valt at fara undir ein nýggjan útbúgvingarmøguleika.
Ein vaksandi partur av teimum, sum seinnu árini eru farin undir FHS útbúgvingina, sum er støðisárið í verandi skipan, ynskja at sleppa beinleiðis inn á HH.
Umsóknartølini seinnu árini vísa, at umleið 75% av teimum, sum ganga á FHS søkja víðari á HH. Hetta bendir á, at verandi skipan ikki á fullgóðan hátt nøktar tørvin hjá næmingunum.
Samstundis er nógv, sum bendir á, at HH í alsamt størri mun yvirtekur plássið hjá FHS, tá umræður lærupláss.
Við støðið í hesum metir skúlin, at tað er rætt at fara undir eina 3-ára HH-útbúgving afturat verandi útbúgving, ið er 1 ár (FHS) + 2 ár (HH).
Skúlin metir, at við eini 3-ára HH verður skapt ein enn betri útbúgving til teir næmingar, sum ynskja eina handilsgymnasiala útbúgving. Møguleikarnir fyri eini langtíðar tilrættarlegging fara at skapa betri fortreytir fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og harvið í enn størri mun fyrireika næmingarnar til hægri lestur ella lærupláss.
Nærri kunning um útbúgvingartilboð Handilsskúlans er at finna á www.fh.fo ella www.fhk.fo
Føroya Handilsskúli
Reidar Nónfjall & Páll Isholm
| | | Fundarfrásøgn.Fundarfrásøgn 25-01-2007 Fundarfrásøgn, frá býráðfundinum 25. 01. 2007, er løgd út á síðuna, undir Fuglafjarðar kommuna.
| | | Akademiútbúgving á Kambsdal.Akademiútbúgving á Kambsdal 23-01-2007 Á Handilsskúlanum á Kambsdali verður í vár farið undir Akademiútbúgving. Í fyrstu syftu verður tað lærugreinin vinnubúskapur, sum er partur av breytini Búskapur og tilfeingi, sum verður boðin út. Umsóknarfreistin er 26. januar.
Akademiútbúgvignin – stytt AÚ – er til tey, sum hava fulltíðarstarv og fegin vilja hava eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin er liðilig og kann tískil lagast til starv, ynskir og tørv annars.
Útbúgvingin á høgum stigi
Akademiútbúgvingin er stigmett sambært europeisku ECTS skipanini, ið er skipanin allir hægri lærustovnar brúka. Hvørt modul ella lærugrein á Akademiútbúgvingini telur 10 ECTS. Um tú tekur eitt modul hvørja lestrarhálvu, er útbúgvingin lokin eftir 3 ár. Um tú ynskir tað, ber tó til at leingja ella stytta um lestrartíðina.
Eina útbúgving ella stakar lærugreinir?
Á Akademiútbúgvingini eru 6 modulir – 4 lærugreinir, sergrein og endalig verkætlan. Hvørt modul tekur eina lestrarhálvu. Til ber at taka alla útbúgvingina – ella eitt modul, sum tú hevur tørv á.
Valmøguleikar
Velur tú at taka alla Akademiútbúgvingina, eru ymiskar breytir at velja ímillum. Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali verður nú farið undir breytina ”Búskapur og Tilfeingi” og og seinni er ætlanin at víðka um útboðið. Á hvørjari breyt eru millum 2-3 kravdar lærugreinir og millum 1-2 vallærugreinir – tilsamans 4 lærugreinir. Felags fyri allar breytirnar er, at lesandi síðani gera sergrein og endaliga verkætlan.
Hvør lesur á Akademiútbúgvingi
Akademiútbúgvingin vendir sær bæði til ung, sum hava miðnámsútbúgving og nakað av royndum, og til vaksin í vinnu. Akademiútbúgvingin vendir sær til fólk, sum arbeiða í privatum og almennum virkjum eins og tey, sum arbeiða í almennum stovnum.
Um tygum tørvar fleiri upplýsingar so kunnu hesar heintast á www.fhk.fo ella við at seta seg í samband við skúlan.
| | | Roktúrur.Roktúrur 12-01-2007 Svartkjaftatrolarin "Fagraberg", úr Fuglafirði, setti nýtt met, nú hann var og legði veiðuna uppá land, av fyrsta túrinum í nýggja árinum. Heili 3254 tons av svartkjafti og er hetta tað mesta nakað skip hevur landa til Havsbrún ein og sama túr.
| | | Mynd, av tí sum tey hava gjørt í Luffustovu..Mynd, av tí sum tey hava gjørt í Luffustovu. 11-01-2007 Her er ymiskt, sum fólk í dagtilhaldinum í Luffustovu, hava gjørt.
Tíverri, er heimasíðan soleiðis gjørd, at tað bert ber til at seta eina mynd í hvønn tíðindastubba.
Myndina hevur Egil Toftegaard tikið.
| | | Kunngerð um broytingar av upplatingartíðum í svimjihøllini.Kunngerð um broytingar av upplatingartíðum í svimjihøllini 21-12-2006 Tað verður hervið gjørt kunnugt, at mentamálanevndin hevur tikið avgerð um at upplatingartíðirnar í svimjihøllini frá 01. januar 2007 at rokna eru broyttar soleiðis, at almenna svimjingin leygardagar verður millum kl. 14.00 og 19.00.
Sostatt er svimjihøllin opin soleiðis fyri almenninginum:
Mánadagar kl. 19.00-20.00 fyri børnum
Mánadagar kl. 20.00-21.00 fyri vaksnum
Hósdagar kl. 18.00-19.00 foeldrum við børnum
Hósdagar kl. 19.00-20.00 fyri børnum
Hósdagar kl. 20.00-21.00 fyri vaksnum við børnum
Hósdagar kl. 21.00-22.00 fyri vaksnum
Leygardagar kl. 14.00-15.00 fyri foreldrum við børnum
Leygardagar kl. 15.00-17.00 fyri børnum
Leygardagar kl. 17.00-18.00 fyri vaksnum við børnum
Leygardagar kl. 18.00-19.00 fyri vaksnum
Kostnaður: børn kr. 5,00 og vaksin kr. 10,00
Hyljaleiga verður gjørd eftir avtalu við lívbjargararnar. Gjald kr. 220,00 pr. tíma íroknað lívbjargara.
Fuglafjørður, tann 20. desember 2006
Fuglafjarðar kommuna
Mentamálanevndin
| | | Jólaheilsan.Jólaheilsan 19-12-2006 Fuglafjarðar kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Sagt verður frá, at Kommunuskrivstovan verður afturlatin ímillum jól og nýggjár. Um tygum hava átroðkandi boð til Kommununa kann ringjast á 21 30 06.
Umsøknir til nýggjársbál skulu verða Kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. desembur kl 12:00.
Fuglafjarðar kommuna
| | | Hugnaløta í Luffustovu..Hugnaløta í Luffustovu. 18-12-2006 Hósdagin, 14. des. kl. 15:00, hevði Dagtilhaldið í Luffustovu hugnaløtu og framsýning av lutum, ið tey eldru høvdu tilevna.
Hanna Neshamar og Anna Berjastein standa fyri Dagtilhaldinumog Rigmor og Egil Toftegaard læra tey eldru handverki, sum má sigast at vera á høgum støði, sera vakrir prýðislutir av ymiskum slag vóru at síggja.
Børn úr Barnagarðinum komu á vitjan, saman við pedagogum. Børnini gingu Lusiagongd og sungu vakrar sangir.
Alt í alt ein hugnalig løta, við kaffi og køkum til okkum, gestirnar.
Túsund takk fyri, øll somul.
| | | Kunngerð um býráðsfundirnar 2007.Kunngerð um býráðsfundirnar 2007 18-12-2006 Kunngerð um býráðsfundirnar, sum vera í 2007, er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Fundarfrásøgn fyri desember..Fundarfrásøgn fyri desember. 14-12-2006 Fundarfrásøgnin fyri desember 2006 er løgd út á heimasíðuna.
| | | Kunngerð um býráðsfund..Kunngerð um býráðsfund. 08-12-2006 Kunngerðin um býráðsfundin 14. desembur, er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Fundarfrásøgnin, fyri novembur, er løgd út á siðuna..Fundarfrásøgnin, fyri novembur, er løgd út á siðuna. 02-12-2006 Fundarfrásøgnin liggur her: www.fuglafjordur.fo/index.asp?pID={26C34854-6556-471D-908E-5C4A9AA4B1FB}
| | | Kunngerð um býráðsfund.Kunngerð um býráðsfund 24-11-2006 Kunngerð um býráðsfundin, sum verður 29. novembur, er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Fundur við handilsvinnuna í Fuglafirði..Fundur við handilsvinnuna í Fuglafirði. 15-11-2006 Týsdagin tann 14. november 2006 skipaði kommunan fyri einum fundi í Mentanarhúsinum fyri handilsvinnuni í býnum , eftir nøkunlunda sama leisti sum gjørt varð á vinnufundinum tann 27. oktober 2006.
Eini 25 fólk møttu upp til tiltakið, sum byrjaði við morgunmati, sum Restaurant Muntra skipaði fyri.
Borgarstjórin beyð teimum møttu vælkomin til fundar og greiddi í stuttum frá endamálinum við tiltakinum, hetta sum eina byrjan, at fáa samskipað viðurskiftini hjá handilsvinnuni betur, nú onnur økir nærindis brynja seg út til kapping.
Rógvi Róin, marknaðar- og søluleiðari helt sera áhugaverdan fyrilestur um handilsvinnuna í høvuðsheitum, og um tær avbjóðingar, sum handilsvinnan í býnum kom at sranda fyri í komandi tíðum. Hann greiddi frá, at handilsvinnan mátti standa saman øll sum hon varð, og skipa seg sum ein maður útatil. Hann lýsti handilsvinnuna sum sera positiva, við tað at henda, í øllum lutum varð kappingafør við øll økir í landinum. Hann helt, at handislvinnan átti at fáa sær marknaðir um alt landið, fyri at fáa fleiri fíggjarlig bein at standa á.
At enda varð gott orðaskifti, har greitt gekk fram, at handilsvinnan varð sera áhugað í at endurstovna handilsfelagið.
Borgarstjórin greiddi frá, at býráðið í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2007 hevði avsett pening til at seta í starv ein marknaðarleiðara hjá kommununi, sum greitt skuldi taka sær av øllum áhugamálum í býnum, bæði mentanarliga, handilsliga og vinnuliga. Hesum átaki tók handilsvinnan sera væl ímóti.
Samanumtikið varð talan um eina sera gevandi fund.
| | | Urtagarðakappingin 2006..Urtagarðakappingin 2006. 10-11-2006 Mentamálanevnd kommununar skipaði tann 09. november jkl. 19.30 fyri almennari hugnaløtu í Mentanarhúsinum í sambandi við at urtagarðskappingin 2006 varð lokin. Dómsnevndin hevði gjørt sítt arbeiði og varð komin við sínari niðurstøðu um vinnarar vm. Fundurin byrjaði við, at Dánjal Vang, formaður í mentamálanevndini beyð teimum møttu vælkomnum og hevði stutta afturlítandi røðu, somuleiðis sum hann las upp eina hóskandi yrking í sambandi við slíkt hátíðarhald.
Kristine Ellingsgaard, forkvinna í dómsnevndini greiddi frá arbeiðinum hjá nevndini, og eftir hetta vórðu skreytbløð handað 30 urtagarðseigarum saman við plantu. Síðan vórðu virðislønir handaðar teimum 4 bólkunum, sum urtagarðskappingin umfataði.
Vinnarar í bólki 1: Reint og ruddiligt á økinum rundan um sethúsini, eru:
Nr. 1: Semina og Eyðfinn Jacobsen, Kambsdalur
Nr. 2. Marna Olsen, Fuglafjørður
Nr. 3: Marjun og Tórur Olsen, Fuglafjørður
Vinnarar í bólki 2: Vakran blómugarð:
Nr. 1: Tordis og Beinir Nolsøe Olsen, Kambsdalur
Nr. 2: Katrin og Jaspur Hjelm, Fuglafjørður
Nr. 3: Rita og Jóhan Larsen, Fuglafjørður
Vinnarar í bólki 3: Reint og ruddiligt á økinum rundan um sethúsini og vakran blómugarð vóru:
Nr. 1: Gunnvør og Signar á Brúnni, Fuglafjørður
Nr. 2: Vilborg og Johan Ellendersen, Fuglafjørður
Nr. 3: Gunnleyg og Jón Nolsøe Olsen, Kambsdalur
Vinnarar í bólkinum "Virkir og stovnar" vórðu á jøvnum føti:
P/F Havsbrún, Fuglafjørður
P/F Bergfrost, Fuglafjørður
SP/F Haraldsen, Fuglafjørður
Eftir handandina fingu tey møttu kaffi/te og køkur. Eftir hetta vórðu røður hildnar av: Dan Reinert Petersen, Berguri Poulsen, Janusi Rasmussen, Andreu Lervig, Signari á Brúnni og Sigurð S. Simonsen.
Semja varð um á fundinum, at hetta var eitt frálíkt tiltak, sum mentamálanevndini skipaði fyri, somuleiðis sum heitt varð á kommununa umm at halda áfram við urtagarðskappingum framyvir annað hvørt ár eins og gjørt er síðan kappingin byrjaði í 2002.
| | | Urtagarðskappingin 2006, almenn samkoma í Mentanarhúsinum..Urtagarðskappingin 2006, almenn samkoma í Mentanarhúsinum. 07-11-2006 Skipað verður fyri almennari samkomu í Mentanarhúsinum, hóskvøldið 9. november 2006 kl. 19:30, í sambandi við at urtagarðskappingin 2006 er lokin.
Dómsnevndin hevur gjørt sínar metingar, og verða virðislønir og skreytbløð útflýggja við áskriftini "Urtagarður tygara er eitt prýði í Fuglafjarðar býi"
Eins og í 2004 umfatar kappingin eisini "virkir og stovnar"..
| | | Almenn móttøka..Almenn móttøka. 01-11-2006 Móttøka
Í samband við at Fuglafjarðar kommuna hevur sett Sosialu deild á stovn, bjóðað vit til almenna móttøkuí hølum stovnsins,
Karvatoftir 4b í Fuglafirði.
Fríggjadagin tann 10 november 2006
frá kl: 14.00 – 17.00
Fuglafjarðar kommuna
| | | Árligi vinnufundurin 27. oktober 2006 í Mentanarhúsinum..Árligi vinnufundurin 27. oktober 2006 í Mentanarhúsinum. 30-10-2006 Fuglafjarðar býráð skipaði tann 27. oktober 2006 fyri árliga vinnufundinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har umboð fyri eini 20 virkir í býnum vórðu umboðað. Fundurin, sum varð sera væleydnaður á allan hátt byrjaði kl. 09.00 við, at býráðið beyð øllum teimum møttu til morgunmatarborð. Eftir hetta beyð borgarstjórin øllum teimum møttu hjartaliga vælkomnum til fundar. Atli Larsen frá P/F Petur Larsen greiddi frá virksemi felagsins. Kristian Suni Jensen (Bassi) frá SP/F Haraldsen hevði somuleiðis frágreiðing um teirra virksemi, serliga við atliti til proviantering teirra av skipum. Odd Eliasen frá P/F Havsbrún greiddi frá útlitum viðvíkjandi alingini við atliti til fóðurframleiðsluna hjá eitt nú Hávsbrún.
John Rajani, leiðari í Føroya banka helt fyrilestum um ymisk viðurskifti, eitt nú gongdina í alivinnuni - sentralisering, privatisering av almennum fyritøkum, søla av fiskiskipum vm. hetta alt sæð út frá hansara egna hugaheimi.
Spurningar vórðu settir á fundinum, og vórðu á bestan hátt svaraðir av teimum, sum høvdu havt sínar frágreiðingar og innlegg.
Til seinast tók borgarstjórin, sum annars var orðstýrari, samanum.
Eftir at vinnufundurin varð lokin kl.12.15 varð boðið til ábit, sum varð liðugt kl. 13.20.
| | | Minningarhald teirra sjólátnu 1. nov..Minningarhald teirra sjólátnu 1. nov. 30-10-2006 Minningarhald teirra sjólátnu verður hildið við minnisvarðan í Fuglafirði allahalgannardag (1. november) kl. 14.00, har bønarhald verður við Pálli á Lakjuni, somuleiðis sum kransar verða lagdir.
| | | Kunngerð um býráðsfund.Kunngerð um býráðsfund 24-10-2006 Kunngerð um býráðsfund er løgd út á Svørtutalvu.
| | | Almenn fráboðan - Viðmerkingar til uppskot til lóg um sjálvbodnar kommunu- samanleggingar.Almenn fráboðan - Viðmerkingar til uppskot til lóg um sjálvbodnar kommunu- samanleggingar 03-10-2006 Borgarstjórar nir í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og Klaksvík hava á fundi í dag umrøtt nýggja uppskotið til løgtingslóg um sjálvbodna kommunusamanlegging, dagfest 22. september 2006, sum er sent kommununum til hoyringar, har tað eisini verða ásettar reglur fyri, hvørji samstørv millum kommunur verða loyvd.
Uppskotið verður sjálvandi at viðgera nærri í teimum einstøku kommunustýrunum, áðrenn endaligar útmeldingar kunnu gerast. Somuleiðis verða kommunufeløgini, har undirritaðu kommunur eru limir, at viðgera lógaruppskotið.
Tó eru borgarstjórarnir grundleggjandi samdir um fylgjandi fyrstu viðmerkingar til uppskotið.
Ov stórar avmarkingar av kommunala frælsinum at velja samstørv.
Undirritaðu borgarstjórar taka undir við, at landsstýri og løgting áseta karmar fyri kommunala bygnaðinum í framtíðini, soleiðis at henda tilgongd fer fram undir skipaðum viðurskiftum.
Tó er umráðandi, at tær lógir og reglur, sum settar verða í gildi, ikki eru ov avmarkandi í mun til sjálvræðið og frælsið hjá fólkavaldu kommunustýrunum at skipa seg best møguliga í mun til møguleikarnar, har kommunustýrini fyrst og fremst eiga at hava í huga, hvat er gagnligast fyri borgaran.
Her meta undirritaðu, at fyriliggjandi lógaruppskot í ov lítlan mun tekur atlit fyri teimum samfelagsligu broytingum, sum eitt nú undirsjóvartunlarnir hava elvt til, og teimum nýggju møguleikum, sum liggja í hesum.
Ein avleiðing av hesum lógaruppskoti er, at Klaksvíkar, Leirvíkar, Gøtu og Fuglafjarðar kommunur missa tann møguleika, tær hava í dag, at samstarva sínamillum, hóast ferðasambandið teirra millum sum kunnugt við Norðoyatunlinum er munandi betrað.
Hetta er sjálvandi sera óheppið fyri øki okkara, tí sum kunnugt er frammanundan eitt ávíst samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð, eitt samstarv, sum væntandi fer at økjast í framtíðini, nú fast vegasamband er millum Norðoyggjar og Eysturoy.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður m.a. sagt, "at eindirnar mega verða skipaðar á tann hátt, at tær hava fyrilit fyri ferðamynstrinum hjá íbúgvunum við atliti at bústaði og arbeiði, og hvat miðstaðarøki lættast er at koma til hjá borgarunum, bæði í almennum og privatum ørindum teirra". Tað eru so stórar broytingar farnar fram á hesum øki, at vit í dag ikki vita, hvussu samferðslumynstrið millum Norðoyggjar og Eysturoy fer at mennast. Tí er umráðandi, at frælsið hjá kommununum at velja samstørv verður varðveitt, til frama fyri framburð í økinum.
Enn er sjálvandi ilt at siga, hvussu tann kommunali bygnaðurin í hesum øki verður í framtíðini - tað kann bert tíðin vísa - men undir øllum umstøðum er tað óheppið, um landsmyndugleikin frammanundan leggur forðingar inn, soleiðis at ein nátúrlig menning og tillaging kann fara fram.
Undirritaðu borgarstjórar vilja við hesum fyrstu viðmerkingum heita á landsstýri og løgting um at hava hesi viðurskifti í huga, nú umrøðan og viðgerðin av hesum máli fer í gongd.
Gøtugjógv tann 3. oktober 2006
Fuglafjarðar Kommuna, Sigurð S. Simonsen borgarstjóri
Gøtu Kommuna, Hans Mourits Foldbo borgarstjóri
Leirvíkar Kommuna, Fríðgerð Heinesen borgarstjóri
Klaksvíkar Kommuna, Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri
| | | Havna arbeiðið gongur væl..Havna arbeiðið gongur væl. 24-09-2006 Arbeiðið við at gera ta nýggju oljuhavnina gongur sera væl, og tíðarætlanin sær
út til at halda.
Komið er uppundir land við at sláa spunsjørnini niður - tað arbeiðið verður ætlandi liðugt fyrst í komandi viku.
Oljuhavnin væntast at verða liðug í januar mánaði.
| | | | | | | | | | | | | | | | | | | | | "Desemburkalendarin í Fuglafirðir."Desemburkalendarin í Fuglafirðir
| | | Desemburkalendarin í Fuglafirðir.Desemburkalendarin í Fuglafirðir
| | | Desemburkalendarin í Fuglafirðir.Desemburkalendarin í Fuglafirðir
| | | Fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju.Fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju Sunnudagin 13. desember kl.19.00 verður fjølbroytt jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju.
Tey, sum fara at syngja og spæla, eru: Fuglafjarðar Hornorkestur
Fuglafjarðar Sangkór, Manskórið í Thabor,Teir 8, Bárður á Lakjuni við bólki og Helgi Midjord.
Konsertin verður í tveimum pørtum.
Í steðginum verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum.
Í sambandi við jólakonsertina er ein listaframsýning í kirkjusavninum við bíbilskum myndevnum.
| | | handilsfelagið nýggjan samleika.handilsfelagið nýggjan samleika
| | | Jólatrøini verða tendrað.Jólatrøini verða tendrað Jólatrøini í Fuglafjarðar kommunu verða í tendrað fyrsta sunnudag í advent, 30. november.
Byrjað verður á Hellunum kl. 14.30, síðan á Kambsdali kl. 16 og í Fuglafirði kl. 16.30.
Fuglafjarðar hornorkestur spælir og Frants Jensen heldur røðu. Vættrar hava okkurt gott til børnini.
Eftir at trøini eru tendrað, skipar Fuglafjarðar kommuna saman við nýggja handilsfelagnum fyri hugnaløtu í Mentanarhúsinum.
Heitt kakao og bollar verða at fáa, og jólasangir verða sungnir. Handilsfelagið avdúkar nýggja navnið og búmerkið, sum valt varð í sambandi við kappingina, ið skrivað varð út herfyri.
| | | Konsert við Duo Modus verður í mentanarhúsinum sunnukvøldið 21. mars kl 19.30.Konsert við Duo Modus verður í mentanarhúsinum sunnukvøldið 21. mars kl 19.30 Um Duo Modus
Í Duo Modus spæla violinleikarin Marta Libalová og Jytte von Rüden, sum spælir á koncert-accordeon. Duoin varð stovnað í 1996 og beinanvegin varð stórur áhugi fyri hesi óvanligu duo. Duoin er sjáldsom í síni instrumentsamanseting og spælir kamartónleik á høgum altjóða støði.
Óvanliga klangkombinatiónin gevur tónleikinum heilt nýggjar hugvekjandi dimensiónir, sum bæði vekja áhuga millum vanligu lurtararnar og tónleika-fakfolk. Ein ummælari í Prag segði: “Tey spæla sum komu tey frá einum fremmandum heimi. Hetta skal ein hoyra, síggja og uppliva. Hetta kann ikki greiðast frá.”
Duoin hevur spælt til konsertir í ymsum londum í Europa og í Asien og hevur verið bjóðað til kenda tónleikafestivalin “Chamber music connects the World” har millum annað Gidon Kremer og Guarneri-kvartettin eisini luttaka. Báðir tónleikararnir eru dómarar við altjóða kamarmusikkappingum og eru lærarar á konservatoriinum í Århus.
Í Danmark hevur Duo Modus fleiri ferðir spælt fyri danska kongahúsinum, statsministaranum, stjórnini og Nordiska Ministararáðnum. Harafturat hevur duoin fingið legat frá Kong Frederik og Dronning Ingrids Fond.
Tvær CD-fløgur hjá teimum verða ofta spældar í radio í Europa. Tann seinasta av hesum, sum hevur heiti “Duo Modus in another way”, var í Danmarks Radio kosin til vikunar CD. Tær hava eisini fleiri ferðir spælt live í Danmarks Radio.
Repertoirið umfatar tónleik af eini langari røð av komponistum. Millum annað Bach, Vivaldi, Schubert, Dvorák, Strawinsky, Debussy, de Falla, Gerschwin, Schnittke og Piazzolla – tónleikur, sum tónleikararnir sjálvir hava skipað, so tey hóska til duoina. Anders Koppel hevur skrivað heimsins fyrstu dupultkonsert fyri akkordeon, violin og symfoniorkestur til Duo Modus og Ole Schmidt tilognaði teimum eisini eitt verk fyri hesi somu instrumentir og kamarorkestur.
Duo Modus brýtur mørk niður innan klassiska tónleikaheimin. Tónleikurin er traditionellur samstundis sum hann er nýggjur. Nýggj ljóðføris-samanseting - nýtt repertiore – ein nýggj tónleikaverð.
Duo modus er ein uppliving fyri oyru og eygu og eftir eru tónleikalig upplivilsi sum røkka langt út um tað vanliga. Ein list sum skapar gleði og fragd.
Marta Libalová er tjekkiskur/danskur violinleikari. Hon varð sett sum docentur á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus í 1993.
Jytte Niendorf von Rüden er danskur accordeonistur. Docentur Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus síðan 1983. Hon hevur vunnið heiðursmerki í nationalum og internationalum tónleikakappingum, spælt á festivalum og er eisini dómari í kappingum í inn- og útlondum.
Tær hava báðar vunnið heiðursmerkir í nationalum og internationalum tónleikakappingum og hildi eitt ótal av konsertum sum solistar og sum kamartónleikarar. Tær hava báðar spælt bæði í radio og TV og á fleiri fløguinnspælingum
| | | Laksaportiónsvirkið letur upp..Laksaportiónsvirkið letur upp. Álítandi keldur siga frá, at virkið letur uppaftur einaferð í mars mánaði 2010.
Eini 40 fólk kemur í fysta umfari at fáa arbeiði á virkinum.
Virkið hevur ligið stilt nú í longri tíð. So tað er at fegnast um, at tað loksins sær út til at fara at eydnast, at fáa gongd á aftur.
Vit á kommununi ynskja tykkum, ið vara av virkinum, alt tað besta og góðan byr framyvir.
| | | Næmingakonsert.Næmingakonsert Hóskvøldið kl 19.00 fer Fuglafjarðar musikkskúli at hava næmingakonsert í fimleikarhøllini. Øll eru vælkomin at lurta.
| | | Næmingakonsert.Næmingakonsert Hóskvøldið 10. desembur kl 19.00 fara næmingar úr Fuglafjarðar musikkskúla at hava næmingakonsert í fimleikarhøllini. Øll eru vælkomin at lurta
| | | Stuðulstiltakið Sahbai í Ribarhúsi í Fuglafirði.Stuðulstiltakið Sahbai í Ribarhúsi í Fuglafirði Stuðulstiltakið Sahbai í Ribarhúsi í Fuglafirði
Leygardagin 24. oktober verður Ribarhús í Fuglafirði karmur um stóra stuðulstiltakið Sahbai, ið hevur til endamáls at hjálpa gentum og kvinnum, sum eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og Thailandi.
Síðsta vikuskifti hevði Sahbai sítt fyrsta stuðulstiltak. Tiltakið, ið var í SMS, var sera væleydnað. Leygardagin verður so aftur møguleiki at keypa sær okkurt forkunnugt plagg ella tinganest úr fjareystri, tá skipað verður fyri asiatiskum marknaði. Møguleiki er at ogna sær turrikløð, silki inniskógvar, buksur, kryddurtir og mangt annað, ið er framleitt í Kambodja. Allur vinningurin fer óskerdur til at stuðla felagsskapum í Kambodja og Thailandi, sum hjálpa gentum og kvinnum at koma burtur úr skøkjulívi.
Hjálpartiltakið við asiatiska marknaðinum byrjar kl. 11 leygardagin og heldur fram til kl. 17.
| | | Uppnevnan av grindaformonnum.Uppnevnan av grindaformonnum Samb. kunngerð nr. 46, dagf. 8. apríl 1998 § 4, stk. 3 hevur syslumaðurin fyri Eysturoyar Sýslu uppnevnt hesar:
Símun Abrahamsen, Fuglafjørður
Albert Eldevig, Fuglafjørður
Samson í Lambanum, Fuglafjørður
Jákup Kristiansen, Leirvík
til grindaformenn.
Ólavur Sjúrðarberg, Leirvík
Leif Petersen, Oyndafjørður
til tiltaksformenn
fyri hvalvánna Fuglafjørður fyri tíðarskeiðið 1. juni 2010 - 31. mars 2015
Sagt verður frá hesum
Ingibjørn Eldevig, sýslumaður (sign.)
| | |
|
|